Tíðindi
07. juni 2021
Uttanlands at lesa? Nú ber til at bíleggja CPR nummar og Nemid áðrenn tú fer avstað.

Hetta fært tú við at venda sær til Ríkisumboðið.

Tað eru ávísar treytir fyri at fáa eitt administrativt CPR nummar. Millum annað at man skal senda eina umsókn (leinkja er niðanfyri) til Ríkisumboðið, ella at møta upp hjá Ríkisumboðnum. Harafturat skal man vera danskur statsborgari og búgva í Føroyum. Les meira um hvussu søkir, og hvørji skjøl skulu verða við í umsóknini her: https://www.rigsombudsmanden.fo/sagsomraader/cpr-nummer/  

Tá ið tú hevur fingið CPR nummar, ber til at søkja um at fáa eitt danskt NemID. Hetta krevur at tú skal møta á skrivstovuni hjá Ríkisumboðnum, og til hetta krevst ein ein bíleggur eina tíð. 

Um tú hevur spurningar ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ríkisumboðið, á telefon +298201200 ella umvegis teldupost: ro@fo.stm.dk


20. august 2025

Er fráfall grundað á vánaligar upplýsingar ella eitt óhóskan…

14. juli 2025

Samtalufundur um inklusjón og lívlanga læring

08. juli 2025

Stuðul til útbúgving úr Minningargrunni Johannu og Conrad Sk…

04. juli 2025

Landsstýrismaðurin svarar spurningum um førleikameting