7.a og 7.b í Sankta Frans skúla hava í ár luttikið í einum Nordplus-samstarvi millum Grindavík í Íslandi, Gislev á Fyn og Tórshavn.
Tíðindi frá Tórshavnar kommunu - 20. MAI 2022
Evnið í hesum samstarvi er “burðardyggir vanar.” Í Íslandi lærdu tey millum annað um nýtslu av jarðhita. Í Føroyum endurnýttu tey gamlar avísir og gjørdu gávuposar. Eisini vístu tey gestunum runt í vøkru Havnini. Í viku 22 fara tey til Gislev á vitjan og læra kreativa endurnýtslu.
- Eg eri sera glað fyri, at skúlar nýta møguleikan at søkja fíggjarligan stuðul frá Nordisk ministerråd til Nordpluss verkætlanir. Tað er bæði læruríkt, mennandi spennandi hjá næmingunum at uppliva, hvussu javngomul búgva og liva í okkara grannalondum.
- Eisini styrkir hendan verkætlanin umhvørvistilvitið, felagsskapin og sambandi millum norðurlond, sigur Bjørg Dam, forkvinna fyri Náttúru- og umhvørvisnevndina í Tórshavnar býráð.