
Les í Danmark
Útbúgving
Á UddannelsesGuiden kanst tú leita eftir hægri útbúgvingum í Danmark og lesa um innihald, upptøkukrøv, útbúgvingarstað og framtíðar arbeiðsmøguleikar.
Leitar tú eftir útbúgvingum á enskum, kanst tú eisini brúka Study in Denmark. Kanna altíð upplýsingarnar á heimasíðuni hjá sjálvum útbúgvingarstaðnum, áðrenn tú søkir..
Til flestu bachelor- og professionsbachelorútbúgvingar søkir tú á Optagelse.dk. Tú velur útbúgvingar í raðfestari røð og leggur prógv og onnur kravd fylgiskjøl við sum PDF-fílur.
1. Finn útbúgvingina og kanna øll upptøkukrøv.
2. Fá CPR-nummar og MitID í rættlag í góðari tíð.
3. Skanna prógv og onnur fylgiskjøl sum greiðar PDF-fílur.
4. Søk á Optagelse.dk og raðfest ynskini.
5. Kanna, um útbúgvingarstaðið krevur eyka skjøl ella eina serliga kvotu-2 umsókn.
6. Goym kvittanina og fylg við boðum frá útbúgvingarstaðnum.
- 15. mars kl. 12: Kvota 2 og vanliga eisini umsøkjarar við miðnámsprógvi, sum ikki kann umroknast til danskt próvtalsmiðal. 5. juli kl. 12: Kvota 1 fyri umsøkjarar, hvørs prógv kann umroknast til danskt próvtalsmiðal.
Legg merki til: Masterútbúgvingar, listarligar útbúgvingar og ávísar aðrar útbúgvingar kunnu hava aðrar freistir. Kanna tí altíð síðuna hjá útbúgvingarstaðnum.
Í teimum størstu lestrarbýunum kann vera trupult at finna bíligan bústað. Søk tí so tíðliga sum gjørligt, eisini áðrenn tú hevur fingið endaligt svar um upptøku, um bústaðarskipanin loyvir tí.
Ráðgevingin: Kollegiu og ungdómsíbúðir
Info Norden: Bústaður í Danmark
Tú søkir um SU í minSU við MitID. Tú kanst í fyrsta lagi søkja ein mánað áðrenn tann mánaðin, tú kanst fáa SU frá. SU verður ikki veitt afturvirkandi, og tú kanst vanliga í fyrsta lagi fáa stuðul frá tí mánaðinum, tú søkir. Tí er týdningarmikið at søkja rættstundis. SU Upphæddin verður sum heild leypandi dagførd. Upphædin kann broytast millum annað um tú hevur børn ella aðrar serligar umstøður.
Á hægri útbúgving verður SU latin sum mánaðarlig SU-klipp. Hvør mánaður við SU telur sum eitt klipp, og tú hevur eitt avmarkað tal av klippum til útbúgvingina. Nýggjar SU-reglur fáa týdning fyri lesandi, sum eru byrjað á nýggjari hægri ella privatari útbúgving 1. juli 2025 ella seinni. Tí er skilagott at kanna, hvussu nógv SU-klipp tú hevur, og at leggja lesnaðin til rættis eftir tí.
Tú kanst arbeiða samstundis sum tú fært SU, men mark er fyri, hvussu nógv tú kanst forvinna. Hetta verður nevnt fríupphæddin. Forvinnur tú meira enn loyvt, kanst tú verða kravd/ur eftir at gjalda part av SU aftur. Tú kanst eisini velja SU frá í einstøkum mánaðum, um tú væntar at forvinna ov nógv.
Um tú hevur tørv á meira fígging, kanst tú søkja um SU-lán afturat SU. Lán skal gjaldast aftur eftir loknan lestur.
Tú søkir og sært tínar upplýsingar í minSU, og SU-skrivstovan á útbúgvingarstaðnum kann hjálpa tær við umsóknini. Les eisini nærri um SU-skipanina hjá Ráðgevingini fyri føroyingar í Danmark.
Skat
SU er skattskyldug inntøka í Danmark. Ert tú rætt skrásett/ur hjá SKAT og hevur onga aðra inntøku, verður skatturin vanliga áleið 900 kr. um mánaðin.
Tað er sera týdningarmikið, at tú verður forskotsskrásett/ur hjá SKAT, áðrenn fyrsta SU-gjaldið verður goldið út. Ert tú ikki forskotsskrásett/ur, hevur SU-stýrið einki skattakort at brúka. Tá kunnu 55 prosent verða drigin í skatti av SU, og tú fært sostatt fleiri túsund krónur minni útgoldnar enn væntað.
Peningurin er ikki mistur, men tú mást fáa skattaviðurskiftini rættað, áðrenn rætta upphæddin kann verða goldin út. Tað er tí best at fáa forskotsuppgerðina í rættlag beinanvegin.
Rita inn á skat.dk við MitID, vel Forskudsopgørelsen, og skráset væntaðu inntøkuna fyri árið. Hevur tú arbeiði afturat SU, skalt tú eisini skráseta væntaðu lønarinntøkuna.
Føroysk lesandi í Danmark kunnu undir ávísum treytum fáa ein serligan Føroyafrádrátt. Frádrátturin kann hava stóran týdning fyri, hvussu nógv tú rindar í skatti, men hann verður ikki altíð skrásettur sjálvvirkandi. Tí er umráðandi at kanna, um tú hevur rætt til frádráttin, og hvussu tú søkir um hann.
Føroysk prógv og málkrøv
Við føroyskum miðnámsprógvi kanst tú søkja inn á hægri útbúgvingar í Danmark. Føroyskt á A-stigi verður sambært avtalu javnsett við danskt á A-stigi, tá tú søkir inn á hægri útbúgving í Danmark. Tak niður avtaluna um føroyskt A og danskt A.
Til útbúgvingar á enskum kann útbúgvingarstaðið krevja skjalprógv fyri enskkunnleika, til dømis IELTS ella TOEFL.

Heintar leinkjur
Fíggjarleinki
Fá hjálp og vegleiðing
Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark veitir føroyingum ókeypis ráðgeving um millum annað útbúgving, bústað og sosial viðurskifti.
Hevur tú spurningar um útbúgvingarval, upptøkukrøv ella umsóknina, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Vegleiðingarstovuna á vegleiding@uvs.fo
Ráðgevingin í Danmark: Ráðgevingin fyri Føroyingar í Danmark
Info Norden: Vegleiðing um at flyta til Danmarkar
