Tíðindi
16. juni 2021
Umsóknarfreist til kvotu 1 í Danmark

er 5. juli 2021 kl. 11 (føroyska tíð, kl. 12 danska tíð)

Tú søkir inni á optagelse.dk.

Legg til merkis, at tá ið tú skal rita inn, hevur tú møguleika fyri, at rita inn við CPR nummar og Nemid. Um tú ikki hevur CPR nummar og Nemid, kanst tú eisini rita inn uttan. Vel møguleikan "Har du ikke Nemid?"

Síðani fyllir tú teigarnar út. Her er ein skrivlig vegleiðing umfram ein films vegleiðing ið vísa hvussu tú fyllir út. 

Her kanst tú lesa hvussu tú gert tá ið tú skal leggja prógvið við. 

Um tú ritar inn uttan CPR nummar og Nemid, skalt tú undirskriva umsóknina. Legg til merkis at tú skal undirskriva fyri allar útbúgvingarnar ið tú hevur sett á prioriteringslistan. Undirskriftin skal vera skúlanum í hendi áðrenn 5. juli 2021 kl. 12 danska tíð (tá freistin fer). Flest allir skúlar taka í móti undirskriftini via teldupost. Her kanst tú síggja hvørjir skúlar taka í móti undirskriftini via teldupost og hvat teldupost adressurnar eru

Um tú hevur spurningar ert tú vælkomin at senda okkum ein teldupost á vegleiding@uvs.fo, ringja til okkara á 200910 / 555090 ella støkka inn á gólvið á Hoydalsvegi 1, vit hava opið yrkadagar frá kl. 9 - 15 og mikudagar til kl. 18. 


27. juli 2021

Vit hava opið á Ólavsøku

26. juli 2021

Slapp tú ikki inn á útbúgvingina ið tú søkti inn á í Danmark…

22. juli 2021

Umsóknarfreist til Skipara og skipsatstøðara á Sjónám

19. juli 2021

Uttanlands at lesa? Nú ber til at bíleggja CPR nummar og Nem…