
Miðnám á Kambsdali

Á Miðnámi á Kambsdali og Klaksvíkar HF skeiði ganga umleið 500 næmingar. Skúlin hevur fjølbroytt útbúgvingartilboð til ung og tilkomin. Í norðara upptøkuøki bjóða vit út gymnasialu breytirnar búskapar-, hug- , náttúru- og fyrireikingarbreyt, umframt yrkisnám FHS og serbreyt. Eisini er AÚ (akademiútbúgvingin) fastur táttur í útbúgvingartilboðnum á Kambsdali.
Seinastu árini hevur skúlin ment FSA (føroyskt sum annaðmál) og hevur nú útbúgvingartilboð á øllum stigum til útlendingar, ið vilja læra føroyskt og taka FSA prógv.
Í august 2026 byrjaði nýggj útbúgving, FSA-ung, á Kambsdali. Útbúgvingin, ið er eitt støðisár, er serliga ætlað ungum, sum eftir framhaldsdeild hava tørv á at menna sínar førleikar í føroyskum.
Skúlin er eisini partur av Norðuratlantiska samstarvinum NGK (nordatlantisk gymnasieklasse), har næmingar taka gymnasialu útbúgvingina í trimum londum. 1. árið eru næmingarnir í skúla í Danmark, 2. árið í Føroyum og 3. árið í Grønlandi.
Sum nakað heilt nýtt verður Miðnám á Kambsdali partur av nýggju føroysku KT-supportaraútbúgvingini. Talan er um yrkisútbúgving, sum er sett saman av skúlagongd og verkligari læru á góðkendum læruplássum. 1. skúlaskeið byrjar 2. november 2026.
Básur
Á básinum hjá Miðnám á Kambsdali verður kunnað um FSA-ung útbúgvingina, NGK útbúgvingina (nordatlantiske gymnasieklasse) og nýggju KT-support útbúgvingina. Høvi verður at hoyra um møguleikar við útbúgvingunum og at seta spurningar. Sí eisini heimasíðu skúlans: https://kambsdalur.fo/




Les meir um okkum á https://kambsdalur.fo/. Tú kanst senda okkum eini boð her á síðuni undir tekstinum her:
