Tíðindi
28. juli 2021
762 føroysk ung hava søkt hægri lestur í ár og tey seinastu av teimum hava fingið svar í dag

455 søktu á Setrinum og 313 finguð bjóðað lestrapláss. Tey 307, sum søktu í Danmark, hava í dag fingið svar uppá sína upptøku. Í dag sita vit á Vegleiðingarstovuni og taka ímóti ungum, sum hava spurningar um upptøku til hægri lestur, eitt nú hvat ein ger, um ein ikki er sloppin inn á dreymaútbúgvingina.

Á Vegleiðingarstovuni, hava vit samanborið upptøkuna seinastu árini, og í ár sær út til at meðaltalið fyri at sleppa inn generelt er lægri, tó so, á onkrum útbúgvingum er meðaltalið hækkað. Eitt nú á Psykologi í Aalborg har meðali í ár er 10,1, ímóti 9,8 í fjør. Ímeðan meðaltalið er lækkað á hesum útbúgingunum:

Til medisin í Kbh var meðaltalið 10,6 í fjør og er nú 10,5, á International Bussiness á CBS 11,3 í fjør og 11,1 í ár. Til Humanistisk Bacheloruddannelse í Roskilde 6,8 í fjør og 6,3 í ár.

Sama gongd sæst eisini á Fróðskaparsetrinum til sjúkrarøktarfrøði, fólkaskúlalærara og námsfrøðing

Lægsta miðaltal fyri at sleppa upp um gáttina gjøgnum kvotu 1 til tær tríggjar stóru bachelorútbúgvingarnar í sjukrarøktarfrøði, til fólkaskúlalærara og namsfrøðing er nakað lægri í ár, samanborið við í fjør. Tølini niðanfyri eru eftir sjeytalsstiganum.

Bachelor                          2021     2020

Sjúkrarøktarfrøði                 7,7           8,2          

Fólkaskúlalærari                  7,6           8,3

Námsfrøðingur                    6,3           7,0

Kelda: https://www.setur.fo/fo/setrid/tidindi/313-fingid-tilbod-um-lestrarplass/

 

Tey 455, sum hava søkt upptøku á Fróðskaparsetrinum í ár, fingu fyrr í mánaðinum svar, har 313 fingu bjóðað pláss, talið á tøkum lestrarplássum á Setrinum, er ikki alment enn

Ung, sum ikki eru sloppin inn á ynsktu útbúgvingina í Danmark, hava frá í dag 28. juli møguleika fyri at søkja  tøk lestrarpláss. Eitt yvirlit yvir tøk lestrarpláss og hvussu mannagongdirnar eru fyri at søkja, sæst á www.vegleiding.fo. Dømi um útbúgvingar, har enn eru tøk pláss, eru Datalogi á DTU, Bygningsverkfrøði á Aalborg Universitet og Musikvidenskab á Aarhus Universitet. Samanlagt eru á hægri útbúgvingarstovnum í Danmark pr dags dato 507 ymiskar útbúgvingar, sum hava tøk lestrapláss.

 

Vegleiðingarstovan,

Maiken Skarðenni, Vegleiðari, +298 555052, maikens@uvs.fo

Turid Christophersen, Útbúgvingarvegleiðari, +298 555090, turid@uvs.fo

 


03. apríl 2024

Ráðstevna um Nordplus í Føroyum

15. februar 2024

Kunningartiltøk á miðnám - nú innskrivingin til miðnám er læ…

20. november 2023

Væleydnað ráðstevna um vegleiðing og inklusjón

27. oktober 2023

Markleys Útbúgving 2023 - Vit fegnast um enn eitt væleydnað…