icon-search
icon-close
No results found
icon-chevron
icon-chevron

Les í Ný Sælandi

Innihald

Útbúgving

Í Ný Sælandi kanst tú lesa á universiteti ella velja aðra hægri og yrkisrættaða útbúgving. Á Study with New Zealand finnur tú almenna kunning um útbúgvingar, lestrarstaðir og lívið sum altjóða lesandi.

Brúka yvirlitið yvir universitet til at samanbera møguleikar, og kanna síðan fak, undirvísingarmál, útbúgvingarstig og upptøkukrøv hjá stovninum sjálvum. University of Auckland er eitt dømi um eitt universitet við serligari kunning til altjóða umsøkjarar.

Søk inn á hægri útbúgving

Søk eftir leiðbeiningini hjá tí útbúgvingarstovninum, tú velur. Vanliga er talan um eina talgilda umsókn við prógvum og øðrum kravdum skjølum. Sí sum dømi umsóknarvegleiðingina hjá University of Auckland.

1. Finn útbúgving og rætta lestrarbyrjan.
2. Kanna upptøkukrøv og fá føroyska prógvið mett.
3. Fá próvtalsyvirlit, kravdar týðingar og skjalprógv fyri enskkunnleika klár.
4. Send umsóknina og fylg við boðum frá universitetinum.
5. Les treytirnar í upptøkutilboðnum og kanna fíggingina.
6. Fyrireika lestrarvisum, bústað og trygging.

Umsóknarfreistir

  • Kanna hvørja útbúgving sær: Universitetini hava egnar umsóknarfreistir og møguleikar fyri lestrarbyrjan. Kanna eisini freistir fyri málroyndir, stuðul og bústað. Set tíð av til visumviðgerð, eftir at umsóknin um upptøku er avgreidd.

Legg merki til: Masterútbúgvingar, listarligar útbúgvingar og ávísar aðrar útbúgvingar kunnu hava aðrar freistir. Kanna tí altíð síðuna hjá útbúgvingarstaðnum.

Finn bústað

Í teimum størstu lestrarbýunum kann vera trupult at finna bíligan bústað. Søk tí so tíðliga sum gjørligt, eisini áðrenn tú hevur fingið endaligt svar um upptøku, um bústaðarskipanin loyvir tí.

Kanna lestrarbústað á campus, privata leigu ella bústað hjá einari familju. University of Auckland hevur yvirlit yvir sínar bústaðarmøguleikar. Spyr, um matur, streymur og internet eru við í prísinum, og legg merki til, um leigan er upplýst fyri viku ella mánað.

Fíggjarviðurskifti

Altjóða lesandi rinda vanliga skúlagjald. Upphæddin veldst um útbúgvingina og hvussu leingi tú lesur. Bið universitetið um eitt fullfíggjað gjaldsyvirlit og samanber tað við kunningina um skúlagjald og livikostnað.

Kanna SU-góðkenning og tín rætt til stuðul, áðrenn tú bindur teg til útbúgvingina. Les vegleiðingina um fígging av lestri.

Spyr Studna um ÚSUN, stuðul til skúlagjald og ferðastudning. Treytir og umsóknarfreistir skulu kannast fyri títt lestrarár.

Á Study with New Zealand kanst tú leita eftir scholarships. Kanna, um stuðulin er opin fyri umsøkjarum við tínum ríkisborgararætti, um hann er til títt útbúgvingarstig, og um hann bert rindar ein part av skúlagjaldinum.

Ger eina fíggjarætlan fyri allan lesnaðin. Tak skúlagjald, bústað, mat, flutning, bøkur, trygging, visum og ferðir við. Set eisini pening av til óvæntaðar útreiðslur og broytingar í gjaldoyrakursinum.

Bið um gjalds- og afturberingartreytir, áðrenn tú rindar. Kanna eisini kostnaðin av ferðum heim til Føroya og eyka útreiðslur við at seta búgv. Tørvurin á tøkum peningi kann vera størstur við lestrarbyrjan.

Heintar leinkjur

Fá hjálp og vegleiðing

Altjóða skrivstovan á universitetinum kann vegleiða um umsókn, lestrarbyrjan og praktisk viðurskifti. Study with New Zealand hevur eina stigvísa vegleiðing. Brúkar tú eina útbúgvingarmiðling, kanna hvørjar stovnar hon umboðar og hvørjar tænastur tú rindar fyri.

Hevur tú spurningar um útbúgvingarval, upptøkukrøv ella umsóknina, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Vegleiðingarstovuna á vegleiding@uvs.fo

Ætlar tú at brúka prógvið í Føroyum, mæla vit til at kanna útbúgvingarstig, góðkenning og møguliga autorisatión, áðrenn tú velur. Ein bachelor, eitt diploma og eitt certificate eru ikki sjálvvirkandi útbúgvingar á sama stigi. Goym skeiðslýsingar og próvtalsyvirlit.