
Les í Italia
Útbúgving
Italia hevur nógv almenn og privat universitet, umframt listaháskúlar og konservatorium. Nógvar útbúgvingar eru á italskum, men úrvalið á enskum er vaksandi, serliga á masterstigi. Á Universitaly kanst tú leita eftir útbúgvingum og lesa um skipanina.
Kanna altíð innihald, undirvísingarmál, góðkenning, upptøkukrøv og samlaða kostnaðin á heimasíðuni hjá sjálvum útbúgvingarstaðnum.

Søk inn á hægri útbúgving
Tú søkir vanliga eftir mannagongdini hjá tí einstaka universitetinum. Universitaly verður eisini brúkt til ávísar almennar tilgongdir, millum annað pre-enrolment hjá umsøkjarum, sum hava tørv á lestrarvisum, og til útbúgvingar við landsumfatandi upptøku.
1. Finn útbúgvingina og kanna upptøkukrøv og undirvísingarmál.
2. Kanna, hvør umsóknarskipan skal brúkast.
3. Fyrireika prógv, próvtalsavrit, samleikaprógv og møguligar góðkendar týðingar.
4. Legg øll kravd skjøl við umsóknini.
5. Kanna, um útbúgvingin krevur málroynd, portfolio, samrøðu ella upptøkuroynd.
6. Goym kvittanina og fylg við boðum frá útbúgvingarstaðnum.
Umsóknarfreistir
- Freistirnar eru ymiskar: Universitetini áseta sínar egnu freistir, og útbúgvingar við upptøkuroynd hava serliga skrá. Kanna bæði universitetið og Universitaly í góðari tíð.
Legg merki til: Masterútbúgvingar, listarligar útbúgvingar og útbúgvingar við avmarkaðum tali av plássum kunnu hava serliga mannagongd og fyrru freist.
Finn bústað
Universitet og regionalir studentafelagsskapir kunnu hava lestrarheim og bústaðartilboð. Í býum sum Milano, Rom og Bologna kann eftirspurningurin og kostnaðurin vera høgur.
Kanna fyrst bústaðartænastuna hjá universitetinum og byrja leitina tíðliga. Ver varin við falslýsingum, og vátta bústaðin, útleigaran og leigusáttmálan, áðrenn tú rindar depositum.
Føroysk prógv og málkrøv
Útbúgvingarstaðið metir føroyska miðnámsprógvið og avger, um tú lýkur almennu og fakligu upptøkukrøvini. Tað kann verða kravt, at prógv og próvtalsavrit verða týdd av góðkendum týðara ella fáa serliga váttan.
Til italskmæltar útbúgvingar verður vanliga kravt prógv í italskum, ofta á B2-stigi. Til enskmæltar útbúgvingar kann verða kravt IELTS, TOEFL ella annað góðkent málprógv.


Fíggjarviðurskifti
Gjaldið á almennum universitetum veldst ofta um universitet, útbúgving og fíggjarlig viðurskifti; privat universitet kunnu vera munandi dýrari. Kanna eisini regional gjøld og umsóknargjøld.
Tú kanst søkja um danskan SU til eina heila útbúgving uttanlands, um tú lýkur treytirnar og útbúgvingin er góðkend til SU. Kanna útbúgvingina og søk í góðari tíð á SU í útlandinum.
Til ávísar masterútbúgvingar kanst tú søkja um útlandastipendium til part av útbúgvingargjaldinum. Kanna treytirnar á su.dk.
Ger eina fíggjarætlan við lestrargjaldi, umsóknargjaldi, bústaði, trygging, ferðing og dagligum útreiðslum.
Kanna eisini, um útbúgvingarstaðið ella landið hevur legat og stuðul til altjóða lesandi.
Kanna, um tú hevur rætt til føroyskan ferðastuðul ella annan stuðul, áðrenn tú bindur teg til stórar útreiðslur.
Skattur
SU er skattskyldug inntøka. Hvussu hon verður skattað, veldst millum annað um, hvar tú ert skattskyldug/ur, meðan tú lesur í Italia.
Flyting til Italia kann ávirka skattaskyldu, frádrátt og skylduna at lata upplýsingar til skattamyndugleikarnar.
Arbeiðir tú við síðuna av lesnaðinum, kanst tú fáa skyldu at skráseta teg og rinda skatt í lestrarlandinum.
Boða TAKS og aðrar viðkomandi myndugleikar frá flytingini og fá greiðu á skattaviðurskiftunum.
Agenzia delle Entrate hevur almenna kunning um skatt í Italia.
Fá ítøkiliga vegleiðing, um tú hevur inntøku úr fleiri londum ella ert í iva um skattskylduna.

Heintar leinkjur
Fá hjálp og vegleiðing
Universitaly hevur kunning um útbúgvingar og lestrarlív. Endaligt svar um upptøku, prógv, málkrøv og skjøl fært tú frá útbúgvingarstaðnum.
Hevur tú spurningar um útbúgvingarval, føroyska prógvið ella umsóknina, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Vegleiðingarstovuna á vegleiding@uvs.fo.
Almenn kunning: Universitaly
Umsókn og upptøkukrøv: Les meira
