icon-search
icon-close
No results found
icon-chevron
icon-chevron

Markleys Útbúgving

Innihald

Fekst tú Markleys Útbúgving við?

Eftirmeting av Markleys Útbúgving 2026

Leinkja til eftirmeting hjá skúlaleiðslum. https://vegleiding.fo/eftirmeting/

Kemur tú við á Markleys Útbúgving?

Tá ið tú ert liðugur í fólkaskúlanum ella á miðnámi, kemur tann afturvendandi spurningurin: Hvat ætlar tú tær so nú?

Tað er ikki altíð lætt at svara. Í dag eru so nógvar útbúgvingar at velja ímillum, at tað kann vera trupult at finna út av, hvør útbúgving hóskar best til tín.

Kom á Markleys, fá íblástur og finn títt næsta stig!

Ert tú næmingur? Hygg niðanfyri og melda teg til.

Ert tú foreldur, avvarðandi ella bara forvitin eftir at vita meira um útbúgvingarmøguleikarnar í Føroyum? So ert tú hjartaliga vælkomin á Markleys, tá ið dyrnar lata upp fyri almenninginum kl. 14.30.

Sí skránna og les meira um tiltakið her á síðuni.

Markleys Útbúgving 2026

Skrá: pallurin í hølluni

Kl. 15.00 Erasmus+

Hoyr um møguleikarnar at fara uttanlands sum sjálvboðin við Erasmus+. Í 2028 verður Føroyar partur av Erasmus+ og tá fara lesandi í Føroyum at hava møguleika at søkja stuðul frá Erasmus.
Fyrilestrahaldari: Marjun Lützen, Fulltrúi Erasmus+ Á Undirvísingarstýrinum.

Kl. 15.25 Ferðaleiðaraskeið

Kundi tú hugsað tær at vita nógv um: uppruna & búseting í Føroyum. Ólav kong & Nólsoyar Páll, føroyska búskapin & livigrundarlagið, sosiologi & matmentan, jarðfrøði, plantufrøði og landbúnað, list, burðardygd & ferðavinnu og førleikar at greiða frá og siga søgur? So er ferðaleiðarskeiðið kanska nakað fyri teg.
Hoyr um møguleikarnar á Miðnámi í Vestmanna har tú kanst lesa til ferðaleiðara.
Hans Jacob Kollslíð, Lestrarvegleiðari á Miðnám í Vestmanna.

Kl. 15.50 Tilboð frá Aalborg Universiteti til tín sum undirvísara

Fá íblástur til undirvísingina við AAU Play og hoyr meira um, hvussu AAU Play kann fáa fakligt tilfar frá universitetinum beinleiðis inn í tína skúlastovu. Tú fært eisini kunning um okkara ókeypis talgilda skeið “Generativ AI og læring”, sum er sniðgivið til at geva tær ítøkilig amboð og vitan um, hvussu vitlíki kann nýtast í undirvísingini.
Gevið gætur. Framløgan fer fram á donskum.
Fyrilestrahaldari: Rie Hasic Hegelund

Kl. 16.15 FSA-ung – Better level of Faroese, your ticket to further education

FSA-ung er ætlað ungum, ið ikki hava føroyskt sum móðurmál, sum eru liðug við fólkaskúlan. Talan er um fulltíðarlestur við serligum denti á skeið í føroyskum, sum fyrireikar næmingarnar til at fara víðari á miðnámi ella at fara undir aðra útbúgving, eitt nú handverkara útbúgving ella beinleiðis í vinnu.
Christiana Jensen, lærari á Miðnám á Kambsdali

Kl. 16.40 Nýtt útbúgvingartilboð í Føroyum. Kt – supportari

Fyrsta skúlaskeið byrjar 2. november 2026. Talan eru um yrkisútbúgving, sum er sett saman av skúlagongd og verkligari læru á góðkendum læruplássi. Ein KT-supportari arbeiðir við teldum, forritum, netverkum, ambætarum og trygd. Eisini setir hann upp útgerð, heldur hana við líka, finnur og rættar feilir v.m.
Christian Joensen, lærari á Miðnám á Kambsdali

Kl. 17.05 Norðuratlantiska ævintýrið

Trý lond, ein serstøk útbúgving, óteljandi møguleikar! Við Norðuratlantiska Studentaflokkinum (NGK) fært tú møguleikan at taka eina gymnasiala miðnámsútbúgving í Danmark, Føroyum og Grønlandi. Tú upplivir nýggjar mentanir, lærir nýggj fólk at kenna og mennist bæði fakliga og persónliga. Tú fært ikki bara eina útbúgving, sum gevur atgongd til víðari lestur – tú fært eisini upplivingar, sjálvsálit og royndir, sum tú kanst taka við tær restina av lívinum.
Fyrilestrahaldari: Magni Høgnesen, lærari á Miðnám á Kambsdali

Kl. 17.30 FSA til vaksin

Í 2019 fór landsstýrið undir eina verkætlan, sum hevði til endamáls at skipa arbeiðið á hesum øki betur. Hinn 13. mai 2024 legði Barna- og útbúgvingarmálaráðið fram lógaruppskot um føroyskt sum annaðmál. Uppskotið skuldi tryggja lógargrundarlagið undir undirvísing í føroyskum fyri fólk, sum búgva í Føroyum, men sum ikki hava føroyskt sum móðurmál. Við eini landsfevnandi skipan fyri undirvísing í føroyskum sum annaðmál verður tryggjað, at allir tilflytarar hava somu møguleikar at fáa undirvísing í føroyskum.
Hoyr um FSA til vaksin.
EN: In 2019, the government launched a project to create structured efforts in this area. On May 13th, 2024, the Ministry of Children and Education passed a bill on Faroese as a Second Language, establishing a legal framework for the education of residents in the Faroe Islands whose first language is not Faroese. A nationwide provision of Faroese as a Second Language ensures that all immigrants have equal access to language education. Hear about FSA for adults.
Fyrilestrahaldari: Esther Margreth Petersen, Samskipari Føroyskt sum annað mál Á Undirvísingarstýrinum.

Markleys Útbúgving er ein útbúgvingarráðstevna, sum verður hildin við Tjarnir 28. oktober. Dyrnar lata upp kl. 8.00 fyri næmingum og kl. 14.30 fyri almenninginum. Tað er ókeypis at luttaka.

Vit byrja skránna fyri almenningin við einari konsert við Bjarka Virgarssyni Trondesen, sum tey flestu kenna úr sendingini Hoydalar. Hann fer at seta ein hugnaligan og tónleikaligan dám á byrjanina.

Ókeypis parkeringspláss eru við Tjarnir. Sølubúðin verður eisini opin, so til ber at keypa sær okkurt lætt at eta og drekka.

Vit gleða okkum at síggja tykkum!

Tíðindaskriv

Miðnám við fleiri

  • Básur 18: Føroya Fólkaháskúli
  • Básur 19: Ítróttarskúlin í Suðuroy
  • Básur 20: Heilsuskúli Føroya
  • Básur 21: Miðnám í Vestmanna
  • Básur 22: Miðnám á Kambsdali
  • Básur 23: NámX
  • Básur 24: Sjónám
  • Básur 25: Tekniski skúli í Klaksvík
  • Básur 26: Rótin
  • Básur 27: UVS miðnám
  • Básur 37: Musikskúla miðnám

Føroysk lærupláss

  • Básur 10: Betri Banki
  • Básur 11: Balslev
  • Básur 28: J&K Petersen
  • Básur 29: Bakkafrost
  • Básur 30: SEV
  • Básur 31: Mest
  • Básur 32: Articon
  • Básur 33: Hiddenfjord
  • Básur 36: Wenzel
  • Básur 34: Kanjon

Hægri útbúgving

  • Básur 2: MFS
  • Básur 3: Ráð teirra lesandi
  • Básur 7: Fróðskaparsetur Føroya

Stovnar

  • Básur 1: Vegleiðingarstovan
  • Básur 13: Erasmus+
  • Básur 14: Føroyskt sum annað mál
  • Básur 16: Studni
  • Básur 35: Yrkisdepilin

Útlendskir framsýnarar

  • Básur 4: Institut français du Danemark | Campus France Danemark
  • Básur 5: UCN
  • Básur 6: PUM
  • Básur 8: DTU Aqua
  • Básur 9: Aalborg Universitet
  • Básur 15: EF Education First Danmark
  • Básur 17: Dansk Studie Center

Vælkomin á Markleys Útbúgving frá kl. 14.30 tann 28 okt. Við Tjarnir

Áhugaverdaútbúgvingarráðstevnan, Markleys Útbúgving, verður í høllini Við Tjarnir í Hoyvík 28. okt. Frá kl. 9-14.30 er dagurin fyri 3. árs næmingar á miðnámi og 9. og 10. fl. í fólkaskúlanum. Frá kl.14.30-18.00 lata dyrnar upp fyri almenninginum. Tá eru øll vælkomin at fáa kunning og íblástur um útbúgvingar í Føroyum og uttanlands, eins og lærupláss og starvsmøguleikar í Føroyum. 

Kl. 14.30 endar skúladagurin hjá næminginum sum hava verið á Markleys Útbúgving  við einari samanumtøku og konsert við Bjarki Virgarsson Trondesen , sum nógv kenna frá vælumtóktu sendingini Hoydalar. Hann fer  at seta ein festligan dám á endan á næmingadegnum, samstundis sum dyrnar lata upp fyri almenninginum.

Á tiltakinum ber til at hitta umboð fyri skúlar, útbúgvingarstovnar, lærupláss og aðrar stovnar. Her kunnu vitjandi hoyra um ymiskar útbúgvingar, seta spurningar og fáa vegleiðing um møguleikarnar eftir fólkaskúla og miðnám. Framsýnarar á útbúgvingarráðstevnuni eru 35 í tali.

Seinnapartin vera eisini fyrilestrar um ymiskar útbúgvingar og møguleikar. Evnini eru millum annað hægri lestur, yrkisútbúgvingar og Erasmus+. Sí skránna her

Umleið 1.100 næmingar luttaka

 Markleys útbúgving er fyri allar næmingar í Føroyum. Næmingarnir fáa eina skrá, har teir vitja básar, lurta eftir fyrilestrum og fáa vegleiðing í bólkum. Væntandi koma umleið 1.100 næmingar  til tiltakið.

Endamálið við Markleys Útbúgving er at geva teimum ungu betri innlit í útbúgvingar- og yrkismøguleikar og veita teimum vegleiðing um, hvørjar leiðir tey kunnu velja, so tey fáa eitt gott grundarlag at taka avgerðir um sína framtíð.

Foreldur, familjur og øll onnur, sum hava áhuga fyri útbúgving og starvsmøguleikum, eru hjartaliga vælkomin at vitja tiltakið frá kl. 14.30.

Tíð og stað: Mikudagin 28. oktober kl. 14.30–18.00, Við Tjarnir í Hoyvík.

Atgongd: Ókeypis.

Skrá og meira kunning: Markleys Útbúgving

Skrá: pallurin í hølluni

Kl. 15.00 Erasmus+

Hoyr um møguleikarnar at fara uttanlands sum sjálvboðin við Erasmus+. Í 2028 verður Føroyar partur av Erasmus+ og tá fara lesandi í Føroyum at hava møguleika at søkja stuðul frá Erasmus.
Fyrilestrahaldari: Marjun Lützen, Fulltrúi Erasmus+ Á Undirvísingarstýrinum.

Kl. 15.25 Ferðaleiðaraskeið

Kundi tú hugsað tær at vita nógv um: uppruna & búseting í Føroyum. Ólav kong & Nólsoyar Páll, føroyska búskapin & livigrundarlagið, sosiologi & matmentan, jarðfrøði, plantufrøði og landbúnað, list, burðardygd & ferðavinnu og førleikar at greiða frá og siga søgur? So er ferðaleiðarskeiðið kanska nakað fyri teg.
Hoyr um møguleikarnar á Miðnámi í Vestmanna har tú kanst lesa til ferðaleiðara.
Hans Jacob Kollslíð, Lestrarvegleiðari á Miðnám í Vestmanna.

Kl. 15.50 Tilboð frá Aalborg Universiteti til tín sum undirvísara

Fá íblástur til undirvísingina við AAU Play og hoyr meira um, hvussu AAU Play kann fáa fakligt tilfar frá universitetinum beinleiðis inn í tína skúlastovu. Tú fært eisini kunning um okkara ókeypis talgilda skeið “Generativ AI og læring”, sum er sniðgivið til at geva tær ítøkilig amboð og vitan um, hvussu vitlíki kann nýtast í undirvísingini.
Gevið gætur. Framløgan fer fram á donskum.
Fyrilestrahaldari: Rie Hasic Hegelund

Kl. 16.15 FSA-ung – Better level of Faroese, your ticket to further education

FSA-ung er ætlað ungum, ið ikki hava føroyskt sum móðurmál, sum eru liðug við fólkaskúlan. Talan er um fulltíðarlestur við serligum denti á skeið í føroyskum, sum fyrireikar næmingarnar til at fara víðari á miðnámi ella at fara undir aðra útbúgving, eitt nú handverkara útbúgving ella beinleiðis í vinnu.
Christiana Jensen, lærari á Miðnám á Kambsdali

Kl. 16.40 Nýtt útbúgvingartilboð í Føroyum. Kt – supportari

Fyrsta skúlaskeið byrjar 2. november 2026. Talan eru um yrkisútbúgving, sum er sett saman av skúlagongd og verkligari læru á góðkendum læruplássi. Ein KT-supportari arbeiðir við teldum, forritum, netverkum, ambætarum og trygd. Eisini setir hann upp útgerð, heldur hana við líka, finnur og rættar feilir v.m.
Christian Joensen, lærari á Miðnám á Kambsdali

Kl. 17.05 NGK Norðuratlantiska ævintýrið

Trý lond, ein serstøk útbúgving, óteljandi møguleikar! Við Norðuratlantiska Studentaflokkinum (NGK) fært tú møguleikan at taka eina gymnasiala miðnámsútbúgving í Danmark, Føroyum og Grønlandi. Tú upplivir nýggjar mentanir, lærir nýggj fólk at kenna og mennist bæði fakliga og persónliga. Tú fært ikki bara eina útbúgving, sum gevur atgongd til víðari lestur – tú fært eisini upplivingar, sjálvsálit og royndir, sum tú kanst taka við tær restina av lívinum.
Fyrilestrahaldari: Magni Høgnesen, lærari á Miðnám á Kambsdali

Kl. 17.30 FSA til vaksin

Í 2019 fór landsstýrið undir eina verkætlan, sum hevði til endamáls at skipa arbeiðið á hesum øki betur. Hinn 13. mai 2024 legði Barna- og útbúgvingarmálaráðið fram lógaruppskot um føroyskt sum annaðmál. Uppskotið skuldi tryggja lógargrundarlagið undir undirvísing í føroyskum fyri fólk, sum búgva í Føroyum, men sum ikki hava føroyskt sum móðurmál. Við eini landsfevnandi skipan fyri undirvísing í føroyskum sum annaðmál verður tryggjað, at allir tilflytarar hava somu møguleikar at fáa undirvísing í føroyskum.
Hoyr um FSA til vaksin.
EN: In 2019, the government launched a project to create structured efforts in this area. On May 13th, 2024, the Ministry of Children and Education passed a bill on Faroese as a Second Language, establishing a legal framework for the education of residents in the Faroe Islands whose first language is not Faroese. A nationwide provision of Faroese as a Second Language ensures that all immigrants have equal access to language education. Hear about FSA for adults.
Fyrilestrahaldari: Esther Margreth Petersen, Samskipari Føroyskt sum annað mál Á Undirvísingarstýrinum.

Kom og hoyr Bjarka

Vit byrja kl. 14.30 við einari konsert við Bjarka Virgarssyni Trondesen, sum er kendur úr sendingini Hoydalar. Síðani seta vit gongd á fyrilestrarnar.

Markleys Útbúgving seinastu árini

Her særst tú Markleys Útbúgving síðan 2021 Í Norðurlandahúsinum

Markleys Útbúgving 2021 – fyri næmingar á miðnámi


Markleys útbúgving hjálpir tær víðari við tínari útbúgving
Vælumtókta útbúgvingarstevnan Markleys Útbúgving verður 15. september 2021 í Norðurlandahúsinum. Markleys Útbúgving er ein útbúgvingarstevna, har útbúgvingarstovnar greiða frá møguleikum at útbúgva seg. Í ár verður eisini høvi at hoyra meira um karrieruskifti. Orsakað av koronustøðuni, eru bert føroyskir luttakarar til staðar í Norðurlandahúsinum. Okkara útlendsku gestir luttaka talgilt. Tiltakið verður opið fyri næmingum á miðnámi um dagin við einari spennandi skrá.

Frá kl. 09.00 til kl. 09.20 er skráseting á skránni. Tá tit koma inn í høllina møta tit okkum við inngongina har tit verða skrásett so vit vita at øll eru komin væl uppá pláss. Síðan fara vit inn í høllina til felagskunning.  

09.20 bjóða vit vælkomin í høllini
kl. 09.25 Jenis Av Rana, landsstýrismaður í Uttanríkis og Mentamálum setur Markleys Útbúgving
kl. 09.40 Durita Samuelsen greiður frá
kl. 09.55 Bankagóð fíggjarráð
kl.10.05 Maiken Skarðenni greiður frá um at velja útbúgving
Síðan fara tit víðari til tykkara fyrilestrar. Tit skulu nú, tað vil siga beint nú og ikki 15. sep. velja hvørjar fyrilestrar tit vilja hoyra. Longri nirri á síðuni velja tit, leggja tykkara navn, telefon nr. og skúla inn og siga “Skráset nú”. 

Kl. 11.50 verður døgurða steðgur tá vit bjóða ein lættan bitan og tit hava møguleika at síggja og heilsa uppá tey sum eru í básinum í Norðurlandahúsinum.

14.30 Møtast vit øll aftur í høllini og tað verður lutakast um ein festival pakkað. Tit hava øll møguleika at vinna atgongumerki til komandi festivalarnar.

Markleys Útbúgving er eitt upplýsingarátak ætlað fráfaringarflokkunum í miðnámsskúlunum, men onnur, sum ynskja kunning um útbúgvingarmøguleikar, eru eisini vælkomin.

Markleys Útbúgving 2022 var 2. november í Norðurlandahúsinum.

Næmingar frá miðnám meldaðu seg til fyrilestar og básar á degnum. Meira kunning um tilmelding var hjá vegleiðarinum á miðnámi.  

Vegleiðingarstovan samstarvar millum annað við MFS, Ráð teirra lesandi, Yrkisdepilin, Lestrarvegleiðarafelagið og útlendsk vegleiðarfeløg um at geva miðnámsnæmingum eitt gott grundarlag at velja sína víðari útbúgving.

Við at upplýsa um nógvu valmøguleikarnar, fáa miðnámsnæmingarnir íblástur og betri vitan, um ta stóru lestraravgerðina.

Markleys Útbúgving 2023 – Vit fegnast um enn eitt væleydnað tiltak fyri 20indu ferð
Í ár kunnu vit fegnast um, at Markleys Útbúgving var sera væl eydnað, og at tiltakið nú hevur 20 ár á baki. Hetta merkir, at tiltakið nú er eldri enn fleiri luttakarar, sum koma til Markleys Útbúgving.

Holger Arnbjerg, sum eigur hugskotið til Markleys Útbúgving, og hevur staðið á odda fyri tiltakinum flestu árinini, fekk tí ein heiður fyri avrikið og megnar tiltakið, sum hann hevur latið okkum øðrum.

Til Markleys Útbúgving fingu næmingar høvi at hoyra um at lesa í millum annað Stóra Bretlandi, Skandinavisku londunum, Íslandi, Grønlandi, USA, Fraklandi, Pólandi og ikki minst í Føroyum. Harumframt kundu næmingarnir hoyra um aðrar møguleikar, til dømis skiftislestur, útbúgvingarvegleiðing, arbeiðið í KT vinnuni, yrkislæru, at taka eitt ár frí, filmsframleiðslu og annað.

Næmingarnir brúktu helvtina av tíðina at vitja teir 15 básarnar, sum vóru á degnum. Við básarnar høvdu næmingarnir høvið at seta beinleiðis spurningar um útbúgvingar í Føroyum og í øðrum londum. Millum annað hægri lestur, sjóðvinnuútbúgvingar, yrkisútbúgvingar, stuðulsviðurskifti og mangt annað.

Vit vilja fegin takka øllum luttakarum, samstarvspørtum og stuðlum, sum gjørdu at tiltakið kundi bera til.

Les røðuna hjá Landstýrismanninum á Markleys Útbúgving 25. okt. 2023.

Væleydnað Markleys Útbúgving 2024


Vit vilja takka fyri eitt væleydnað Markleys Útbúgving 2024, har næmingar fingu høvi at hoyra um útbúgvingarmøguleikar í millum annað Stóra Bretlandi, Norðurlondum, USA, Fraklandi, Póllandi og ikki minst í Føroyum. Harumframt kundu næmingarnir hoyra um aðrar møguleikar, so sum skiftislestur, útbúgvingarvegleiðing, at taka eitt ár frí, filmsframleiðslu og annað.

Næmingarnir brúktu helvtina av tíðini at vitja teir 15 básarnar, sum vóru á degnum. Við básarnar høvdu næmingarnir høvið at seta beinleiðis spurningar um útbúgvingar í Føroyum og í øðrum londum, millum annað hægri lestur, útbúgvingar innan heilsu, yrkisútbúgvingar, stuðulsviðurskifti og mangt annað.

Vit vilja fegin takka øllum luttakarum, samstarvspørtum og stuðlum, sum gjørdu, at tiltakið kundi bera til.

Sí myndir frá Markleys Útbúgving.

Les røðuna hjá Landsstýrismanninum á Markleys Útbúgving 6. nov. 2024

Les røðuna hjá Landsstýrismanninum 19 nov. 2025 í Norðurlandahúsinum.

Markleys útbúgving 2025
Markleys útbúgving verður í ár, eins og undanfarin ár, í Norðurlandahúsinum, har næmingarnir hava møguleika at luttaka á framløgum, ið verða hildnar allan dagin, og at vitja ymisku luttakararnar á básunum teirra.
Í básunum verða umboð úr Føroyum, úr Norðurlondum og eisini umboð uttan fyri Norðurlond, ið eru til reiðar at vegleiða næmingunum. Næmingarnir melda seg til bæði fyrilestrar og básavitjanir. Afturat hesum kunnu næmingar eisini koma inn á gólvið og tosa við luttakararnar á teimum ymisku básunum.
Næmingarnir koma at vera helvtina av tíðini inni til fyrilestrar og helvtina av tíðini úti á básunum.
Ætlanin er, at hvør næmingur luttekur á fyrilestrinum um: At lesa úti í heimi, ein fyrilestur frá lesandi og ein frá vegleiðarum úr fleiri londum. At lesa í Føroyum, At søkja inn á universitet og vegleiðing, Hvussu útbúgving og arbeiðslív kann verða.