Tíðindi
06. mai 2022
Nýggir útbúgvingarmøguleikar á Heilsuskúla Føroya

Við førleikameting hava Heilsuskúli Føroya og Uttanríkis- og Mentamálaráðið opnað eina nýggja hurð inn til útbúgvingarnar sum heilsuhjálpari og námsfrøðihjálpari.

Heilsuskúli Føroya og Uttanríkis- og Mentamálaráðið hava opnað eina nýggja hurð inn til útbúgvingarnar sum heilsuhjálpari og námsfrøðihjálpari.

Ítøkiliga snýr tað seg um eina førleikametingar-tilgongd, fyri ófaklærdar heilsuhjálparar og námsfrøðihjálparfólk, sum eru omanfyri 25 ár, og sum hava í minsta lagi 3 ára viðkomandi starvsroyndir. Hesi kunnu søkja um at verða førleikamett, og soleiðis fáa atgongd til eina serskilda undirvísingargongd, sum gevur teimum eina høgligari leið gjøgnum útbúgvingina.

”Hetta er sama útbúgvingin, sama fakliga innihaldi og júst sama prógv, sum til tær vanligu útbúgvingarnar sum heilsuhjálpari og námsfrøðihjálpari”, sigur Vivie Kirke Davidsen, stjóri á Heilsuskúla Føroya, sum fegnast um, at hendan skipanin er fingin í lag. 

”Tað nýskapandi við hesum leistinum er, at tey førleikamettu verða frítikin frá vanligu starvsvenjingini, so tey sleppa til arbeiðis í teimum tíðarskeiðum har eingin undirvísing er. Harafturat skipar Heilsuskúlin ein part av frálæruni umvegis fjarundirvísing, so tað verður høgligari hjá hesum næmingabólkunum at taka hesar útbúgvingar”.

Landsstýrismaðurin í skúlamálum, Jenis av Rana, lýsir nýggja leistin hjá Heilsuskúlanum sum eitt spennandi frambrot fyri vælferðarøkið: ”Starvsfólkatrotið er ein avbjóðing, sum vit øll mugu taka í størsta álvara, og hendan førleikametingin kann gerast ein týdningarmikil liður, í eini røð av átøkum, sum skulu fáa fleiri vælútbúgvin starvsfólk inn á vælferðaøkið. Fyrsta stigið er heilsuhjálparar og námsfrøðihjálparar. Næsta stigið verður heilsurøktarin.”  

Landsstýrismaðurin vónar og væntar, at kommunurnar og fakfeløgini fara at taka væl undir við leistinum, og at allir partar fara at gera sítt til, fyri at fáa kunningina um nýggja tilboðið hjá Heilsuskúlanum út:

- Tað er ein felags avbjóðing at fáa fleiri hendur og betri fakligar førleikar inn á økið. Um vit nú øll lyfta í felag, so fáa vit eisini sett veruliga gongd á rekrutteringina av teimum røttu starvfólkunum til hendan nýggja leistin, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður.

Heilsuhjálparútbúgvingin og námsfrøðihjálparaútbúgvingin fyri førleikamett byrjar longu eftir summarfrítíðina í ár, og tey, sum hava ábyrgdina av at vegleiða um førleikameting, sita longu klár til at hjálpa umsøkjarunum.

Nærri kunning um nýggju útbúgvingarmøguleikarnar eru at finna á hesum leinki á heimasíðuni hjá Vegleiðingarstovuni í Undirvísingarstýrinum, www.vegleiding.fo .

Eisini er gjørligt at ringja beinleiðis, til lestrarvegleiðaran á Heilsuskúla Føroya, Elken Bech á tlf. 294211, og til John Dalsgarð, samskipara av førleikametingini í Undirvísingarstýrinum á tlf. 555088.

Førleikameting er ein faklig meting av øllum teimum førleikum, ið tann einstaki hevur samlað saman ígjøgnum lívi. Talan er bæði um førleika frá skúla, arbeiðslívi, frítíðarlívi, heimalivi o.s.fr. Alt telur við í fakligu metingini, og tí er umráðandi, at so nógv sum møguligt verður skjalfest av teimum førleikum, sum tann einstaki hevur. Hetta kann til tíðir vera sera torført at gera av sínum eintingum, og tí er umráðandi, at viðkomandi kann fáa holla vegleiðing í at skjalfesta so nógvar førleikar, sum møguligt. Niðurstøðan frá førleikametingini lýsir, hvørjar førleikar tann einstaki hevur í mun til eina útbúgving ella eitt starv, og er eitt løggildugt skjal, sum kann verða brúkt til at søkja inn á eina útbúgving ella eitt starv.


02. oktober 2024

Nordisk inklusion i Klaksvík

09. september 2024

Ráðstevna og seminar um talgildar førleikar, inklusjón og lí…

03. apríl 2024

Ráðstevna um Nordplus í Føroyum

15. februar 2024

Kunningartiltøk á miðnám - nú innskrivingin til miðnám er læ…