Kalendari

Ráðstevna um talgildar førleikar og inklusjón

mik. 18. sep.

18. september verður skipað fyri norðurlendskari ráðstevnu í Varpinum í Klaksvík um talgildar førleikar og inklusjón. Í tí sambandi verður eisini varpað ljós á tvørgangandi førleikar, t.e. førleikar, sum vit taka við okkum, tá vit fara úr einum starvi ella starvsøki í eitt annað, m.a. tá størv broytast, og kravt verður, at vit útvega okkum nýggjar førleikar og royndir.

Tað eru NVL (Norðurlendskt Netverk fyri Vaksnamannalæring) og Undirvísingarstýrið, sum skipa fyri ráðstevnuni. Sum framhald av ráðstevnuni verður eisini skipað fyri einum hálvdags seminari um lívlanga læring og vegleiðing tann 19. september. Møguligt er at tekna seg til annað av tiltøkunum ella bæði.

Talgilda menningin gongur við rúkandi ferð, og tað kann hava stórar avbjóðingar við sær fyri mong okkara. Hvussu fyribyrgja vit, at vit í framtíðini fáa tvey sløg av borgarum, sum eru grundleggjandi ymiskt stillaðir, tá talan er um at nýta talgilda tøkni og talgildar førleikar?

Endamálið við ráðstevnuni er at miðla og gróðurseta norðurlendska vitan og royndir innan talgildar førleikar og lívslanga læring millum tey, sum taka lut á ráðstevnuni og í norðurlondum sum heild.

Ráðstevnan vendir sær til øll sum á einhvønn hátt arbeiða við førleikamenning, lívlangari læring, vegleiðing og inklusjón, bæði á politiskum, umsitingarligum og útinnandi stigi.

Ráðstevnuevnið tekur støði í netverkssamstarvinum í NVL, har arbeitt verður við talgildari inklusjón, talgilt grundaðari vegleiðing, mikro-førleikum (mikrocredentials) og tvørgangandi førleikum (Transversal Skills).

Endamálið við norðurlendska samstarvinum um mikro-førleikar og almennar førleikar í ymiskum valideringstilgongdum, er at styrkja støðuna hjá tí einstaka á arbeiðsmarknaðinum, og at geva vaksnum møguleika at læra og mennast alt lívið.

Tá talan er um tvørgangandi førleikar og eginleikar er endamálið at virka fyri einfaldari, skjótari og høgligari atgongd til starvsleið ella útbúgving.

Skráseting til ráðstevnu og seminar við at senda teldupost til johnd@uvs.fo í seinasta lagi 17. juli.

Les meira um ráðstevnu og seminar á hesum leinki.


Komandi tiltøk