Tíðindi
27. oktober 2022
Tað er so spennandi og viðkomandi fyri okkum

Nýggi leisturin fyri at taka eina heilsuhjálparaútbúgving við førleikameting fær góð skoðsmál frá luttakarunum.

Á Facebook síðuni hjá Heilsuskúla Føroya er samrøða við Jóhonnu Laksá og Fríðu Egholm, sum vóru millum tær, ið valdu at taka av tilboðnum um at verða førleikamettar, og soleiðis taka útbúgvingina sum heilsuhjálpari upp á munandi styttri tíð og høgligari enn annars.

Báðar fegnast um skúlan og undirvísingina og ikki minni um tað góða umhvørvið kring skúlan og tey fyrikomandi fólkini, ið tey hava hitt í Suðuroy.

Tær ganga í skúla í Hovi aðru hvørja viku, og taka fjarundirvísing heimanífrá aðruhvørja viku. Hetta ger, at alt fellur nógv lættari, siga tær.

Ráðini, tær hava til onnur, ið umhugsa at taka heilsuhjálparaútbúgving, er at gera tað: Farið, tað er so spennandi og viðkomandi fyri okkum. Tíðin flýgur avstað, tað er nógv at gera, og tað kann vera strævið, men upp á ein øðrvísi máta. Uppgávurnar verða tiknar so væl ígjøgnum, so tað kennist ikki ringt at fara í gongd við tær.

Tú kanst lesa meira um heilsuútbúgvingarnar á heimasíðuni hjá Heilsuskúla Føroya

Tú kanst søkja um førleikameting í sambandi við heilsuútbúgving á heimasíðuni hjá Vegleiðingarstovuni

Samrøðan við Jóhonnu og Fríðu kann lesast her


15. juli 2025

Sumnarfrí

14. juli 2025

Samtalufundur um inklusjón og lívlanga læring

08. juli 2025

Stuðul til útbúgving úr Minningargrunni Johannu og Conrad Sk…

04. juli 2025

Landsstýrismaðurin svarar spurningum um førleikameting