
Bólkavegleiðingar

Á Markleys Útbúgving fáa næmingar høvi at hoyra stuttar fyrilestrar um útbúgvingarmøguleikar í millum annað Stóra Bretlandi, Norðurlondum, USA, Fraklandi, Póllandi og ikki minst í Føroyum. Harumframt kundu næmingarnir hoyra um aðrar møguleikar, so sum skiftislestur, útbúgvingarvegleiðing, at taka eitt ár frí og annað.


Lívlong læra
Lívlong læring er eitt altóða viðurkent hugtak, sum hevur eini hálvthundrað ár á baki. ST-felagsskapurin fyri gransking og útbúgving, UNESCO knýtir lívlanga læring beinleiðis afturat tí lærandi samfelagnum.
Tiltøk

Útbúgvingarapp
Appin Útbúgvingar gevur tær eitt greitt og lætt yvirlit yvir miðnáms- og yrkisútbúgvingar í Føroyum. Tú kanst leita eftir skúlum, finna upplýsingar um upptøkuøki og lesa um tær ymisku útbúgvingarnar. Appin veitir kunning og hjálpir tær at velja útbúgving eftir tínum áhugamálum og framtíðarætlanum. Við einum brúkaravinarligum sniði og dagførdum upplýsingum er hetta tín besta hjálp at finna rætta skúlan og røttu útbúgvingina.
