Umsóknarfreistin er 1. august 2021.
Akademiútbúgvingin er ein hægri eftirútbúgving, sum byggir á miðnám og verkligar royndir hjá tí lesandi. Útbúgvingin er væl egnað til teirra, sum hava tikið yrkisrættað miðnám, eitt nú skrivstovu- og handilslærlingar. Akademiútbúgvingin er eisini eitt gott alternativ til tey, sum hava gymnasialt miðnám, og sum ynskja sær eina hægri viðkomandi útbúgving, uttan at skula ganga í skúla fulla tíð. Les meira um útbúgvingina og umsóknarmannagongdina her.
HD útbúgvingin er ein viðurkend parttíðar hægri útbúgving fyri komandi og verandi leiðarar í privatum virkjum og á almennum stovunum og virkjum. HD 1. partur tekur tvey ár og er ein sjálvstøðug grundútbúgving innan vinnubúskap. Tey, sum hava lisið HD 1. part kunnu nýta heitið: Graduate Certificate in Business Administration. Les meira um útbúgvingina og umsóknarmannagongdina her

Færri føroyingar søkja inn á hægri lestur, men fleiri lesa í…

Fýra førleikamett innan timburútbúgving

Nordplus: 7 flokkar møtast um endurnýtsluvanar
