Tíðindi
17. juli 2021
Til ber at søkja um stuðul úr Minningargrunni eftir Johannu og Conrad Skaale

Minningargrunnur Johannu og Conrad Skaale býtir stuðul út sambært umsóknum.

Endamál grunsins eru:

     -    At veita stuðul til útbúgving til eftirkomarar eftir systkjunum hjá Johannu og Conrad Skaale,

     -    at veita stuðul til útbúgving hjá foreldraleysum børnum uttanfyri slektina,

     -    at veita stuðul til børn, ið eru foreldraleys, ella sum hava mist annað av foreldrunum, og sum eru treingjandi á ein hvønn hátt, og

     -    í serligum førum at veita stuðul til onnur ungfólk, hóast umsøkjararnir ikki lúka treytirnar omanfyri, tá helst til útbúgvingarendamál.

 

Umsóknir um stuðul úr grunninum skulu vera inni í seinasta lagi 16. august 2021, og umsøkjararnir kunnu rokna við at fáa svar í viku 35.

Umsóknir um stuðul skulu hava neyðugar upplýsingar og prógv um útbúgving higartil, ætlaða útbúgving og mettar útreiðslur í hesum sambandi.

Umsøkjarar, ið eru skyldir við stovnararnar sum ásett omanfyri, skulu senda váttanir um skyldskapin saman við umsóknini.

Onnur enn skyldfólk hjá stovnarunum kunnu eisini søkja um stuðul.

 

Umsóknirnar skulu sendast til:

Minningargrunnur Johannu og Conrad Skaale
c/o Fríða Patursson
Frúutrøð 4
Postboks 6
110  Tórshavn
frp@jura.fo 


03. apríl 2024

Ráðstevna um Nordplus í Føroyum

15. februar 2024

Kunningartiltøk á miðnám - nú innskrivingin til miðnám er læ…

20. november 2023

Væleydnað ráðstevna um vegleiðing og inklusjón

27. oktober 2023

Markleys Útbúgving 2023 - Vit fegnast um enn eitt væleydnað…