icon-search
icon-close
No results found
icon-chevron
icon-chevron

Les í Íslandi

Innihald

Útbúgving

Á Study in Iceland kanst tú leita eftir hægri útbúgvingum í Íslandi og fáa eitt yvirlit yvir universitetini. Kanna altíð innihald, upptøkukrøv, málkrøv og umsóknarfreist á heimasíðuni hjá sjálvum universitetinum, áðrenn tú søkir.

Søk inn á hægri útbúgving

Í Íslandi er eingin felags miðstøð, sum tekur ímóti øllum umsóknum. Tú søkir beinleiðis til tað universitetið, sum bjóðar útbúgvingina. Hvørt universitet ásetur sínar egnu upptøkutreytir, umsóknarfreistir og krøv til fylgiskjøl.

  1. Finn útbúgvingina og kanna, hvat undirvísingarmálið er.
  2. Kanna upptøkukrøvini hjá universitetinum.
  3. Fyrireika prógv, próvtalsavrit og møguliga góðkendar týðingar.
  4. Kanna, um universitetið krevur skjalprógv fyri málførleika ella onnur eyka skjøl.
  5. Søk beinleiðis á umsóknarskipanini hjá universitetinum og goym váttanina.

Umsóknarfreistir

Freistirnar eru ymiskar frá universiteti til universitet og kunnu eisini vera ymiskar fyri bachelor-, master- og listarligar útbúgvingar. Umsøkjarar við útlendskum prógvi kunnu hava eina fyrru freist. Kanna tí altíð freistina hjá útbúgvingini, tú ætlar at søkja.

Universitet í Íslandi

Í Íslandi eru sjey góðkendir hægri útbúgvingarstovnar. Summir eru breið universitet, meðan aðrir serliga fáast við ávís fakøki.

Háskóli Íslands – University of Iceland

Elsta og størsta universitetið í Íslandi. Tað liggur í Reykjavík og hevur útbúgvingar innan millum annað hugvísindi, samfelagsvísindi, heilsuvísindi, náttúruvísindi, verkfrøði og útbúgving.

Háskólinn í Reykjavík – Reykjavík University

Universitet í Reykjavík við serligum denti á tøkni, verkfrøði, teldufrøði, vinnu, løgfrøði, sálarfrøði og ítróttarvísindi. Fleiri útbúgvingar á framhaldsstigi verða bodnar út á enskum.

Háskólinn á Akureyri – University of Akureyri

Liggur á Akureyri og hevur útbúgvingar innan heilsu, hugvísindi, samfelagsvísindi, vinnu og náttúruvísindi. Universitetið hevur eisini serligar útbúgvingar innan arktisk viðurskifti og West Nordic Studies.

Háskólinn á Bifröst – Bifröst University

Eitt fleksibult universitet við nógvum talgildum og fjarlestartilboðum. Høvuðsøki eru vinna, løgfrøði og samfelagsvísindi. Flestu útbúgvingarnar eru á íslendskum, men ávís skeið og tilboð eru á enskum.

Háskólinn á Hólum – Hólar University

Ein serútbúgvingarstovnur í Norðuríslandi. Útbúgvingarnar snúgva seg serliga um aling og fiskalívfrøði, rossafrøði og ferðavinnu.

Landbúnaðarháskóli Íslands – Agricultural University of Iceland

Liggur í Hvanneyri og bjóðar útbúgvingar innan landbúnað, umhvørvi, skógarfrøði, náttúrutilfeingi og landslagsarkitektur.

Listaháskóli Íslands – Iceland University of the Arts

Listaháskúlin í Reykjavík bjóðar hægri útbúgvingar innan myndlist, leiklist, dans, tónleik, sniðgeving, arkitektur og listaliga undirvísing. Umsóknin kann fevna um upptøkuroynd, arbeiðsmappu ella aðrar listaligar treytir.

Finn bústað

Tað kann vera trupult og dýrt at finna bústað, serliga í Reykjavík. Søk so tíðliga sum gjørligt. Nøkur universitet hava lestrarbústaðir ella samstarva við bústaðarfelagsskapir, meðan onnur vísa til privata leigumarknaðin. Kanna bústaðartilboðini hjá tínum universiteti, beinanvegin tú ætlar at søkja.

Fíggjarviðurskifti

Áðrenn tú søkir, eigur tú at gera eina fíggjarætlan fyri skrásetingargjald ella skúlagjald, bústað, mat, trygging, bøkur og ferðing. Almenn universitet krevja vanliga skrásetingargjald, meðan privat universitet kunnu krevja skúlagjald. Upphæddirnar eru ymiskar, og tí skalt tú kanna tær hjá universitetinum.

Føroysk lesandi kunnu søkja Studna um lestrarstuðul til góðkenda hægri útbúgving uttanlands. Treytirnar eru tengdar at útbúgvingini og tínum viðurskiftum. Kanna tí, um útbúgvingin lýkur treytirnar, og søk í góðari tíð.

Hentar leinkjur

Fá hjálp og vegleiðing

Hevur tú spurningar um útbúgvingarval, upptøkukrøv ella umsóknina, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Vegleiðingarstovuna á vegleiding@uvs.fo. Altjóða skrivstovan á universitetinum kann hjálpa við spurningum um upptøku, málkrøv, bústað og praktisk viðurskifti.

Study in Iceland hevur almenna kunning um hægri útbúgving, universitet og lívið sum lesandi. Info Norden hevur vegleiðing um at flyta, búgva, arbeiða og lesa í Íslandi.