icon-search
icon-close
No results found
icon-chevron
icon-chevron

Tekniski Skúli í Klaksvík – bókligt og verkligt

TSK er ein stórur og nýmótans skúladepil í Klaksvík. Skúlin bjóðar: Miðnám (Tøknibreyt), Yrkisnám (Maskin, El, Timbur og Matvøru) og Serbreyt.

Felagsnevnarin fyri útbúgvingarnar á TSK er, at næmingarnir sleppa at royna síni bókligu evni í verki. Teir læra bókliga ástøðið í skúlastovunum og royna síni verkligu evni í mongu verkstovunum á skúlanum.

Á básinum hjá TSK greiða vit frá um okkara spennandi miðnámsmøguleikar í Klaksvík og um, hvat gongur fyri seg á skúlanum. Tú kanst eisini hoyra meira um yrkisútbúgvingarnar el, maskin, timbur og matvøru. Harumframt greiða vit frá Serbreytini. Kokkalærlingarnir vera sjálvandi við og gera okkurt lekkurt til góman! Les meira um skúlan á tsk.fo.

Fyrilestur: Spennandi útbúgvingarmøguleikar í Klaksvík

Kom og hoyr Tóru Lützen, lestrarvegleiðara á TSK, greiða frá Tøknibreytini, og hvat ger hana øðrvísi enn aðrar miðnámsbreytir. Tú fært eisini innlit í spennandi møguleikar innan yrkisútbúgvingar til elektrikara, maksinsmið og húsasmið. Kom eisini og hoyr um matvøruútbúgvingina, har tú m.a. kanst útbúgva teg til kokk ella kokkahjálpara. Harumframt greiða vit eisini frá Serbreytini. Kanska finnur tú júst ta útbúgvingina, sum hóskar til tín!

Les meir um okkum á www.tsk.fo ..Tú kanst senda okkum eini boð her á síðuni undir tekstinum her:

Send eitt boð