icon-search
icon-close
No results found
icon-chevron
icon-chevron

Les í Estlandi

Innihald

Útbúgving

Estland er kent fyri talgildar loysnir og hevur nógv enskmælt bachelor- og mastertilboð, serliga innan KT, tøkni, vinnu og samfelagsvísindi. Á Study in Estonia kanst tú leita eftir útbúgvingum.

Kanna altíð innihald, undirvísingarmál, góðkenning, upptøkukrøv og samlaða kostnaðin á heimasíðuni hjá sjálvum útbúgvingarstaðnum.

Søk inn á hægri útbúgving

Nógv universitet brúka felags umsóknarpallin DreamApply, men mannagongdin og endaliga avgerðin liggja hjá útbúgvingarstaðnum. Summar útbúgvingar krevja upptøkuroynd, portfolio, samrøðu ella serliga netroynd.

1. Finn útbúgvingina og kanna upptøkukrøv og undirvísingarmál.
2. Kanna, hvør umsóknarskipan skal brúkast.
3. Fyrireika prógv, próvtalsavrit, samleikaprógv og møguligar góðkendar týðingar.
4. Legg øll kravd skjøl við umsóknini.
5. Kanna, um útbúgvingin krevur málroynd, portfolio, samrøðu ella upptøkuroynd.
6. Goym kvittanina og fylg við boðum frá útbúgvingarstaðnum.

Umsóknarfreistir

  • Freistirnar eru ymiskar: Enskmæltar útbúgvingar hava ofta freist um veturin ella várið. Umsøkjarar, sum skulu hava longri viðgerð av skjølum, eiga at søkja tíðliga.

Legg merki til: Masterútbúgvingar, listarligar útbúgvingar og útbúgvingar við avmarkaðum tali av plássum kunnu hava serliga mannagongd og fyrru freist.

Finn bústað

Universitetini hava lestrarheim, men plássini eru avmarkað, serliga í Tallinn og Tartu. Søk um bústað beinanvegin, tá tú hevur fingið upptøkutilboð.

Kanna fyrst bústaðartænastuna hjá universitetinum og byrja leitina tíðliga. Ver varin við falslýsingum, og vátta bústaðin, útleigaran og leigusáttmálan, áðrenn tú rindar depositum.

Fíggjarviðurskifti

Enskmæltar útbúgvingar hava ofta lestrargjald, men gjaldið og møgulig gjaldsfrítøka eru ymisk. Fleiri universitet bjóða merit-grundaðan stuðul ella frítøku.

Tú kanst søkja um danskan SU til eina heila útbúgving uttanlands, um tú lýkur treytirnar og útbúgvingin er góðkend til SU. Kanna útbúgvingina og søk í góðari tíð á SU í útlandinum.

Til ávísar masterútbúgvingar kanst tú søkja um útlandastipendium til part av útbúgvingargjaldinum. Kanna treytirnar á su.dk.

Ger eina fíggjarætlan við lestrargjaldi, umsóknargjaldi, bústaði, trygging, ferðing og dagligum útreiðslum.

Kanna eisini, um útbúgvingarstaðið ella landið hevur legat og stuðul til altjóða lesandi.

Kanna, um tú hevur rætt til føroyskan ferðastuðul ella annan stuðul, áðrenn tú bindur teg til stórar útreiðslur.

Heintar leinkjur

Fá hjálp og vegleiðing

Study in Estonia hevur kunning um útbúgvingar og lestrarlív. Endaligt svar um upptøku, prógv, málkrøv og skjøl fært tú frá útbúgvingarstaðnum.

Hevur tú spurningar um útbúgvingarval, føroyska prógvið ella umsóknina, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Vegleiðingarstovuna á vegleiding@uvs.fo.

Almenn kunning: Study in Estonia
Umsókn og upptøkukrøv: Les meira