
Les í Japan
Útbúgving
Japan hevur bæði almenn og privat universitet. Ein bachelorútbúgving tekur vanliga fýra ár; ávísar heilsufakligar útbúgvingar taka longri tíð. Á Study in Japan finnur tú almenna kunning frá Japan Student Services Organization (JASSO) um lestrarmøguleikar og praktisk viðurskifti.
Nógvar útbúgvingar eru á japanskum, men tað ber eisini til at taka heilar universitetsútbúgvingar á enskum. Brúka yvirlitið yvir útbúgvingar á enskum, og kanna mál og upptøkukrøv á síðuni hjá hvørjari útbúgving. Japanskkunnleiki kann vera hentur í gerandisdegnum, hóast tú lesur á enskum.

Søk inn á hægri útbúgving
Tú søkir hjá tí universitetinum, tú velur. Upptøkan kann byggja á skjøl, viðtalur og royndir. Sí JASSO um bachelorupptøku, og fylg altíð ítøkiligu krøvunum hjá útbúgvingini.
1. Vel útbúgving og undirvísingarmál.
2. Kanna, um føroyska miðnámsprógvið lýkur upptøkukrøvini.
3. Fá prógv, próvtalsyvirlit, týðingar og møgulig viðmæli klár.
4. Kanna, um EJU, JLPT, ensk málroynd ella viðtala krevst.
5. Send umsóknina og fylg við boðum frá universitetinum.
6. Tá upptøkan er avgreidd, fyrireikar tú fígging, COE, visum og bústað.
Umsóknarfreistir
- Lestrarárið byrjar vanliga í apríl. Summar útbúgvingar taka eisini lesandi inn í september ella oktober. Umsóknarfreistir og royndardagar eru ymisk; kanna eisini serstakar freistir fyri stuðul og bústað.
Legg merki til: Masterútbúgvingar, listarligar útbúgvingar og ávísar aðrar útbúgvingar kunnu hava aðrar freistir. Kanna tí altíð síðuna hjá útbúgvingarstaðnum.
Finn bústað
Í teimum størstu lestrarbýunum kann vera trupult at finna bíligan bústað. Søk tí so tíðliga sum gjørligt, eisini áðrenn tú hevur fingið endaligt svar um upptøku, um bústaðarskipanin loyvir tí.
Kanna student dormitories, privata leigu og bústaðarhjálp frá universitetinum. Við privatari leigu kunnu depositum, eyka inngjald, miðlaragjald og krav um ábyrgdarpersón koma afturat. Les JASSO um bústað, og bið um samlaða innflytingarkostnaðin, áðrenn tú velur.
Føroysk prógv og málkrøv
Universitetið metir um títt miðnámsprógv og fakligu fortreytirnar. Til útbúgvingar á japanskum kunnu EJU og japanskar málroyndir, eitt nú JLPT, vera viðkomandi. Krøvini eru ikki eins á øllum útbúgvingum. Spyr eisini, um royndir og viðtalur kunnu takast uttan at ferðast til Japan.
Til útbúgvingar á enskum kann útbúgvingarstaðið krevja skjalprógv fyri enskkunnleika, til dømis IELTS ella TOEFL.


Fíggjarviðurskifti
Kanna bæði árliga skúlagjaldið og møguligt upptøkugjald. Kostnaðurin er ymiskur millum almenn og privat universitet og eftir fakøki. JASSO hevur yvirlit yvir lestrargjøld. Bið tó universitetið vátta prísin fyri títt egna lestrarár.
Kanna SU-góðkenning og tín rætt til stuðul, áðrenn tú bindur teg til útbúgvingina. Les vegleiðingina um fígging av lestri.
Spyr Studna um ÚSUN, stuðul til skúlagjald og ferðastudning. Treytir og umsóknarfreistir skulu kannast fyri títt lestrarár.
Kanna MEXT-, JASSO- og aðrar stuðulsskipanir. Treytir, umsóknarleið og freistir eru ymiskar. Stuðul frá japanska statinum kann hava aðrar upptøkutreytir enn ein vanlig sjálvfíggjað umsókn.
Ger eina fíggjarætlan fyri allan lesnaðin. Tak skúlagjald, bústað, mat, flutning, bøkur, trygging, visum og ferðir við. Set eisini pening av til óvæntaðar útreiðslur og broytingar í gjaldoyrakursinum.
Skalt tú fyrireika teg málsliga áðrenn lesnaðin, spyr Studna um møguligan stuðul til málsligt fyrireikingarskeið. Legg eyka tíð og útreiðslur til hetta inn í fíggjarætlanina, og fá skrivliga váttan um, hvat skeiðið gevur atgongd til.
Visum, trygging og skattur
Til vanligan universitetslestur skalt tú hava rætta student-visumið og uppihaldsstøðuna. Universitetið hjálpir vanliga við umsókn um Certificate of Eligibility (COE). Sí JASSO um visum og COE.
Tá COE er útgivið, søkir tú um visum hjá japansku sendistovuni ella konsulatinum, sum viðger tína umsókn. Tú kanst verða biðin um skjalprógv fyri, at skúlagjald og liviuppihald eru fíggjað.
Kanna heilsutrygging og møguligar eykatryggingar við universitetið. JASSO greiðir frá tryggingarviðurskiftum. Fylg eisini leiðbeiningunum um bústaðarskráseting og residence card eftir komu.
Arbeiði krevur serligt loyvi afturat vanligu lestraruppihaldsstøðuni, og avmarkingar galda. Les JASSO um parttíðararbeiði og spyr universitetið um skatta- og arbeiðsviðurskifti, áðrenn tú byrjar.
Skattur og arbeiði í Føroyum
Spyr TAKS um tíni skattaviðurskifti og møguleikan at varðveita fulla skattskyldu í Føroyum, meðan tú lesur uttanlands.

Heintar leinkjur
Fá hjálp og vegleiðing
JASSO og Study in Japan eru góð støð at byrja. JASSO er ein almennur stovnur við tænastum til lesandi. Altjóða skrivstovan á universitetinum kann vegleiða um umsókn, bústað og skráseting eftir komu.
Hevur tú spurningar um útbúgvingarval, upptøkukrøv ella umsóknina, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Vegleiðingarstovuna á vegleiding@uvs.fo
Mælt verður til at kanna, hvussu valda útbúgvingin kann brúkast í Føroyum, serliga um málið er eitt lógarregulerað yrki. Bið um upplýsingar um útbúgvingarstig, innihald og góðkenning, og goym skeiðslýsingar og próvtalsyvirlit.
