Á Vegleiðingarstovuni kunnu øll fáa javnbjóðis atgongd til góða vegleiðing innan útbúgvingar-, læru- ella arbeiðsmøguleikar.
Turid er 42 ára gomul, hevur MA útbúgving í søgu frá Fróðskaparsetri Føroya og tekur í løtuni eina diplomútbúgving í vegleiðing. Turid hevur røkt fyribilsstarvið sum útbúgvingarvegleiðari seinastu 15 mánaðirnar, hon kennir tí væl til virkisøkið hjá útbúgvingarvegleiðaranum og Vegleiðingarstovuni. Turid byrjar formliga í starvinum 1. november.

