icon-search
icon-close
No results found
icon-chevron
icon-chevron

Les í Álandi

Innihald

Útbúgving

Högskolan på Åland í Mariehamn bjóðar yrkisrættaðar hægri útbúgvingar innan millum annað tøkni, sjóvinnu, sjúkrarøkt, KT, búskap og ferðavinnu.

Áland er svensktmælt. Kanna útbúgvingarnar, undirvísingarformin og møgulig serkrøv á heimasíðuni hjá háskúlanum.

Søk inn á hægri útbúgving

Søkt verður talgilt beinleiðis til Högskolan på Åland. Í 2026 var vanliga umsóknartíðin 16. mars–15. apríl. Dagfestingar kunnu broytast frá ári til árs, so kanna altíð nýggjastu kunningina.

  • Vel útbúgving og kanna upptøkukrøvini.
  • Fyll út talgildu umsóknina innan freistina.
  • Legg prógv og møgulig arbeiðsprógv við innan skjølafreistina.
  • Kanna, um útbúgvingin hevur upptøkuroynd ella heilsukrøv.

Almenna kravið er vanliga miðnámsprógv, yrkisprógv ella samsvarandi útbúgving. Einstakar útbúgvingar hava serlig krøv.

Finn bústað

Byrja at leita eftir bústaði beinanvegin, tá tú hevur fingið lestrarpláss. Háskúlin mælir til at seta seg í bústaðarkø og kanna bæði lestraríbúðir og privata leigumarknaðin.

Les bústaðarkunningina og checklistan fyri nýggj lesandi á heimasíðuni hjá Högskolan på Åland.

Fíggjarviðurskifti

Føroyingar eru danskir ríkisborgarar og skulu vanliga fyrst kanna rættin til danskan SU, eisini tá lisið verður í øðrum Norðurlondum. Útbúgvingin skal lúka treytirnar fyri stuðli.

Um SU ikki veitir stuðul, kann Studni í ávísum serligum førum veita stuðul til hægri heiltíðarlestur í Norðurlondum. Studni hevur eisini ferðastudning til lesandi uttanlands.

Kanna fíggingina, áðrenn tú tekur av einum lestrarplássi, og legg eina fíggjarætlan fyri bústað, ferðing, mat og aðrar útreiðslur.

Hentar leinkjur

Fá hjálp og vegleiðing

Hevur tú spurningar um útbúgvingarval, upptøkukrøv ella umsóknina, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Vegleiðingarstovuna á vegleiding@uvs.fo.

Info Norden hevur kunning um at flyta, lesa og búgva í Álandi.