
Meginfelag Føroyska Studenta

HJARTABLÓÐ HELDUR ENN HJARTAMÁL
MFS leggur seg eftir at viðgera øll mál, ið á ein hvønn hátt eru viðkomandi fyri tey lesandi. Tey lesandi eru ikki bert eitt hjartamál millum onnur. Tey lesandi eru hjartablóðið hjá felagnum. Tey lesandi eru sálin og drívmegin, og tekur MFS tí altíð nýggj mál til viðgerðar umframt at leita fram nýggjar vinklar til gomul mál, ið á ein hvønn hátt kunnu betrast til fyrimun fyri tey lesandi.
kom við! tú kanst gera mun
MFS er eitt stað, har tú bæði kanst menna teg og fáa vinarbond tvørtur um lond og útbúgvingar. Tú fært møguleikan at royna teg innan nógv ymisk økir, til dømis at skipa fyri tiltøkum, skriva lesarabrøv, arbeiða við altjóða samstarvi, umboða føroyskum lesandi og nógv annað.
Tú kemur í samband við onnur lesandi og verður partur av einum felagsskapi, har man lyftir hvønn annan, og har allar meiningar verða tiknar í álvara. Hetta er eitt felag fyri lesandi, við lesandi og av lesandi.




Les meir um okkum á www.mfs.fo ella á sosialu miðlunum. Tú kanst senda okkum eini boð her á síðuni undir tekstinum her:
