icon-search
icon-close
No results found
icon-chevron
icon-chevron

Útbúgving

Innihald

Veist tú,

hvat tú vilt?

Tá fólkaskúlin ella miðnámsskúlin er liðugur, kemur tann afturvendandi spurningurin: Hvat ætlar tú tær so nú?

Og tað er tað ikki altíð nemt at vita. Tí í dag finnast tað so mikið nógvar útbúgvingar, at tað kann vera møtumikið at finna útav, hvør er tann rætta fyri teg. Hesum hjálpir Vegleiðingarstovan tær við.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin til at ringja til okkara á 200 910 / 555 090 ella senda okkum ein teldupost á vegleiding@uvs.fo.

Út í heim at lesa

Hugsar tú um at fara út í heim at lesa, finn informatión um útbúgvingar um allan heim á www.educations.com ella á www.gribverden.dk um tey ymisku lestrarlondini.

Universitet í Føroyum

Í Føroyum eru allar universitetsútbúgvingar skipaðar á Setrinum.

Hægri útbúgvingar, sum geva í minsta lagi bachelorprógv, eru universitetsútbúgvingar. Til ber at lesa bæði á bachelor- og á masterstigi á Setrinum. Hevur ein áhuga í at útbúgva seg víðari eftir bachelor-útbúgvingina, so er møguligt at lesa víðari á Setrinum ella at taka skiftisútbúgving á øðrum universitetum uttanlands. Eisini er møguleiki at lesa ph.d. eftir lokið masterprógv – ella t.d. at taka hjágreinir, stakskeið, umframt eftirútbúgving og ískoytisútbúgving.

Heintar leinkjur

Universitet í Norðurlondum

Í Norðurlondum eru nógvir møguleikar at nema sær útbúgving á universitetum. Um áhugi er fyri at lesa á einum norðurlendskum universiteti, ber til at søkja um skiftisuppihald ella heila útbúgving har.

Danmark hevur eitt stórt úrval av hægri útbúgvingum. Føroysk miðnámsprógv kunnu brúkast sum grundarlag undir umsókn til danskar útbúgvingar, og føroysk lesandi kunnu vanliga søkja danskan lestrarstuðul, SU. Her kanst tú lesa meira um útbúgvingar, umsókn, upptøkukrøv, bústað, SU, skatt og onnur viðurskifti, sum tú skalt hava í huga, tá tú fert til Danmarkar at lesa.

Í Finlandi kanst tú velja millum nógvar dygdargóðar útbúgvingar á finskum, svenskum og enskum. Les meira um útbúgvingar, upptøku, bústað og fígging á síðuni Les í Finlandi

Í Grønlandi kanst tú lesa á Ilisimatusarfik og øðrum hægri lærustovnum, serliga innan útbúgvingar, sum hava týdning fyri grønlendska samfelagið. Undirvísingin er á grønlendskum, donskum ella enskum, alt eftir útbúgvingini.
Les meira um útbúgvingar, upptøku, bústað og fígging á síðuni Les í Grønlandi

Í Íslandi finnur tú fjølbroyttar hægri útbúgvingar og eitt livandi lestrarumhvørvi tætt við Føroyar.
Undirvísingin er á íslendskum ella enskum, alt eftir útbúgving og útbúgvingarstigi.
Les meira um útbúgvingar, upptøku, bústað og fígging á síðuni Les í Íslandi.

Í Norra finnur tú fjølbroyttar hægri útbúgvingar á universitetum og øðrum lærustovnum kring landið.
Undirvísingin er vanliga á norskum, men nógvar útbúgvingar verða eisini bodnar út á enskum.
Les meira um útbúgvingar, upptøku, bústað og fígging á síðuni Les í Norra.

Í Svøríki finnur tú fjølbroyttar hægri útbúgvingar og eitt altjóða lestrarumhvørvi á universitetum kring landið.
Undirvísingin er vanliga á svenskum, men nógvar útbúgvingar verða eisini bodnar út á enskum.
Les meira um útbúgvingar, upptøku, bústað og fígging á síðuni Les í Svøríki.

Í Álandi kanst tú taka hægri útbúgving í einum svenskumæltum og altjóða lestrarumhvørvi.
Útbúgvingarnar eru serliga lagaðar til tørvin á álendska arbeiðsmarknaðinum.
Les meira um útbúgvingar, upptøku, bústað og fígging á síðuni Les í Álandi.

Universitet í Europa

Í Ungarn kanst tú velja millum nógvar altjóða útbúgvingar á enskum, eitt nú innan læknafrøði, heilsu og tøknifrøði.
Landið hevur fleiri vælumtóktar universitetsbýir og ein lutfalsliga lágan livikostnað.
Les meira um útbúgvingar, upptøku, bústað og fígging á síðuni Les í Ungarn.

Í Sveis kanst tú velja millum altjóða viðurkendar útbúgvingar á týskum, fronskum, italskum og enskum.
Landið hevur høgt fakligt støði og sterk universitet, men livikostnaðurin kann vera høgur.
Les meira um útbúgvingar, upptøku, bústað og fígging á síðuni Les í Sveis.

Í Týsklandi kanst tú velja millum nógvar dygdargóðar útbúgvingar á týskum og enskum.
Á almennum universitetum er ofta einki vanligt skúlagjald, men lesandi rinda vanliga eitt hálvársgjald.
Les meira um útbúgvingar, upptøku, bústað og fígging á síðuni Les í Týsklandi.

Í Stóra Bretlandi kanst tú velja millum nógvar altjóða viðurkendar útbúgvingar á enskum.
Til flestu bachelorútbúgvingar søkir tú gjøgnum UCAS, og eftir Brexit skalt tú kanna skúlagjald og lestrarvisum væl.
Les meira um útbúgvingar, upptøku, bústað og fígging á síðuni Les í Stóra Bretlandi.

Í Spania finnur tú bæði almenn og privat universitet og útbúgvingar á sponskum og enskum. Landið er serliga kent fyri fjølbroytt lestrarumhvørvi, ríka mentan og nógv altjóða lesandi.

Póland hevur nógv almenn og privat universitet og eitt vaksandi úrval av útbúgvingum á enskum. Fleiri føroyingar hava serliga valt at lesa læknafrøði og tannlæknafrøði í Póllandi.

Holland hevur eitt stórt úrval av altjóða bachelor- og masterútbúgvingum á enskum. Útbúgvingarnar eru kendar fyri góða dygd, altjóða lestrarumhvørvi og verkliga undirvísing.

Írland er eitt enskmælt lestrarland við universitetum og nógvum altjóða útbúgvingarmøguleikum. Landið hevur eitt livandi lestrarumhvørvi, men bústaður kann vera bæði dýrur og torførur at finna.

Italia hevur nøkur av elstu universitetunum í Europa og eitt fjølbroytt úrval av útbúgvingum. Flestu bachelorútbúgvingar eru á italskum, men alsamt fleiri útbúgvingar verða bodnar út á enskum.

Frakland hevur bæði universitet, grandes écoles og aðrar hægri útbúgvingarstovnar. Nógvar útbúgvingar eru á fronskum, men serliga á masterstigi er eisini eitt stórt úrval á enskum.

Eysturríki hevur væl umtókt universitet og eitt gott altjóða lestrarumhvørvi. Flestu bachelorútbúgvingar eru á týskum, meðan fleiri masterútbúgvingar verða bodnar út á enskum.

Belgia hevur hollendsk-, fransk- og týskmælt útbúgvingarøki og nógv altjóða universitet. Serliga í Flandern og Brussel er eitt gott úrval av útbúgvingum á enskum.

Tjekkia hevur gomul og væl umtókt universitet og eitt stórt úrval av útbúgvingum á enskum. Lestrargjaldið og livikostnaðurin eru ofta lægri enn í fleiri øðrum evropeiskum londum.

Portugal hevur bæði universitet og yrkisrættaðar hægri útbúgvingarstovnar. Flestu bachelorútbúgvingar eru á portugisiskum, men fleiri masterútbúgvingar verða bodnar út á enskum.

Malta er eitt lítið altjóða lestrarland, har enskt er eitt av almennu málunum. Nógvar útbúgvingar verða tí undirvístar á enskum, bæði á almennum og privatum útbúgvingarstovnum.

Kypros hevur bæði almenn og privat universitet við útbúgvingum á grikskum og enskum. Landið hevur eitt vaksandi altjóða lestrarumhvørvi og nógv enskmælt útbúgvingartilboð.

Estland er kent fyri talgildar loysnir og nýhugsan og hevur nógv enskmælt lestrartilboð. Landið er serliga áhugavert innan KT, tøkni, vinnu og samfelagsvísindi.

Lettland hevur fleiri altjóða universitet og eitt gott úrval av útbúgvingum á enskum. Tú kanst millum annað lesa vinnu, tøkni, heilsuvísindi og samfelagsvísindi.

Litava hevur universitet og yrkisrættaðar hægri útbúgvingarstovnar við nógvum enskmæltum tilboðum. Landið er serliga kent fyri útbúgvingar innan KT, verkfrøði, vinnu og heilsu.

Universitet uttanfyri Europa

Í Norðurlondum eru nógvir møguleikar at nema sær útbúgving á universitetum. Um áhugi er fyri at lesa á einum norðurlendskum universiteti, ber til at søkja um skiftisuppihald ella heila útbúgving har.

Suðurafrika hevur fjølbroyttar útbúgvingar á enskum og eitt spennandi lestrarumhvørvi. Les um upptøku, kostnað, visum og annað, tú skalt hava í huga.

USA hevur eitt stórt úrval av universitetum og útbúgvingum. Her kanst tú lesa um umsóknina, fígging, student visa og praktisk viðurskifti.

Í Ný Sælandi kanst tú lesa á altjóða viðurkendum lærustovnum í einum fjølbroyttum lestrarumhvørvi. Fá kunning um útbúgvingar, umsókn, kostnað og visum.

Japan býður útbúgvingar á bæði japanskum og enskum á universitetum kring landið. Les um útbúgvingarleiting, málkrøv, fígging og student visa.

Kanada hevur nógv universitet og colleges við útbúgvingum á enskum og fronskum. Les um upptøkukrøv, lestrargjøld, study permit og lívið sum lesandi.

Australia hevur eitt stórt úrval av útbúgvingum á enskum og tekur ímóti lesandi úr øllum heiminum. Fá kunning um umsókn, kostnað, trygging og student visa.

Hongkong hevur altjóða universitet og nógv útbúgvingartilboð á enskum. Les um upptøkukrøv, umsókn, lestrargjøld, bústað og student visa.

Kina hevur eitt stórt úrval av universitetum og útbúgvingum á kinesiskum og enskum. Fá kunning um umsókn, málkrøv, fígging og lestrarvisum.

Singapore hevur altjóða viðurkendar lærustovnar og útbúgvingar, har undirvísingin ofta er á enskum. Les um upptøku, lestrargjøld, bústað og Student’s Pass.

Suðurkorea býður útbúgvingar á koreanskum og enskum á universitetum kring landið. Les um upptøkukrøv, málroyndir, scholarships og lestrarvisum.

Heintar leinkjur

Fígging av lestri

Vit hava savna verkætlanir, hvussu føroyskir stovnar samstarva við norðurlendskar partar og finna nýggjar loysnir. Hesar kunnu geva tykkum hugskot til, hvussu tit kunnu fáa sum mest burturúr norðurlendska samstarvinum.

Fjarlestur

Fjarlestur er ein lestrarháttur, sum er í stórari menning. Útboðið økist við nýggjum tilboðum til tey áhugaðu. Flestu útbúgvingarstovnar hava fleiri ymisk tilboð til tey, sum ætlað sær at lesa sjálvi, tað verið seg heilar útbúgvingar ella partar av eini útbúgving. 

Hættirnir ið eru brúktir eru ógvuliga ymiskir. Talan kann vera um beinleiðis sjálvlestur, har tann lesandi bert er innskrivaður, og bara møtir til kravd skeið og til próvtøku. Í øðrum førum kann undirvísingin í stóran mun vera um telduna (e-learning) tað verið seg bólkaundirvísing ella tvívegis samskifti av ymsum slagi. Í summum førum má tann lesandi møta til ávísa undirvísing í semestrinum, har t.d. bólkauppgávur vera gjørdar og mettar. Gev gætur, at tað ikki er altíð at fjarlestur er stuðulsheimilaður, so tað mást tú kanna út frá hvørjari einkultari útbúgving og útbúgvingarstovni. 

Fjarlestur kann vera sera strævin, og tað krevur stóran sjálvsaga at koma ígjøgnum, samstundis er tað ógvuliga fleksibult og er væl hóskandi til eitt fjarskotið oyggjaland.

Heintar leinkjur

Skiftislestur

Sum lesandi í Føroyum ella uttanlands hevur tú møguleika fyri at taka ein part av tínum lestri á øðrum universiteti. Tín deild er møguliga partur av einum norðurlendskum netverki og hevur samband við onnur universitet í Norðurlondum ella aðrastaðni.

Spyr lestrarvegleiðaran á deildini um møguleikarnar á tíni útbúgving.

Deildin, ið tú gongur á, skal góðkenna lærugreinarnar, ið tú ætlar at taka á øðrum lærustovni, og á tann hátt tryggja, at tær samsvara við tína útbúgving.

Um at lesa bæði í Føroyum og uttanlands
Sum lesandi í Føroyum ella uttanlands hevur tú møguleika fyri at taka ein part av tínum lestri á øðrum universiteti. Tín deild er møguliga partur av einum norðurlendskum netverki og hevur samband við onnur universitet í Norðurlondum ella aðrastaðni.

Spyr lestrarvegleiðaran á deildini um møguleikarnar á tíni útbúgving.

Deildin, ið tú gongur á, skal góðkenna lærugreinarnar, ið tú ætlar at taka á øðrum lærustovni, og á tann hátt tryggja, at tær samsvara við tína útbúgving.

Altjóða Skrivstovan vegleiðir lesandi á Fróðskaparsetrinum um møguleikar og hjálpir til við tí praktiska í sambandi við skiftislestur til og frá Setrinum.

Fyri læraralesandi og onnur lesandi í Norðurlondum
Nordplus er skipan hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum fyri lærarar og lesandi við norðurlendsk universitet og háskúlar. Skipanin er sett saman av fimm programmum. Setrið er partur av programminum ”Hægri útbúgving – Higher Education”.

Nordplus virkar í Norðurlondum, Baltalondunum og sjálvstýrandi økjunum í Norðurlondum.

Vegleiðingarstovan er kunningarstova fyri Nordplus í Føroyum.

Nordliks – Nordisk Litteratur, Kultur og Språk – er eitt netverk hjá móðurmálsdeildunum á norðurlendsku universitetunum.

Studentar kunnu søkja Nordliks-stuðul til lestur á bachelor- og masterstigi í øllum Norðurlondum. Stuðulin er 200 evrur hvønn mánað umframt ferðastuðul, alt eftir hvagar leiðin gongur. Søkjast skal áðrenn 1. mars ella 1. oktober á hvørjum ári.

Meiri fæst at vita við at seta seg í samband við Berg Djurhuus Hansen, sum er føroyskur kontaktpersónur og á www.nordliks.net

Studningur til tey, sum ikki kunnu lesa heima

Nordlys er størsta netverkið innan Nordplus, sum veitir studning til lesandi, sum ikki hava eitt netverk á sínum evnisøki, ella sum vilja lesa eitt evni, ið tey ikki kunnu lesa á heimauniversitetinum – ella um netverkið á evnisøkinum ikki hevur meira pening tað árið. 

Sí meira á nordlys.info 

Studningur til kanningarferðir o.a. á øðrum norðurlendskum lærdum háskúlum

North2north samstarvið er liður í UArctic samtakinum, og umframt seks lærdar háskúlar úr danska ríkinum, taka lærdir háskúlar frá øðrum arktiskum londum eisini lut í samstarvsætlanini, ið leggur dent á skiftisvirksemi millum luttakandi útbúgvingarstovnarnar.

Lesandi á øllum hægri lestrarstigum kunnu søkja um stuðul (Bachelor, Master og ph.d.).

Skiftisvirksemið kann vara millum eina viku (kanningarferð, luttøka á ráðstevnu ella líknandi) og eitt heilt lestrarár (skiftislesnaður), ið leggur dent á eitt arktiskt evni.

Meira kunning um North2north samstarvið og um, hvussu ein søkir um stuðul, er at finna á www.uarctic.org/north2north.

Les í Argentina, Ghana, India, Nikaragua ella Vietnam

Kulturstudier bjóðar lestur innan samfelagsvísindi og humaniora í Argentina, Ghana, India, Nikaragua og Vietnam.

Undantikið Buenos Aires eru øll lestrarstøðini í miðalstórum býum.

Støðini eru vald við atliti at infrakervi, universiteti, trygd og mentanarligum áhugamálum.

Starvsfólk hjá Kulturstudier eru knýtt at øllum, tey leggja títt lestraruppihald til rættis og syrgja fyri, at tað verður áhugavert, stuttligt og fakliga mennandi.

Les meira á www.kulturstudier.dk

Ráðgevingin veitir føroyingum hjálp og vegleiðing í sosialum, persónligum og lestrarligum spurningum. Øll kunnu venda sær til Ráðgevingina við at ringja, senda teldupost ella vitja persónliga.

ENDAMÁLIÐ HJÁ RÁÐGEVINGINI ER

  • at veita føroyingum í Danmark hjálp og vegleiðing í sosialum, persónligum og lestrarligum spurningum
  • at reka upplýsandi arbeiði á nevndu økjum mótvegis einstaklingum, myndugleikum og stovnum her og heima
  • at virka sum millumlið millum føroyingar í Danmark og myndugleikar og stovnar her og heima innan nevndu økir

Les meira um Rágevingina her