Hoyr hvussu tað er at vera í læru í Betri-samtakinum. Næmingar frá Betri Banka og Betri trygging greiða frá hvussu tað er at vera í læru. Sum næmingur í Betri-samtakinum fært tú eina avbjóðandi og mennandi útbúgving við góðum framtíðarmøguleikum. Síggjast!
Frá simulatorinum í Keypmannahavn til flogskiparaútbúgving í Tromsø Tá boðini frá UiT komu, var Zoran til arbeiðis í einum flúgvusimulatori í Keypmannahavn. Hann hevði leingi arbeitt fyri dreymurin um at gerast flogskipari, men tá hann sá boðini á telefonini, gjørdist dreymurin brádliga eitt sindur meira veruligur. „Tað føldist óveruligt. Eg var til arbeiðis í simulatorinum tá, og mín pulsur fór á 200, tá ið eg sá, at eg hevði fingið boð frá skúlanum, sum vísti seg at vera tey, ið eg ynskti.“ Nú er Zoran fluttur til Tromsø í Norra, har hann er byrjaður á bachelorútbúgvingini í Luftfartsfag á UiT – The Arctic University of Norway. Men leiðin frá dreymi til útbúgving hevur ikki verið bein.
Simon frá Education USA greiður frá lestrar møguleikum í USA
Hoyra lesandi greiða frá um at lesa í Íslandi
Er du interesseret i havet, fiskeri og akvakultur set fra en bæredygtig og teknisk vinkel? Kom og hør en tidligere studerende fortælle om diplomingeniøruddannelsen i Fiskeriteknologi på DTU - Danmarks Tekniske Universitet. Få indblik i en uddannelse med masser af spændende feltarbejde, praktikmuligheder i ind- og udland og et unikt studiemiljø. Hør også om de mange karrieremuligheder inden for alt fra havforskning og fiskeri til akvakultur og fødevareproduktion. Vi gennemgår opbygningen af den 4-årige diplomingeniøruddannelse, hvor i Grønland og Danmark undervisningen foregår, studielivet og fællesskabet samt mulighederne under og efter uddannelsen.
Kom við til hesa framløguna og fá innlit í fronsku útbúgvingarskipanina og hoyr meira um Campus France Danmark, arbeiðið hjá okkum og ta vegleiðing og hjálp, vit bjóða lesandi, sum hava áhuga fyri at fara undir útbúgving í Fraklandi. Vit fara at kunna um ymiskar útbúgvingar og møguleikar fyri lestrarskifti, greiða frá teimum mongu lestrarmøguleikunum í Fraklandi og vísa tær, hvussu Campus France kann vegleiða og hjálpa tær við ætlanunum um at lesa uttanlands. Á framløguni fara vit eisini at kunna um fronsk málskeið á netinum, sum Institut français bjóðar, umframt nógvar aðrar møguleikar at læra franskt og fáa innlit í franska mentan og útbúgving. Tú fært eisini høvi at síggja eitt stutt filmsbrot, har ein føroyskur lesandi greiðir frá sínum upplivingum sum skiftisnæmingur í Fraklandi. Sjálvandi verður eisini høvi at seta spurningar. So kom og hitt okkum, set tínar spurningar og greið frá tínum hugskotum!
Hoyr um hvat tú skalt minnast til tá tú fer undir hægri lestur
Bygma Balslev er Timburdeild, Gólvdeild, Byggibúð og Handverkarabúð. Harafturat er goymsla, skrivstova og marknaðardeild eisini ein partur av virkseminum og ein søludeild í Vági. Tað arbeiða áleið 85 fólk í Balslev. Harav 4 lærlingar. Vit eru von at hava lærlingar og bjóða løn og lova at tað verður læruríkt.
Kom við til hesa framløguna og fá innlit í fronsku útbúgvingarskipanina og hoyr meira um Campus France Danmark, arbeiðið hjá okkum og ta vegleiðing og hjálp, vit bjóða lesandi, sum hava áhuga fyri at fara undir útbúgving í Fraklandi. Vit fara at kunna um ymiskar útbúgvingar og møguleikar fyri lestrarskifti, greiða frá teimum mongu lestrarmøguleikunum í Fraklandi og vísa tær, hvussu Campus France kann vegleiða og hjálpa tær við ætlanunum um at lesa uttanlands. Á framløguni fara vit eisini at kunna um fronsk málskeið á netinum, sum Institut français bjóðar, umframt nógvar aðrar møguleikar at læra franskt og fáa innlit í franska mentan og útbúgving. Tú fært eisini høvi at síggja eitt stutt filmsbrot, har ein føroyskur lesandi greiðir frá sínum upplivingum sum skiftisnæmingur í Fraklandi. Sjálvandi verður eisini høvi at seta spurningar. So kom og hitt okkum, set tínar spurningar og greið frá tínum hugskotum!
Hoyr um lívið sum lesandi á Aalborg Universiteti. Fá eitt persónligt innlit í , hvussu tað er at flyta til Danmarkar, finna bústað, fáa nýggjar vinir og fáa gerandisdagin sum lesandi at hanga saman. Frida greiðir frá sínum royndum við lestrarvali, sosiala lestrarlívinum og teimum mongu møguleikunum, sum eru bæði á og uttan fyri kampus.
Hoyr um møguleikarnar at fara uttanlands sum sjálvboðin við Erasmus+. Í 2028 verður Føroyar partur av Erasmus+ og tá fara lesandi í Føroyum at hava møguleika at søkja stuðul frá Erasmus.
Hoyr hvussu tað er at vera í læru í Betri-samtakinum. Næmingar frá Betri Banka og Betri trygging greiða frá hvussu tað er at vera í læru. Sum næmingur í Betri-samtakinum fært tú eina avbjóðandi og mennandi útbúgving við góðum framtíðarmøguleikum. Síggjast!
Hoyr um lívið sum lesandi á Aalborg Universiteti. Fá eitt persónligt innlit í , hvussu tað er at flyta til Danmarkar, finna bústað, fáa nýggjar vinir og fáa gerandisdagin sum lesandi at hanga saman. Frida greiðir frá sínum royndum við lestrarvali, sosiala lestrarlívinum og teimum mongu møguleikunum, sum eru bæði á og uttan fyri kampus
Dansk Studie Center er ein ferðaháskúli fyri teg, sum hevur hug at uppliva heimin saman við øðrum ungum. Vit skipa bæði fyri styttri og longri ferðum, og felags fyri allar ferðirnar er, at vit sameina spennandi upplivingar við felagsskap og persónliga menning. Vit ferðast bæði til Asia, Latínamerika og Osiania, har tú kanst uppliva alt frá stórslignari náttúru og spennandi djóralívi til nýggjar mentanir og gerandislívið hjá fólki í øðrum heimspørtum. Á ferðini fært tú eisini høvi at uppliva hugnaliga háskúlalívið við felagskvøldum, sosialum tiltøkum og nógvari tíð saman við hinum í ferðalagnum.
Hoyr lesandi greiða frá um virksemi hjá MFS og hvussu tú kanst luttaka
Hvat kanst tú í roynd og veru gera uttanlands – bæði í frítíðini, eftir fólkaskúlan og í einum fríári? Í 20 minuttir taka vit teg við á eina ferð kring heimin og vísa tær, hvussu tú kanst sameina málskeið við nýggjar upplivingar, altjóða vinaløg og persónliga menning. Tú fært størri innlit í málferðir, longri uppihald uttanlands og teir mongu møguleikarnar, sum bíða eftir tær úti í heimi.
Turid Christophersen samskipari av Markleys Útbúgving bjóðar vælkomin
Turid Christophersen, MFS og Ráð teirra lesandi kunna um dagin
Vit taka saman um og handa vinningar frá degnum
trý lond, ein serstøk útbúgving, óteljandi møguleikar! Við Norðuratlantiska Studentaflokkinum (NGK) fært tú møguleikan at taka eina gymnasiala miðnámsútbúgving í Danmark, Føroyum og Grønlandi. Tú upplivir nýggjar mentanir, lærir nýggj fólk at kenna og mennist bæði fakliga og persónliga. Tú fært ikki bara eina útbúgving, sum gevur atgongd til víðari lestur – tú fært eisini upplivingar, sjálvsálit og royndir, sum tú kanst taka við tær restina av lívinum.
Nýtt útbúgvingartilboð í Føroyum. Fyrsta skúlaskeið byrjar 2. november 2026. Talan eru um yrkisútbúgving, sum er sett saman av skúlagongd og verkligari læru á góðkendum læruplássi. Ein KT-supportari arbeiðir við teldum, forritum, netverkum, ambætarum og trygd. Eisini setir hann upp útgerð, heldur hana við líka, finnur og rættar feilir v.m.
Kom nærri náttúruni, føroyska samfelagnum og hvørjum øðrum á Miðnámi í Vestmanna. Á Miðnámi í Vestmanna kanst tú velja tilfeingisbreytina. Tilfeingisbreytin er ein breyt á miðnámi, sum leggur serligan dent á náttúruna og hvussu vit gagnnýta og liva í náttúruni í Føroyum. Um tú vilt hava eina yrkisútbúgving í náttúru og tilfeingi, bjóða vit eisini eina yrkisútbúgving til alara á sjógvi og landi. Tá skalt tú hava ein lærusáttmála við eina av alifyritøkunum í Føroyum og so verður tú innskrivaður á skúlaskeið á Miðnám í Vestmanna.
Kundi tú hugsa at roynt okkurt heilt nýtt áðrenn miðnám? hoyr Føroya fólkaháskúla greiða frá um teirra útbúgvingar
Hoyr um lærumøguleikar hjá SEV
Kom og hoyr Tóru Lützen, lestrarvegleiðara á TSK, greiða frá Tøknibreytini, og hvat ger hana øðrvísi enn aðrar miðnámsbreytir. Tú fært eisini innlit í spennandi møguleikar innan yrkisútbúgvingar til elektrikara, maksinsmið og húsasmið. Kom eisini og hoyr um matvøruútbúgvingina, har tú m.a. kanst útbúgva teg til kokk ella kokkahjálpara. Harumframt greiða vit eisini frá Serbreytini. Kanska finnur tú júst ta útbúgvingina, sum hóskar til tín!
FSA-ung er ætlað ungum, ið ikki hava føroyskt sum móðurmál, sum eru liðug við fólkaskúlan. Talan er um fulltíðarlestur við serligum denti á skeið í føroyskum, sum fyrireikar næmingarnar til at fara víðari á miðnámi ella at fara undir aðra útbúgving, eitt nú handverkara útbúgving ella beinleiðis í vinnu.
Hoyr Studna greiða frá um lestrarstuðul
Kundi tú hugsa at roynt okkurt heilt nýtt áðrenn miðnám? hoyr Føroya fólkaháskúla greiða frá um teirra útbúgvingar
Talan er um ein modernaðan skúla, sum ung úr øllum landinum hvørt ár leita sær til. Tey ungu búgva á skúlanum og sleppa at royna sínar veingir – bæði gastronomiskt, kreativt og ikki minst sosialt. Á Rótini lærir tú alt um Føroyska matmentan, matgerð, handarbeið, seyming, glaslist føroysk klæðir, heilsu, matoyðsl, burðardygd og allarmest um teg sjálvan.