icon-search
icon-close
No results found
icon-chevron
icon-chevron

Les í Japan

Innihald

Útbúgving

Japan hevur bæði almenn og privat universitet. Ein bachelorútbúgving tekur vanliga fýra ár; ávísar heilsufakligar útbúgvingar taka longri tíð. Á Study in Japan finnur tú almenna kunning frá Japan Student Services Organization (JASSO) um lestrarmøguleikar og praktisk viðurskifti.

Nógvar útbúgvingar eru á japanskum, men tað ber eisini til at taka heilar universitetsútbúgvingar á enskum. Brúka yvirlitið yvir útbúgvingar á enskum, og kanna mál og upptøkukrøv á síðuni hjá hvørjari útbúgving. Japanskkunnleiki kann vera hentur í gerandisdegnum, hóast tú lesur á enskum.

Søk inn á hægri útbúgving

Tú søkir hjá tí universitetinum, tú velur. Upptøkan kann byggja á skjøl, viðtalur og royndir. Sí JASSO um bachelorupptøku, og fylg altíð ítøkiligu krøvunum hjá útbúgvingini.

1. Vel útbúgving og undirvísingarmál.
2. Kanna, um føroyska miðnámsprógvið lýkur upptøkukrøvini.
3. Fá prógv, próvtalsyvirlit, týðingar og møgulig viðmæli klár.
4. Kanna, um EJU, JLPT, ensk málroynd ella viðtala krevst.
5. Send umsóknina og fylg við boðum frá universitetinum.
6. Tá upptøkan er avgreidd, fyrireikar tú fígging, COE, visum og bústað.

Umsóknarfreistir

  • Lestrarárið byrjar vanliga í apríl. Summar útbúgvingar taka eisini lesandi inn í september ella oktober. Umsóknarfreistir og royndardagar eru ymisk; kanna eisini serstakar freistir fyri stuðul og bústað.

Legg merki til: Masterútbúgvingar, listarligar útbúgvingar og ávísar aðrar útbúgvingar kunnu hava aðrar freistir. Kanna tí altíð síðuna hjá útbúgvingarstaðnum.

Finn bústað

Í teimum størstu lestrarbýunum kann vera trupult at finna bíligan bústað. Søk tí so tíðliga sum gjørligt, eisini áðrenn tú hevur fingið endaligt svar um upptøku, um bústaðarskipanin loyvir tí.

Kanna student dormitories, privata leigu og bústaðarhjálp frá universitetinum. Við privatari leigu kunnu depositum, eyka inngjald, miðlaragjald og krav um ábyrgdarpersón koma afturat. Les JASSO um bústað, og bið um samlaða innflytingarkostnaðin, áðrenn tú velur.

Fíggjarviðurskifti

Kanna bæði árliga skúlagjaldið og møguligt upptøkugjald. Kostnaðurin er ymiskur millum almenn og privat universitet og eftir fakøki. JASSO hevur yvirlit yvir lestrargjøld. Bið tó universitetið vátta prísin fyri títt egna lestrarár.

Kanna SU-góðkenning og tín rætt til stuðul, áðrenn tú bindur teg til útbúgvingina. Les vegleiðingina um fígging av lestri.

Spyr Studna um ÚSUN, stuðul til skúlagjald og ferðastudning. Treytir og umsóknarfreistir skulu kannast fyri títt lestrarár.

Kanna MEXT-, JASSO- og aðrar stuðulsskipanir. Treytir, umsóknarleið og freistir eru ymiskar. Stuðul frá japanska statinum kann hava aðrar upptøkutreytir enn ein vanlig sjálvfíggjað umsókn.

Ger eina fíggjarætlan fyri allan lesnaðin. Tak skúlagjald, bústað, mat, flutning, bøkur, trygging, visum og ferðir við. Set eisini pening av til óvæntaðar útreiðslur og broytingar í gjaldoyrakursinum.

Skalt tú fyrireika teg málsliga áðrenn lesnaðin, spyr Studna um møguligan stuðul til málsligt fyrireikingarskeið. Legg eyka tíð og útreiðslur til hetta inn í fíggjarætlanina, og fá skrivliga váttan um, hvat skeiðið gevur atgongd til.

Heintar leinkjur

Fá hjálp og vegleiðing

JASSO og Study in Japan eru góð støð at byrja. JASSO er ein almennur stovnur við tænastum til lesandi. Altjóða skrivstovan á universitetinum kann vegleiða um umsókn, bústað og skráseting eftir komu.

Hevur tú spurningar um útbúgvingarval, upptøkukrøv ella umsóknina, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Vegleiðingarstovuna á vegleiding@uvs.fo

Mælt verður til at kanna, hvussu valda útbúgvingin kann brúkast í Føroyum, serliga um málið er eitt lógarregulerað yrki. Bið um upplýsingar um útbúgvingarstig, innihald og góðkenning, og goym skeiðslýsingar og próvtalsyvirlit.