icon-search
icon-close
No results found
icon-chevron
icon-chevron

FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA

Vel Føroyar og byrja tina framtíð á Setrinum

Visti tú, at tú kanst taka eina universitetsútbúgving í Føroyum og samstundis fáa møguleikar uttanlands?

Á okkara universiteti, sum eitur Fróðskaparsetur Føroya, men sum øll bara kalla Setrið, kanst tú velja millum nógvar spennandi útbúgvingar.

Her eru vit 1000 lesandi og fáa skjótt eitt flott nýtt kampus.

Hevur tú áhuga fyri tøkni, náttúruvísindum, heilsu, samfelagi, máli, søgu ella undirvísing?

Kanska tú finnur júst tína útbúgving hjá okkum!

Á Setrinum hvørvur tú ikki í stóru mongdini, men kemur tætt at bæði undirvísarum og øðrum lesandi. Tú verður partur av einum lestrarumhvørvi, har tú kanst menna teg, fáa nýggjar vinir, seta spurningar og royna tíni hugskot.

Og tú nýtist ikki at velja millum Føroyar og útheimin. Sum lesandi á Setrinum kanst tú eisini fáa møguleika at taka ein part av útbúgvingini uttanlands.

Kom og vitja okkum á Markleysari útbúgving!

Vit eru klár at práta við teg um útbúgvingarnar, lestrarlívið og allar teir møguleikarnar, sum bíða eftir tær.

Veitst tú als ikki, hvat tú vilt verða, skalt tú nettupp koma at práta við okkum í bási nummar 7.

Vit eru blíð og vilja so fegin greiða frá øllum møguleikunum. Og so fært tú eisini møguleika at vinna eina iPhone 18 pro 😊

Kom bara og ver forvitin!

Sí allar okkara útbúgvingar á setur.fo.

Les meir um okkum á www.setur.fo. Tú kanst senda okkum eini boð her á síðuni undir tekstinum her:

Send eitt boð

Fyrilestur á Markleys Útbúgving

Øll lesandi vita, at Heini er av allarbestu undirvísarum, og í framløgu á MÚ kemur hann við mongum góðum grundum til, hví tað er eitt gott hugskot at velja Føroyar og Setrið sum útbúgvingarstað.


Heini í Skorini: – Kom á okkara universitet!