
Miðnám
Gymnasialt miðnám ella yrkisnám?

Gymnasialar miðnámsútbúgvingar
Tá ið tú skalt velja lestrarbreyt á gymnasialum miðnámsskúla, eigur tú at hugsa um, hvørja útbúgving tú hevur hug at halda fram við eftir loknan miðnámsskúla. Ein gymnasial miðnámsútbúgving er fyrst og fremst ein fyrireiking til hægri lestur og hægri útbúgving á ávísum øki ella yrki.
Tú kanst ráðføra teg við skúlavegleiðaran á tínum fólkaskúla um útbúgvingarmøguleikar eftir lokna miðnámsútbúgving, ella tú kanst seta teg í samband við ein lestrarvegleiðara á einum miðnámsskúla og tosa við vegleiðaran um framhaldsútbúgvingarmøguleikar.
Gymnisialar útbúgvingar
Ein gymnasial miðnámsútbúgving er fyrst og fremst ein fyrireiking til hægri lestur og hægri útbúgving á ávísum øki ella yrki.
Tað finnast fimm lestrarbreytir, ið taka 3 ár, og ein, sum tekur 2 ár:
- Búskaparbreyt
- Hugbreyt
- Náttúrubreyt
- Tilfeingisbreyt
- Tøknibreyt
- Fyrireikingarbreyt, (tvey ára breyt, ið serliga er ætlað tilkomnum næmingum).
Sum næmingur á eini gymnasialari miðnámsútbúgving hevur tú rætt til lestrarstuðul frá Studna. Tú søkir um stuðul, tá tú byrjar útbúgvingina.
Um tú ert undir 18 ár fært tú ikki lestrarstuðul, men hevur rætt til ískoytisstuðul til keyp av undirvísingartilfari (bókastuðul). Harafturat er møguleiki at søkja um ískoytisstuðul til vistarhald (vistarhaldsstuðul).
Bókastuðulin verður latin øllum næmingum, ið ikki hava fylt 18 ár innan 1. september, tá skúlaárið byrjar. Bókastuðulin verður útgoldin fyrst í stuðulsárinum.
Vistarhaldsstuðulin verður latin avbygdanæmingum undir 18 ár, sum noyðast at flyta til útbúgvingarstaðið. Treytin fyri at fáa henda stuðul er, at sjóvegis farleið er millum heimabústað og skúlan, ella at vegalongdin millum heimabústað og skúlan er longri enn 35 km.
Tey, ið verða 18 ár í stuðulsárinum, fáa stuðulin mánaðin eftir, at tey eru fylt 18 ár. Tá hava hesi eisini møguleika at søkja um lán.
Tú kanst fáa meira at vita um lestrarstuðulin og stuðulsskipanina á www.studni.fo.
Í miðnámsútbúgvingunum skalt tú sjálv/ur keypa alt undirvísingartilfar, eitt nú bøkur, sum verða brúktar í undirvísingini. Hetta merkir, at tú við skúlaársbyrjan mást rokna við at brúka einar 3.500 kr. til bøkur. Hvussu stór upphæddin er, veldst um, hvørjari breyt tú byrjar á. Harumframt kann tann einstaki skúlin krevja gjald fyri ljósritað tilfar, sum verður brúkt í undirvísingini.
Yrkisútbúgvingar
Fleiri yrkisútbúgvingar eru at velja ímillum. Les meira um tær ymisku yrkisútbúgvingarnar á www.les.fo og á heimasíðuni hjá Yrkisdepilnum.
Útbúgvingarnar eru bygdar upp, við at lærlingurin skiftir ímillum verkliga læru á arbeiðsplássi og skúlagongd. Í nógvum yrkisútbúgvingum ber til at taka skúlagongdina í Føroyum, eitt nú tá talan er um húsasmið, bilsmið, elektrikara ella hárfríðkara. Snýr tað seg um aðrar útbúgvingar, t.d. málara, múrara, KT-supportara, miðlagrafikara o.a., er skúlagongdin í Danmark, ímeðan lærutíðin fer fram á føroyskum arbeiðsplássi.

Útbúgvingaapp
Ein app er gjørd við teimum føroysku útbúgvingunum, sum tú kanst taka niður á tína snildfon. Appin er serliga ætlað teimum, sum á fyrsta sinni skulu velja sær eina útbúgving eftir loknan fólkaskúla, men eisini teimum, ið hava hug at fara undir hægri lestur. Appin kallast “Útbúgvingar” er tøk á App Store og Google Play.
