icon-search
icon-close
No results found
icon-chevron
icon-chevron

Les í Spania

Innihald

Útbúgving

Í Spania eru bæði almenn og privat universitet. Flestu bachelorútbúgvingar verða undirvístar á sponskum, men tú finnur eisini útbúgvingar á enskum – serliga á masterstigi. Á UNEDasiss finnur tú kunning um upptøku hjá umsøkjarum við útlendskum prógvi.

Kanna altíð innihald, mál, kostnað og upptøkukrøv á heimasíðuni hjá universitetinum. Krøvini kunnu vera ymisk millum universitet og millum sponsku landslutirnar.

Søk inn á hægri útbúgving

Tá tú søkir bachelorútbúgving í Spania við føroyskum miðnámsprógvi, skalt tú vanliga fáa prógvið mett gjøgnum UNEDasiss. Universitetið ella landsluturin kann harumframt krevja serstakar PCE-upptøkuroyndir ella aðra skráseting.

1. Finn útbúgvingina og kanna undirvísingarmál og upptøkukrøv.
2. Spyr universitetið, hvørja UNEDasiss-góðkenning tú skalt hava.
3. Fyrireika prógv, próvtalsavrit og møguligar týðingar.
4. Søk um góðkenning og møguligar PCE-royndir í góðari tíð.
5. Søk síðani eftir mannagongdini hjá universitetinum ella landslutinum.
6. Goym kvittanir og fylg við boðum frá universitetinum.

Umsóknarfreistir

  • Freistirnar eru ymiskar: Tær veldast um universitet, landslut og útbúgving. Freistir til UNEDasiss, PCE-royndir og sjálva universitetsumsóknina eru ikki altíð tær somu. Kanna tí allar freistir á heimasíðuni hjá útbúgvingarstaðnum.

Legg merki til: Masterútbúgvingar og privat universitet hava ofta sína egnu umsóknarskipan og sínar egnu freistir.

Finn bústað

Universitetini hava ofta kunning um lestrarheim, residencias universitarias, og privat kamar ella íbúðir. Í stórbýum sum Madrid og Barcelona kann bæði kostnaður og eftirspurningur vera høgur, so far undir bústaðarleitina tíðliga.

Kanna fyrst bústaðarkunningina hjá universitetinum. Ver varin við falslýsingum: flyt ikki stóra upphædd, fyrr enn tú hevur váttað útleigaran, bústaðin og treytirnar í leigusáttmálanum.

Fíggjarviðurskifti

Útbúgvingargjaldið er ymiskt. Á almennum universitetum veldst gjaldið millum annað um landslut og tal av ECTS-stigum; privat universitet eru vanliga munandi dýrari. Kanna altíð samlaða árliga kostnaðin hjá universitetinum.

Tú kanst søkja um danskan SU til eina heila útbúgving uttanlands, um tú lýkur treytirnar og útbúgvingin er góðkend til SU. Kanna útbúgvingina og søk í góðari tíð á SU í útlandinum.

Til ávísar masterútbúgvingar kanst tú eisini søkja um útlandastipendium til part av útbúgvingargjaldinum. Treytirnar eru á su.dk.

Ger eina fíggjarætlan við útbúgvingargjaldi, bústaði, trygging, ferðing og dagligum útreiðslum. Kostnaðurin er nógv ymiskur millum býir.

Kanna eisini, um tú hevur rætt til føroyskan ferðastuðul ella annan stuðul, og um universitetið hevur legat ella afsláttarskipanir.

Søk stuðul og vátta fíggingina, áðrenn tú bindur teg til kostnaðarmiklan bústað ella rindar stórt innskrivingargjald.

Heintar leinkjur

Fá hjálp og vegleiðing

UNEDasiss hevur kunning um meting av útlendskum prógvum, PCE-royndir og umsóknargongdina. Sjálvt universitetið er tó rætti staðurin at fáa endaligt svar um upptøkukrøv.

Hevur tú spurningar um útbúgvingarval, føroyska prógvið ella umsóknina, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Vegleiðingarstovuna á vegleiding@uvs.fo.

Almenn kunning: UNEDasiss
Spanska útbúgvingarmálaráðið: Educación