icon-search
icon-close
No results found
icon-chevron
icon-chevron

Les í Finlandi

Innihald

Útbúgving

Á Studyinfo.fi kanst tú leita eftir finskum útbúgvingum og søkja til nógv bachelor- og mastertilboð. Study in Finland hevur kunning á enskum um universitet, upptøku og lestrarlív.

Finnland hevur bæði universitet og yrkisháskúlar. Kanna altíð útbúgvingina og krøvini á heimasíðuni hjá lærustovninum.

Søk inn á hægri útbúgving

Til nógv ensk bachelor- og mastertilboð verður søkt í felags umsóknini á Studyinfo.fi í januar til lestur, sum byrjar um heystið. Útbúgvingar á finskum og svenskum kunnu hava aðrar felags umsóknartíðir, ofta um várið.

  • Finn útbúgvingina á Studyinfo.fi.
  • Kanna upptøkukrøv, málkrøv og møguliga upptøkuroynd.
  • Legg prógv og onnur kravd skjøl við innan skjølafreistina.
  • Raðfest valini og fylg við boðum frá lærustovninum.

Legg merki til: Umsóknartíðir eru ymiskar. Kanna altíð dagfestingarnar fyri ta einstøku útbúgvingina.

Finn bústað

Søk um bústað í góðari tíð. Í lestrarbýum eru serlig lestrarbústaðarfeløg, og lærustovnurin kann vísa tær til rætta veitara.

Kanna bústaðarkunning hjá lærustovninum, Study in Finland og InfoFinland.

Fíggjarviðurskifti

Føroyingar eru danskir ríkisborgarar og skulu vanliga fyrst kanna rættin til danskan SU, eisini tá lisið verður í øðrum Norðurlondum. Útbúgvingin skal lúka treytirnar fyri stuðli.

Um SU ikki veitir stuðul, kann Studni í ávísum serligum førum veita stuðul til hægri heiltíðarlestur í Norðurlondum. Studni hevur eisini ferðastudning til lesandi uttanlands.

Kanna fíggingina, áðrenn tú tekur av einum lestrarplássi, og legg eina fíggjarætlan fyri bústað, ferðing, mat og aðrar útreiðslur.

Hentar leinkjur

Fá hjálp og vegleiðing

Hevur tú spurningar um útbúgvingarval, upptøkukrøv ella umsóknina, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Vegleiðingarstovuna á vegleiding@uvs.fo.

Info Norden hevur kunning um at flyta, lesa og búgva í Finlandi.