NVL
NVL er felagsskapur av netverkum undir norðurlendska ráðharraráðnum, og fevnir um netverkssamstarv um vaksnamannalæring – Netverk fyri Vaksnamanna Læring, sum varð sett á stovn og hevur virkað síðan 2005.
Føroyar taka lut í fýra av teimum átta virknu netverkunum í NVL. Netverkini eru mannað við serfrøðingum innan ávís virkisøki. Tey fýra netverkini, Føroyar eru við í, eru Vegleiðaranetverkið, Førleikametingarnetverkið, Alfaráðið og NVL-Digital.
NVL-Digital er eitt nýtt netverk, sum sá dagsins ljós í 2020. Hini netverkini hava verið til øll árini síðan stovnanina í 2005.
Netverkini í NVL arbeiða við ymiskum uppgávum, eitt nú vegleiðing, førleikameting, burðardyggari menning, førleikamenning av teimum, sum undirvísa vaksnum, førleikamenning og læring á arbeiðsplássum, talgildu menningini o.s.fr.
Alfaráðið
Alfaráðið arbeiðir m.a. við førleikamenning av teimum, ið undirvísa í øðrum málum enn einum norðurlendskum. Málbólkurin eru vaksin við øðrum móðurmáli enn einum norðurlendskum, ið hava avmarkaða ella onga skúlagongd. Netverkið arbeiðir við at savna inn og miðla kunnleika um málbólkin, umframt at tað stuðlar lærarum og stovnum við hóskandi amboðum, at menna námsfrøðiligt og undirvísingarfrøðiligt tilfar til teirra, ið skulu undirvísa málbólkinum. Føroyska umboðið í Alfaráðnum er Rakul Skaale Andreasen námslektari í føroyskum á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum.
Vegleiðingarnetverkið
Vegleiðingarnetverkið virkar fyri at samskipa vegleiðingina í Norðurlondum, so at skiftið millum tey ymisku útbúgvingarstigini og arbeiðslív gerst smidligari hjá tí einstaka. Netverkið arbeiðir við at miðla royndir og vitan millum Norðurlond, og virkar fyri at dygdartryggja vegleiðingina og førleikamenningina av vegleiðarum. Netverkið tekur sær eisini av at kunna um lívslanga vegleiðing og karieruførleikar. Føroyska umboðið í vegleiðingarnetverkinum er Maiken Skarðenni vegleiðari á Vegleiðingarstovuni.
NVL-Digital
Netverkið arbeiðir við at byggja brýr tvørtur um tær talgildu gjáirnar og at økja um talgildu førleikarnar og møguleikarnar hjá vaksnum at luttaka í samfelagsmenningini. Við tilmælum til myndugleikar roynir netverkið at bøta um møguleikarnar hjá norðurlendsku borgarunum at brúka tær nógvu talgildu tænasturnar, ið støðugt verða mentar, umframt at taka lut í framhaldandi læring og at megna eitt alsamt meira talgilt arbeiðslív. Føroyska umboðið í NVL-digital er Annika Mellemgaard lestrarvegleiðari á Glasi.
Førleikametingarnetverkið
Netverkið arbeiðir við at menna førleikametingina í Norðurlondum, umframt at varpa ljós á førleikar hjá tí einstaka borgaranum. Í netverkinum eru umboð frá arbeiðslívi, útbúgvingargeiranum, fólkaupplýsingini og granskingarumhvørvinum. Netverkið stuðlar framhaldandi menning av teimum ymisku førleikametingarskipanunum, sum londini longu hava ment, og er við til at leggja støði undir førleikametingarskipanir í Norðurlondum. Føroyska umboðið í valideringsnetverkinum er John Dalsgarð samskipari av førleikametingini í Undirvísingarstýrinum, sum eisini samskipar netverksarbeiðið hjá NVL í Føroyum.
Myndin er frá seminari um vaksnamannaútbúgving og førleikar á heilsurøktarøkinum, sum NVL og føroysku NVL netverkini skipaðu fyri saman við Yrkisdeplinum 30. september 2021.
Arbeiðsøkini førleikameting og NVL vórðu flutt frá Yrkisdeplinum til Undirvísingarstýrið 1. januar 2022 og koma at hava tilknýti til Vegleiðingarstovuna framyvir.