icon-search
icon-close
No results found
icon-chevron
icon-chevron

Føroya Fólkaháskúli

Á Føroya Fólkaháskúla møtast list, forvitni og felagsskapur. Vit arbeiða tvørlistarliga og verkætlanargundað – og lata hugskotini vísa okkum, hvar leiðin gongur.

Gerandisdagurin – eitt lív í felagsskapi

Á Føroya Fólkaháskúla síggja vit læring sum eina rørslu í spenningi – eina tilgongd har vit flyta okkum millum tað, vit kenna, og tað, vit ikki kenna enn. Har vit verða avbjóðað, forvitin og fáa møguleika at síggja okkum sjálvi og heimin á nýggjan hátt. 🌱

Gerandisdagurin er okkara felags verk. Og tað, sum verður til, er ikki bara tað, vit skapa – men eisini tann felagsskapurin, vit skapa saman.

Tvey høðvusfak eru á Føoya Fólkaháskúla. Tey eru:

  • Myndlist
  • Mentan og Umhvørvi

Harumframt eru Tvørlistarligar Verkstovur hvønn týsdag, har vit arbeiða  við flestøllum listagreinum.

 Myndlist 🎨

Í Myndlist arbeiða vit við at kanna, skapa og hugsa gjøgnum ymiskar listarligar miðlar og arbeiðshættir. Vit arbeiða bæði praktiskt og hugmyndafrøðiliga við myndum, formum, litum, tilfari og rúmi.

Lærugreinin gevur rúm fyri at royna seg fram, arbeiða eksperimenterandi og menna eina egna listarliga praksis. Vit arbeiða við bæði klassiskum og samtíðar listarligum arbeiðshættum og lata okkum í stóran mun inspirera av umhvørvinum rundan um okkum. Her snýr tað seg ikki bara um úrslitið, men um tilgongdina, kanningina og tað at finna sín egna máta at skapa uppá. 

Tvørlistarligar verkstovur 🏺📸

Í teimum Tvørlistarligu verkstovunum møtast ymiskar listarligar greinar, miðlar og arbeiðshættir.

Her arbeiða vit tvørtur um fak og praksisir – eitt nú við myndlist, filmi, tónleiki, skriving, handverki og øðrum skapandi arbeiðisháttum. Verkstovurnar kunnu vera bæði stuttar og intensar, og tær leggja upp til at royna nakað nýtt og arbeiða saman við øðrum.

Endamálið er at skapa eitt rúm, har næmingar kunnu flyta seg millum listagreinar, deila vitan og arbeiðshættir og skapa nakað, sum ikki hevði tikið skap á sama hátt einsamalt.

Tvørlistarliga arbeiðið er ein rørsla í spenningi – millum ymiskar miðlar, hugskot og fólk.

Mentan og umhvørvi – fólkalívsfrøði, heimsspeki og etikkur 🌿

Mentan og umhvørvi snýr seg um okkara samband við samfelagið, mentanina og náttúruna, vit eru partur av. Hetta er ein fólkalívsfrøðiligur rannsóknar verkstaður, har vit arbeiða við teimum stóru spurningunm.

Vit kanna, hvussu vit menniskju skapa okkara umhvørvi – og hvussu umhvørvið samstundis ávirkar okkum. Við samrøðum, útferðum, tekstum, kanningum og skapandi arbeiði fáa vit møguleika at síggja okkara egna umhvørvi úr nýggjum sjónarhornum.

Lærugreinin leggur upp til forvitni, kjak og reflektión, og gevur næmingunum møguleika at seta spurningar við tað, vit taka fyri givið.

💫Eitt hálvt ár av list, felagsskapi og upplivingum – í eini rørslu millum tað vit kenna, og tað vit læra at kenna.

Les meir um okkum á Forsíða – Føroya Fólkaháskuli. Tú kanst senda okkum eini boð her á síðuni undir tekstinum her:

Send eitt boð