
Les í Finlandi
Útbúgving
Á Studyinfo.fi kanst tú leita eftir finskum útbúgvingum og søkja til nógv bachelor- og mastertilboð. Study in Finland hevur kunning á enskum um universitet, upptøku og lestrarlív.
Finnland hevur bæði universitet og yrkisháskúlar. Kanna altíð útbúgvingina og krøvini á heimasíðuni hjá lærustovninum.

Søk inn á hægri útbúgving
Til nógv ensk bachelor- og mastertilboð verður søkt í felags umsóknini á Studyinfo.fi í januar til lestur, sum byrjar um heystið. Útbúgvingar á finskum og svenskum kunnu hava aðrar felags umsóknartíðir, ofta um várið.
- Finn útbúgvingina á Studyinfo.fi.
- Kanna upptøkukrøv, málkrøv og møguliga upptøkuroynd.
- Legg prógv og onnur kravd skjøl við innan skjølafreistina.
- Raðfest valini og fylg við boðum frá lærustovninum.
Legg merki til: Umsóknartíðir eru ymiskar. Kanna altíð dagfestingarnar fyri ta einstøku útbúgvingina.
Finn bústað
Søk um bústað í góðari tíð. Í lestrarbýum eru serlig lestrarbústaðarfeløg, og lærustovnurin kann vísa tær til rætta veitara.
Kanna bústaðarkunning hjá lærustovninum, Study in Finland og InfoFinland.
Føroysk prógv og málkrøv
Undirvísingarmálið kann vera finskt, svenskt ella enskt. Finnland hevur nógv ensk bachelor- og mastertilboð, men tú skalt vanliga skjalprógva enskkunnleika til enskar útbúgvingar.
Føroyskt miðnámsprógv kann verða brúkt sum grundarlag undir umsókn, men lærustovnurin ger endaligu metingina av prógvi, málførleika og fakligum krøvum.


Fíggjarviðurskifti
Føroyingar eru danskir ríkisborgarar og skulu vanliga fyrst kanna rættin til danskan SU, eisini tá lisið verður í øðrum Norðurlondum. Útbúgvingin skal lúka treytirnar fyri stuðli.
Um SU ikki veitir stuðul, kann Studni í ávísum serligum førum veita stuðul til hægri heiltíðarlestur í Norðurlondum. Studni hevur eisini ferðastudning til lesandi uttanlands.
Kanna fíggingina, áðrenn tú tekur av einum lestrarplássi, og legg eina fíggjarætlan fyri bústað, ferðing, mat og aðrar útreiðslur.
Skattur
Flytur tú til Finlands at lesa og hevur arbeiði ella aðra inntøku har, kanst tú verða skattskyldug/ur har. Reglurnar eru treytaðar av bústaði, longdini á uppihaldinum og slagnum av inntøku.
Fá skattaviðurskiftini í rættlag frá byrjan. Kanna eisini hjá TAKS, um tú varðveitir skattskyldu í Føroyum ella skalt lata upplýsingar í báðum londum.

Hentar leinkjur
Fá hjálp og vegleiðing
Hevur tú spurningar um útbúgvingarval, upptøkukrøv ella umsóknina, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Vegleiðingarstovuna á vegleiding@uvs.fo.
Info Norden hevur kunning um at flyta, lesa og búgva í Finlandi.
