
Les í Grønlandi
Útbúgving
Á Sunngu finnur tú útbúgvingar og kunning um lestrarlív í Grønlandi. Ilisimatusarfik, Grønlands Universitet, hevur útbúgvingar innan millum annað samfelag, mentan, læring og heilsu.
Útbúgvingarútboðið er minni enn í hinum Norðurlondunum. Kanna tí bæði Sunngu, Ilisimatusarfik og heimasíðuna hjá tí einstaka útbúgvingarstaðnum.

Søk inn á hægri útbúgving
Umsóknin verður vanliga latin inn talgilt gjøgnum Sullissivik ella beinleiðis til útbúgvingarstaðið. Til fleiri hægri útbúgvingar er vanliga umsóknarfreist 1. mars, men freistir og mannagongdir kunnu vera ymiskar.
- Finn útbúgvingina og kanna upptøkukrøvini.
- Kanna hvørji prógv, karakterlistar og onnur fylgiskjøl skulu sendast.
- Søk innan freistina og goym kvittanina.
- Fylg við telduposti og boðum frá útbúgvingarstaðnum.
Legg merki til: Kanna altíð ársaktuella freist og krøv á síðuni hjá útbúgvingarstaðnum.
Finn bústað
Byrja at leita eftir bústaði, so skjótt tú hevur søkt. Útboðið kann vera avmarkað, serliga í Nuuk.
Spyr útbúgvingarstaðið um lestraríbúð og les kunningina um bústað og flyting hjá Info Norden.
Føroysk prógv og málkrøv
Undirvísingarmálið kann vera grønlendskt, danskt ella enskt, alt eftir útbúgving og skeiði. Kanna málkrøvini beinleiðis hjá útbúgvingarstaðnum.
Føroyskt miðnámsprógv kann verða brúkt sum grundarlag undir umsókn, men útbúgvingarstaðið ger endaligu metingina av prógvi og fakligum krøvum.


Fíggjarviðurskifti
Føroyingar eru danskir ríkisborgarar og skulu vanliga fyrst kanna rættin til danskan SU, eisini tá lisið verður í Grønlandi. Útbúgvingin skal lúka treytirnar fyri stuðli.
Um SU ikki veitir stuðul, kann Studni í ávísum serligum førum veita stuðul til hægri heiltíðarlestur í Norðurlondum. Studni hevur eisini ferðastudning til lesandi uttanlands.
Kanna fíggingina, áðrenn tú tekur av einum lestrarplássi, og legg eina fíggjarætlan fyri bústað, ferðing, mat og aðrar útreiðslur.
Skattur
Flytur tú til Grønlands at lesa og hevur arbeiði ella aðra inntøku har, kanst tú verða skattskyldug/ur í Grønlandi. Reglurnar eru treytaðar av bústaði, longdini á uppihaldinum og slagnum av inntøku.
Fá skattaviðurskiftini í rættlag frá byrjan. Kanna eisini hjá TAKS, um tú varðveitir skattskyldu í Føroyum ella skalt lata upplýsingar í báðum londum.

Hentar leinkjur
Fá hjálp og vegleiðing
Hevur tú spurningar um útbúgvingarval, upptøkukrøv ella umsóknina, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Vegleiðingarstovuna á vegleiding@uvs.fo.
Info Norden hevur kunning um at flyta, lesa og búgva í Grønlandi.
