Leinki

Heimurin fyri tær opin - tað kanst tú gera tær gagn av. Møguleikarnir fyri val av úbúgving eru sera nógvir. Tað kann vera trupult at finna runt í øllum møguleikunum, og samstundis letur hetta eisini upp fyri nógvum møguleikum. Minst til, at avgerðin er tín! Eisini skalt tú fylgja tínum áhugamálum, og tað tú brennur fyri, heldur enn at gera tað sum hini gera. 

Tað ber bæði til at flyta uttanlands, at lesa í Føroyum og taka skiftislestur uttanlands, og lesa umvegis fjarlestur. Valið er títt. Vit hava samlað kunning um millum annað val av útbúgving, um at lesa í Føroyum og uttanlands. 

Síðan er deild upp út frá landi í høgra bredda. Finn tað landið tú umhugsar at lesa í, so opnar ein síða við hentum leinkjum