
Les í Írlandi
Útbúgving
Írland hevur universitet, technological universities og aðrar hægri útbúgvingarstovnar. Enskt er høvuðsmálið í undirvísingini, og á Education in Ireland kanst tú leita eftir útbúgvingum og lesa um Írland sum lestrarland.
Kanna altíð innihald, faklig krøv, gjøld og møguleikar fyri víðari lestri á heimasíðuni hjá sjálvum útbúgvingarstaðnum.

Søk inn á hægri útbúgving
Til flestu bachelorútbúgvingar søkir tú gjøgnum Central Applications Office, CAO. Tú skrásetur útbúgvingar í ynsktari raðfylgju og sendir kravd skjøl sambært vegleiðingini hjá CAO.
1. Finn útbúgvingina og kanna upptøkukrøvini.
2. Kanna, um hon verður søkt gjøgnum CAO ella beinleiðis hjá stovninum.
3. Stovna CAO-umsókn og vel útbúgvingarnar í raðfestari røð.
4. Send prógv, próvtalsavrit og onnur kravd skjøl rættstundis.
5. Kanna, um útbúgvingin er restricted og krevur portfolio, roynd ella annað tíðliga í tilgongdini.
6. Fylg við boðum og svara einum møguligum tilboði innan freistina.
Umsóknarfreistir
- Vanliga CAO-freistin er 1. februar. Sein umsókn kann ofta latast inn seinni, men ikki til allar útbúgvingar, og serliga restricted courses hava strangari treytir. Kanna dagfestingarnar í ársins CAO-handbók.
Legg merki til: Masterútbúgvingar verða vanliga søktar beinleiðis hjá universitetinum og hava aðrar freistir.
Finn bústað
Tað kann vera sera trupult og dýrt at finna bústað í Írlandi, serliga í Dublin og øðrum stórum lestrarbýum. Byrja tí bústaðarleitina so tíðliga sum gjørligt.
Kanna fyrst student accommodation hjá universitetinum og søk innan teirra freist. Ver varin við falslýsingum: vátta bústaðin og útleigaran, áðrenn tú rindar depositum.
Føroysk prógv og málkrøv
CAO og útbúgvingarstaðið meta føroyska miðnámsprógvið og avgera, um tú lýkur almennu og fakligu krøvini. Umsøkjarar við útlendskum prógvi skulu fylgja serligu vegleiðingini hjá CAO og senda prógv og próvtalsavrit rættstundis.
Hóast undirvísingin er á enskum, kann útbúgvingarstaðið krevja IELTS, TOEFL, Cambridge-prógv ella annað skjalprógv fyri enskkunnleika. Kanna eisini serlig fakkrøv.


Fíggjarviðurskifti
Lestrargjaldið í Írlandi veldst um ríkisborgararætt, búsetusøgu, útbúgving og útbúgvingarstað. Free Fees Initiative kann gjalda part av gjaldinum fyri lesandi, sum lúka treytirnar, men student contribution og onnur gjøld kunnu kortini vera.
Hevur tú danskan ríkisborgararætt, verður tú vanliga viðgjørd/ur sum ES/EBS-umsøkjari. Rætturin til Free Fees er tó ikki sjálvvirkandi, tí eisini búsetutreytir kunnu hava týdning. Fá tí stovnin at vátta gjaldið skrivliga.
Tú kanst søkja um danskan SU til eina heila útbúgving uttanlands, um tú lýkur treytirnar og útbúgvingin er góðkend til SU. Kanna á SU í útlandinum.
Til ávísar masterútbúgvingar kanst tú søkja um útlandastipendium til part av útbúgvingargjaldinum.
Ger eina fíggjarætlan við lestrargjaldi, student contribution, bústaði, trygging, ferðing og dagligum útreiðslum. Bústaður kann vera ein stór útreiðsla.
Kanna eisini møgulig legat, føroyskan ferðastuðul og almennu kunningina á Student Finance.
Skattur
SU er skattskyldug inntøka. Hvussu hon verður skattað, veldst millum annað um, hvar tú ert skattskyldug/ur, meðan tú lesur í Írlandi.
Flyting til Írlands kann ávirka skattaskyldu, frádrátt og skylduna at lata upplýsingar til skattamyndugleikarnar.
Arbeiðir tú í Írlandi, skalt tú vanliga hava PPS Number, og arbeiðsgevarin skrásetur lønina hjá írsku skattastovuni Revenue.
Boða TAKS og aðrar viðkomandi myndugleikar frá flytingini og fá greiðu á skattaviðurskiftunum.
Írska skattastovan eitur Revenue.
Fá ítøkiliga vegleiðing, um tú hevur inntøku úr fleiri londum ella ert í iva um skattskylduna.

Heintar leinkjur
Fá hjálp og vegleiðing
Education in Ireland hevur almenna kunning um útbúgvingar og lestrarlív. CAO vegleiðir um felags bachelorumsóknina, meðan universitetið svarar ítøkiligum spurningum um upptøkukrøv.
Hevur tú spurningar um útbúgvingarval, føroyska prógvið ella umsóknina, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Vegleiðingarstovuna á vegleiding@uvs.fo.
Almenn kunning: Education in Ireland
Umsókn: CAO
