Tíðindi
11. oktober 2022
Turid Christophersen er sett í starv sum útbúgvingarvegleiðari á Vegleiðingarstovuni.

Á Vegleiðingarstovuni kunnu øll fáa javnbjóðis atgongd til góða vegleiðing innan útbúgvingar-, læru- ella arbeiðsmøguleikar.

Turid er 42 ára gomul, hevur MA útbúgving í søgu frá Fróðskaparsetri Føroya og tekur í løtuni eina diplomútbúgving í vegleiðing. Turid hevur røkt fyribilsstarvið sum útbúgvingarvegleiðari seinastu 15 mánaðirnar, hon kennir tí væl til virkisøkið hjá útbúgvingarvegleiðaranum og Vegleiðingarstovuni. Turid byrjar formliga í starvinum 1. november.


20. mars 2026

828 vónríkir umsøkjarar hava søkt inn á miðnám í ár

18. mars 2026

Metstórt tal av umsóknum til Nordplus

02. mars 2026

Bólkavegleiðing - At søkja inn á universitet

13. oktober 2025

Stuðul til at lesa íslendskt sum annaðmál