Kalendari

Ráðstevna um lívlanga vegleiðing og inklusjón á arbeiðsmarknaðinum

hós. 16. nov. kl. 08.30 - 15.30

16. november 2023 skipa Undirvísingarstýrið og NVL (Norðurlendskt netverk fyri vaksnamannaútbúgving) fyri ráðstevnu á Hilton Garden Inn um lívlanga vegleiðing og inklusjón á arbeiðsmarknaðinum. Ráðstevnan er ætlað vegleiðarum, undirvísarum og øllum, sum á onkran hátt arbeiða við vegleiðing, útbúgving, inklusjón og arbeiðsmarknaðarviðurskiftum.

Á ráðstevnuni verða framløgur og orðaskifti. Granskarar frá universitetinum á Malta og Háskóla Íslands fara at greiða frá, hvussu lívlong vegleiðing kann vera við til at fremja góða integratión í samfelagnum, umframt týdningin av flytførum førleikum hjá tilflytarum og borgarum, sum skifta arbeiði av onkrari orsøk.

Eisini fara umboð fyri Útlendingastovuna, ALS, Vinnuhúsið og Vegleiðingarstovuna at umrøða hesi viðurskifti við støði í teirra egnu royndum í føroyska samfelagnum.

Ráðstevnan byrjar kl. 8.30 við skráseting og morgunmati. Á middegi verður miðmál. Ráðstevnan endar kl. 15.30.

Tekna teg til ráðstevnuna við at senda teldupost til undirritaða, John Dalsgarð, samskipara í Undirvísingarstýrinum: johnd@uvs.fo í seinasta lagi mikudagin 6. november 2023, við upplýsing um navn, starv ella starvsøki og starvsstaði.

 


Komandi tiltøk

14
apr 2026
Bólkavegleiðing - Vel útbúgving
21
apr 2026
Bólkavegleiðing - At søkja inn á universitet
07
mai 2026
Bólkavegleiðing - At søkja inn á universitet
12
mai 2026
Bólkavegleiðing - Vel útbúgving
21
mai 2026
Bólkavegleiðing - Vel útbúgving
28
mai 2026
Bólkavegleiðing - At søkja inn á universitet
04
jun 2026
Bólkavegleiðing - skiftislestur
16
jun 2026
Bólkavegleiðing - Supplering og sabbatár
18
jun 2026
Bólkavegleiðing - At søkja inn á universitet
23
jun 2026
Bólkavegleiðing - Supplering og sabbatár
08
sep 2026
Nordplus Café 2026
05
nov 2026
Nordplus Café 2026