icon-search
icon-close
No results found
icon-chevron
icon-chevron

Bólkavegleiðing

Vit bjóða tykkum hjartaliga vælkomin til bólkavegleiðingar, sum verða hildnar alt árið við ymiskum evnum. Vegleiðingarnar, sum eru á skránni, síggjast her og í kalendaranum á forsíðuni. Tit kunnu melda tykkum til tær vegleiðingarnar, sum hóskandi eru til tykkara tørv.

Bólkavegleiðingar
Í okkara bólkavegleiðingum eru vanliga upp til 7 luttakarar. Um áhugin er stórur, bjóða vit fleiri tíðir. Hvør vegleiðing varir umleið ein tíma. Vit fara ígjøgnum evnið, og tit fáa høvi at seta tykkara spurningar. Við endan taka vit samanum og tryggja okkum, at tit hava tær praktisku upplýsingarnar, sum tit hava tørv á til tykkara næsta stig.
Um tørvur er á tí, ber eisini til at seta einstakar spurningar eftir vegleiðingina.

Hvat skal eg hava við?
Tað er gott, um tit hava eina telefon við internetsambandi ella telduna við tykkum. Vit brúka stórskíggja við QR-kotu, sum tit kunnu skanna.

At søkja inn á universitet
At fara undir hægri útbúgving er ein spennandi lívshending – eitt nýtt kapittul byrjar við nýggjum útbúgvingarstaði, nýggjum vinfólkum og møguleikanum at læra og mennast enn meira. Men leiðin frá at hava valt sær útbúgving til fyrsta undirvísingardag kann vera avbjóðandi, serliga um tú roynir hetta fyri fyrstu ferð.

Tað er nógv praktiskt, sum skal fáast upp á pláss: at søkja inn á universitet, finna bústað, flyta til nýtt stað, søkja lestrarstuðul – og ikki minst at koma væl frá landi við sjálvari útbúgvingini.

Hevur tú spurningar um at søkja inn á universitet og alt, sum hoyrir til?
Tá er henda vegleiðing júst fyri teg!

Skrá

  • Vælkomin
  • At søkja inn á universitet (kvota 1 og kvota 2)
  • Stuðulsmøguleikar og at søkja stuðul
  • Bústaður
  • Títt næsta stig

Vel útbúgving
Heimurin er opin – tað kanst tú gera tær gagn av.
Valmøguleikarnir fyri útbúgving eru nógvir, og tað kann tykjast trupult at finna fram í øllum valunum. Men júst hetta ger tað eisini spennandi – tí tú hevur møguleikar! Minst til: avgerðin er tín!
Tú kanst velja at lesa í Føroyum, fara uttanlands, taka skiftislestur ella fjarlestur.
Hevur tú brúk fyri hjálp til at fáa greiðu á, hvat hóskar best til tín? So er vegleiðingin Vel útbúgving júst fyri teg.

Skrá

  • Vælkomin
  • Útbúgvingarmøguleikar
  • Tættari tínari avgerð
  • Títt næsta stig

Supplering og sabbatár
Tá tú skalt søkja inn á universitet, eru vanliga trý sløg av upptøkukrøvum, sum tú skalt lúka: tað generella, tað serliga og tað lokala. Tað generella kann t.d. vera eitt miðnámsprógv, meðan tað serliga snýr seg um ávís fak og torleikastig, sum B- ella A-stig í einum ávísum faki. Tey lokalu krøvini kunnu fevna um málførleikar ella eitt ávíst miðaltal. Um tú ikki røkkur hesum krøvum beinanvegin, so er tað ikki endin á málinum. Tað ber nevniliga til at supplera fak ella stig, og har eru fleiri ymiskir møguleikar at velja ímillum, alt eftir hvat hóskar til tín. Tú kanst t.d. vera stakgreinalesandi, lesa sjálvstøðugt í Føroyum, taka fak á netinum ella fara á turboskeið í Danmark, sum vara ein ella fáar mánaðir. Fleiri av hesum suppleringsmøguleikunum í Danmark geva eisini møguleika fyri at fáa SU.

Hevur tú longu funnið tína draumaútbúgving, men røkkur ikki upptøkukrøvunum enn, so er henda vegleiðingin júst fyri teg. Her fært tú hjálp og kunning um, hvussu tú kanst arbeiða víðari móti tínum máli – eisini um tú hugsar um at taka eitt sabbatár og vilt brúka tað á ein virknan og skilagóðan hátt.

Skrá

  • Vælkomin
  • Krøv til universitet
  • Supplering
  • Sabbatár
  • Títt næsta stig

Lesur tú á hægri útbúgving, hevur tú møguleika fyri skiftislesturi
Tú kanst til dømis fara undir skiftislestur uttanlands, um skúlin, tú gongur á, hevur samstarvsavtalu við ein líknandi útbúgvingarstovn í øðrum landi. Velur tú skiftislestur ígjøgnum eitt skiftisprogram, fært tú fíggjarligan stuðul til uppihaldið, og tú skalt ikki gjalda fyri sjálva útbúgvingina. Velur tú hinvegin at fara uttanlands uttan at vera partur av einum skipaðum skiftisprogrammi, hevur tú møguleika at søkja stuðul, eitt nú útisetastipendium.

Um tú fert á skiftislestur sum partur av einum skipaðum skiftisprogrammi, skulu lærugreinarnar teljast við í tíni útbúgving. Hetta merkir eisini, at tú kanst lesa eitt semestur uttanlands uttan at útbúgvingartíðin verður longd.

Hugsar tú um at fara uttanlands eitt semestur? So er henda vegleiðing júst fyri teg!

Skrá

  • Vælkomin
  • Skiftislestur
  • Faksamanseting
  • Stuðul
  • Títt næsta stig

At søkja inn á universitet í Stóra Bretlandi
Heimurin er stórur, og møguleikarnir fyri útbúgving eru nógvir. Ein útbúgving ella eitt lestraruppihald uttanlands kann geva tær møguleika at sergreina teg fakliga á økjum, sum ikki eru tøkt heima, og kann eisini vera fyrsta stigið á leiðini móti einum spennandi starvi heima ella uttanlands í framtíðini.

Tú kanst velja at taka eina fulla útbúgving uttanlands, ella at leggja eitt lestraruppihald í útlandinum afturat tíni útbúgving heima.

At fara uttanlands til lestrar krevur góða fyrireiking. Vanliga skalt tú byrja at leggja til rættis lestraruppihaldið upp til eitt ár áðrenn, tú ætlar tær avstað.

Hugsar tú um at søkja inn á útbúgving í Stóra Bretlandi, so er henda vegleiðing júst tann rætta fyri teg.

Skrá

  • Umsóknartilgongdin
  • Upptøkukrøv
  • Títt bræv til universitetið (personal statement)
  • Stuðul
  • Títt næsta stig

Melda teg til komandi vegleiðingar her:

Læring fer fram allastaðni og altíð. Flestu framkomin samfeløg arbeiða miðvíst við at fáa hesa læring til øldar, eitt nú við at viðurkenna teir førleikar, sum tann einstaki borgarin hevur vunnið sær uttan fyri skúlans gátt.

Týðandi tættir í lívlangari læring eru førleikameting og lívlong vegleiðing, ella karrieruvegleiðing, sum tað eisini verður nevnt.

Tað hevur stóran týdning fyri hvønn einstakan borgara at hava møguleika at kunna mennast samsvarandi hugi og evnum gjøgnum alt lívið. Og hetta hevur eisini stóran týdning fyri alt samfelagið. Tað bøtir um búskapin og kappingarførið. Vitanarstøðið verður hægri, heilsustøðan gerst betri, tænastustøðið hækkar.

Bólkavegleiðingar frá jan. 2027

Bólkavegleiðingar 2027

Frá Januar til mars:
Umsóknir og universitet

Týsdagur 5. jan. → Stóra Bretland: UCAS – síðsti møguleiki
Týsdagur 2. feb. → Universitet – umsóknir og freistir
Týsdagur 16. feb. → Universitet – framhald
Týsdagur 23. feb. → Vel útbúgving
Týsdagur 2. mars → Universitet – framhald
Týsdagur 9. mars → Universitet – framhald
Týsdagur 30. mars → Supplering / sabbatsár – Plan B

Frá apríl til mai: Supplering og val av útbúgving

Týsdagur 6. apr. → Vel útbúgving
Týsdagur 20. apr. → Supplering / sabbatsár
Týsdagur 4. mai → Vel útbúgving
Týsdagur 18. mai → Supplering / sabbatsár

Frá Juni til juli: Síðstu umsóknir á universitet

Týsdagur 1. juni → Universitet – umsóknir og freistir
Týsdagur 15. juni → Universitet – framhald
Týsdagur 29. juni → Vel útbúgving
Týsdagur 6. juli → Lokasamandráttur: universitet / vel útbúgving

Frá sept til okt.: Val av útbúgving

Týsdagur 21. sep. → Vel útbúgving
Týsdagur 5. okt. → Supplering / sabbatsár
Týsdagur 19. okt. → Vel útbúgving

Des.: Útbúgving uttanlands

Týsdagur 14. des. → Vel útbúgving