
Aalborg universitet

Kom og hoyr Fridu Brockie Davidsen greiða frá ferðini úr Føroyum til Aalborg
Hoyr um lívið sum lesandi á Aalborg Universiteti. Fá eitt persónligt innlit í , hvussu tað er at flyta til Danmarkar, finna bústað, fáa nýggjar vinir og fáa gerandisdagin sum lesandi at hanga saman. Frida greiðir frá sínum royndum við lestrarvali, sosiala lestrarlívinum og teimum mongu møguleikunum, sum eru bæði á og uttan fyri kampus.
Tilboð frá Aalborg Universiteti til tín sum undirvísara
Fá íblástur til undirvísingina við AAU Play og hoyr meira um, hvussu AAU Play kann fáa fakligt tilfar frá universitetinum beinleiðis inn í tína skúlastovu. Tú fært eisini kunning um okkara ókeypis talgilda skeið “Generativ AI og læring”, sum er sniðgivið til at geva tær ítøkilig amboð og vitan um, hvussu vitlíki kann nýtast í undirvísingini.
Gevið gætur! Framløgan fer fram á donskum.
Les meir um okkum á AAU – Viden for verden – Aalborg Universitet. Tú kanst senda okkum eini boð her á síðuni undir tekstinum her:
