icon-search
icon-close
No results found
icon-chevron
icon-chevron

Kanjon

Bygg framtíðina saman við Kanjon

Hevur tú hug at arbeiða í einari vinnu, har tú sært ítøkilig úrslit av tínum arbeiði, og har eingin dagur er eins? So er byggivinnan kanska nakað fyri teg.

Hjá Kanjon arbeiða vit hvønn dag við at byggja og menna Føroyar. Vit byggja alt frá skúlum, ítróttarhøllum og kirkjum til vinnubygningar, bústaðir og aðrar spennandi bygningar. Okkara arbeiði hevur týdning fyri samfelagið, og vit eru errin av teimum bygningum, vit seta eftir okkum.

Sum lærlingur hjá Kanjon fært tú møguleikan at læra frá dugnaligum starvsfólkum við drúgvum royndum. Tú verður partur av einum sterkum fakligum umhvørvi, har vit leggja dent á samstarv, virðing og góðsku í øllum tí, vit gera.

Vit bjóða:

  • Spennandi og avbjóðandi arbeiðsuppgávur
  • Góða upplæring og vegleiðing
  • Møguleika at menna teg fakliga og persónliga
  • Eitt gott arbeiðsumhvørvi við góðum samanhaldi
  • Møguleika fyri starvi eftir lokna lærutíð ella útbúgving

Vit leita eftir ungum fólkum, sum eru álítandi, arbeiðssom og hava hug at læra nýtt. Tað er ikki neyðugt at vita alt frammanundan. Tað týdningarmiklasta er ein góður hugburður og viljin at leggja seg eftir at læra.

Byggivinnan er full av møguleikum, og hjá Kanjon kanst tú vera við til at skapa nakað, sum stendur eftir í nógv ár.

Les meir um okkum á Forsíða – Kanjon. Tú kanst senda okkum eini boð her á síðuni undir tekstinum her:

Send eitt boð