icon-search
icon-close
No results found
icon-chevron
icon-chevron

Les í Hollandi

Innihald

Útbúgving

Holland hevur nógv altjóða útbúgvingarumhvørvi og eitt stórt úrval av bachelor- og masterútbúgvingum á enskum. Á almenna portalinum Study in NL kanst tú leita eftir útbúgvingum og lesa um hollendsku útbúgvingarskipanina.

Hægri útbúgving er býtt millum granskingaruniversitet, research universities, og yrkisrættað universitet, universities of applied sciences. Kanna tí bæði útbúgvingarslag, innihald og møguleikar fyri víðari lestri.

Søk inn á hægri útbúgving

Til flestu útbúgvingar byrjar umsóknin í Studielink. Summi universitet krevja síðani, at tú eisini leggur skjøl inn í teirra egnu umsóknarskipan.

1. Finn útbúgvingina og kanna upptøkukrøvini.
2. Kanna, um útbúgvingin er numerus fixus ella hevur úrveljing.
3. Stovna umsókn í Studielink.
4. Legg prógv, próvtalsavrit, málprógv og onnur kravd skjøl inn hjá universitetinum.
5. Fylg við boðum og ger møguligar úrveljingaruppgávur.
6. Játta plássið innan freistina, um tú fært tilboð.

Umsóknarfreistir

  • Numerus fixus: Freistin er vanliga 15. januar. Til nógvar aðrar bachelorútbúgvingar er vanliga seinasta freist 1. mai, men universitetið kann hava eina fyrru freist. Kanna altíð útbúgvingarsíðuna.

Legg merki til: Summar útbúgvingar hava matching, samrøðu, portfolio ella aðra úrveljing afturat vanligu umsóknini.

Finn bústað

Tað er stórur bústaðartrotur í fleiri hollendskum lestrarbýum. Study in NL mælir altjóða lesandi til at fáa bústað í rættlag, áðrenn tey koma til landið.

Byrja beinanvegin, tá tú umhugsar Holland. Kanna bústaðartænastuna hjá universitetinum, men rokna ikki við, at universitetið kann útvega øllum bústað. Ver varin við falslýsingum og kanna leigusáttmálan væl.

Fíggjarviðurskifti

Lestrargjaldið í Hollandi veldst um ríkisborgararætt, útbúgving og universitet. Lesandi, sum lúka treytirnar fyri lógarásetta gjaldið, statutory tuition fee, rinda vanliga minni enn tey, sum skulu rinda gjaldið hjá universitetinum.

Hevur tú danskan ríkisborgararætt, verður tú vanliga viðgjørd/ur sum ES/EBS-umsøkjari, men fá universitetið at vátta tín gjaldsbólk, áðrenn tú tekur av plássinum.

Tú kanst søkja um danskan SU til eina heila útbúgving uttanlands, um tú lýkur treytirnar og útbúgvingin er góðkend til SU. Kanna á SU í útlandinum.

Til ávísar masterútbúgvingar kanst tú søkja um útlandastipendium til part av útbúgvingargjaldinum.

Ger eina fíggjarætlan við lestrargjaldi, bústaði, trygging, ferðing og dagligum útreiðslum. Bústaður er ofta størsta avbjóðingin.

Kanna eisini møgulig legat, føroyskan ferðastuðul og gjaldsfreistirnar hjá universitetinum.

Heintar leinkjur

Fá hjálp og vegleiðing

Study in NL hevur almenna kunning um útbúgvingar, umsókn, gjøld, bústað og gerandisdag. Studielink er umsóknarportalurin, men spurningar um krøv og skjøl skulu vanliga setast universitetinum.

Hevur tú spurningar um útbúgvingarval, føroyska prógvið ella umsóknina, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Vegleiðingarstovuna á vegleiding@uvs.fo.

Almenn kunning: Study in NL
Umsókn: Studielink