Vegleiðingarstovan, sum higartil hevur húsast á Hoydalsvegi 1, er flutt niðan á Hoyvíksveg 72.
Ein umskipan er farin fram á økinum hjá Uttanríkis- og mentamálaráðnum, við tað at Vegleiðingarstovan er flutt niðan á Hoyvíksveg, meðan Yrkisdepilin er fluttur oman á Hoydalsveg. Samstundis er arbeiðsøkið við førleikameting flutt frá Yrkisdeplinum til Undirvísingarstýrið og kemur at hava tilknýti til Vegleiðingarstovuna framyvir.
Vegleiðingarstovan veitir framhaldandi somu tænastu, sí heimasíðuna www.vegleiding.fo
Sostatt verður Vegleiðingarstovan framyvir at finna í sama bygningi, sum eitt nú Nám, Studni og Undirvísingarstýrið halda til í.

