
Les í Malta
Útbúgving
Malta hevur bæði almennar og privatar hægri útbúgvingarstovnar. Enskt og maltesiskt eru almenn mál, og nógv undirvísing er á enskum. MFHEA hevur skrá yvir góðkendar útbúgvingarstovnar.
Kanna altíð innihald, undirvísingarmál, góðkenning, upptøkukrøv og samlaða kostnaðin á heimasíðuni hjá sjálvum útbúgvingarstaðnum.

Søk inn á hægri útbúgving
Tú søkir vanliga beinleiðis til útbúgvingarstaðið. University of Malta og aðrir stovnar hava hvør sína umsóknarskipan, skjølakrøv og freist. Kanna altíð, at stovnur og útbúgving eru góðkend av MFHEA.
1. Finn útbúgvingina og kanna upptøkukrøv og undirvísingarmál.
2. Kanna, hvør umsóknarskipan skal brúkast.
3. Fyrireika prógv, próvtalsavrit, samleikaprógv og møguligar góðkendar týðingar.
4. Legg øll kravd skjøl við umsóknini.
5. Kanna, um útbúgvingin krevur málroynd, portfolio, samrøðu ella upptøkuroynd.
6. Goym kvittanina og fylg við boðum frá útbúgvingarstaðnum.
Umsóknarfreistir
- Freistirnar eru ymiskar: Stovnurin ásetur sína egnu freist, og umsøkjarar við útlendskum prógvi kunnu hava fyrru freist enn innlendis umsøkjarar.
Legg merki til: Masterútbúgvingar, listarligar útbúgvingar og útbúgvingar við avmarkaðum tali av plássum kunnu hava serliga mannagongd og fyrru freist.
Finn bústað
University of Malta hevur bústaðartilboð, og nógv leiga privat. Eftirspurningur og prísir kunnu vera høg nær teimum størstu lestrarstøðunum, so byrja tíðliga.
Kanna fyrst bústaðartænastuna hjá universitetinum og byrja leitina tíðliga. Ver varin við falslýsingum, og vátta bústaðin, útleigaran og leigusáttmálan, áðrenn tú rindar depositum.
Føroysk prógv og málkrøv
Útbúgvingarstaðið metir føroyska miðnámsprógvið og avger, um tú lýkur almennu og fakligu upptøkukrøvini. Tað kann verða kravt, at prógv og próvtalsavrit verða týdd av góðkendum týðara ella fáa serliga váttan.
Undirvísingin er ofta á enskum, og stovnurin kann krevja IELTS, TOEFL ella annað prógv. Ávísar útbúgvingar kunnu eisini hava serlig mál- ella fakkrøv.


Fíggjarviðurskifti
Lestrargjaldið veldst um stovn, útbúgving og umsøkjarastøðu. Fá skrivliga váttan um samlaða gjaldið og kanna, um onnur skrásetingar- og umsóknargjøld koma afturat.
Tú kanst søkja um danskan SU til eina heila útbúgving uttanlands, um tú lýkur treytirnar og útbúgvingin er góðkend til SU. Kanna útbúgvingina og søk í góðari tíð á SU í útlandinum.
Til ávísar masterútbúgvingar kanst tú søkja um útlandastipendium til part av útbúgvingargjaldinum. Kanna treytirnar á su.dk.
Ger eina fíggjarætlan við lestrargjaldi, umsóknargjaldi, bústaði, trygging, ferðing og dagligum útreiðslum.
Kanna eisini, um útbúgvingarstaðið ella landið hevur legat og stuðul til altjóða lesandi.
Kanna, um tú hevur rætt til føroyskan ferðastuðul ella annan stuðul, áðrenn tú bindur teg til stórar útreiðslur.
Skattur
SU er skattskyldug inntøka. Hvussu hon verður skattað, veldst millum annað um, hvar tú ert skattskyldug/ur, meðan tú lesur í Malta.
Flyting til Malta kann ávirka skattaskyldu, frádrátt og skylduna at lata upplýsingar til skattamyndugleikarnar.
Arbeiðir tú við síðuna av lesnaðinum, kanst tú fáa skyldu at skráseta teg og rinda skatt í lestrarlandinum.
Boða TAKS og aðrar viðkomandi myndugleikar frá flytingini og fá greiðu á skattaviðurskiftunum.
Malta Tax and Customs hevur almenna kunning um skatt í Malta.
Fá ítøkiliga vegleiðing, um tú hevur inntøku úr fleiri londum ella ert í iva um skattskylduna.

Heintar leinkjur
Fá hjálp og vegleiðing
MFHEA hevur kunning um útbúgvingar og lestrarlív. Endaligt svar um upptøku, prógv, málkrøv og skjøl fært tú frá útbúgvingarstaðnum.
Hevur tú spurningar um útbúgvingarval, føroyska prógvið ella umsóknina, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Vegleiðingarstovuna á vegleiding@uvs.fo.
