icon-search
icon-close
No results found
icon-chevron
icon-chevron

At førleikemeta ikki-formliga og óformliga læring

Innihald

Førleikameting snýr seg um at meta um førleikar hjá einstaklingum og at skjalfesta hesar førleikar, so at teir við fyrimuni kunnu verða brúktir m.a. til at stytta um eina formliga útbúgving ella til at bøta um støðu hins einstaka á arbeiðsmarkn aðinum. Førleikametingin snýr seg í hesum føri um at meta um teir før leikar, sum einstaklingurin hevur útvegað sær uttan fyri ta formligu skúla skipanina.

Validation of Non-formal and Informal learning (VNFIL) ella førleikameting av ikki-formligari og óformligari læring tekur støði í teirri fatan, at læring ikki einans fer fram innan skúlagátt, men í øllum viðurskiftum og umstøðum. Øll læring verður mett at vera virðismikil og eigur tí at verða skjalfest, uttan mun til, hvar hon er fingin til vega.

Seinastu árini hevur hugtakið førleikameting (validation of real skills and competences / Validation of Prior Learning, VPL) vakt stóran áhuga um alt Evropa. Hetta kemst m.a. av sosialum umstøðum, eitt nú týdninginum av menniskjaliga tilfeinginum í samfelagnum, møguleikanum fyri øktum búskaparligum vøkstri, tá ið útbúgvingarstøðið verður lyft, øktum møguleika fyri javnstøðu og møguleikum fyri at kunna taka lut á jøvnum føti í vitanar- og læringar sam felagnum.

Við førleikameting av hesum slag økjast møguleikarnir hjá vaksnum við ongari útbúgving at fáa sær útbúgving, økja um sínar førleikar og bøta um støðu sína á arbeiðsmarknaðinum. Hetta er av størsta týdningi fyri tann einstaka. Við at fáa sínar førleikar alment viðurkendar, kann tann einstaki taka eina útbúgving við at byggja á hesar viðurkendu førleikar. Tann vaksni førleikametti nýtist tí ikki at byrja eina útbúgving frá botni av, har tann formliga skúlagongdin ella útbúgvingin helt uppat.

Førleikameting av hesum slag fer at eggja vaksnum á arbeiðsmarknaðinum at fullføra eina formliga útbúgving, innan at kalla allar yrkisgreinar. Støðan hjá tí einstaka verður munandi styrkt, samstundis sum virkir og samfelag sum heild fara at merkja fyrimunin av einum hægri útbúgvingarstigi, tí vitanin økist og meira dygd kemur í menningina.

Her skal verða greitt nærri frá hugtakinum førleikameting og teimum yvirskipaðu tilgongdum, ið førleikametingin hevur við sær. Endamálið er serliga at kunna møguligar samstarvspartar og aðrar avvarðandi partar, sum á einhvønn hátt eru við í verkætlanum, ið viðvíkja førleikameting.

Førleikametingin tekur støði í, at læring ikki bert fer fram innan skúlagátt (formlig útbúgving/førleikar).

Týdningarmikið at fáa sjónliggjørt tað menniskjaliga tilfeingið í samfelagnum, sum gevur

  • Búskaparligan vøkstur, umframt at
  • Útbúgvingarstigið hækkar

Førleikameting økir um møguleikarnar hjá vaksnum ófaklærdum at koma út á arbeiðsmarknaðin.

Tann “ófaklærdi” fær møguleika at byrja eina útbúgving á tí stigi, hann/hon er á, og ikki heilt frá botni.

Førleikameting er við til at eggja ófaklærdum vaksnum at taka eina útbúgving.

Førleikameting er eitt lutfalsliga nýtt hugtak.

Førleikameting er partur av hugtakinum “lívlong læring”, sum eisini fevnir um vaksnamannaútbúgvingar, eftirútbúgvingar, førleikamenning, umframt alla aðra útbúgving, har vaksin, 25 ár og eldri, eru við.

Førleikameting snýr seg um at meta um øll sløg av førleikum, sum tann einstaki hevur útvegað sær uttan fyri ta formligu útbúgvingarskipanina, tað sum verður nevnt “ikki-formlig læring” (non-formal learning) og “óformlig læring” (informal learning).

Endamálið síðan 2013: at menna mál og háttaløg fyri førleikameting í samstarvi við allar avvarðandi partar. Í hesum sambandi hevur verið arbeitt við at byggja upp eina vaksnamannaútbúgvingarskipan við møguleika fyri førleikameting, sum í breiðastu merking snýr seg um at meta um førleikar av alskyns slag, bæði teir, ið vunnir eru innan skúlagátt og úti í samfelagnum, bæði ikki-formligar og óformligar førleikar. Úrslitið av arbeiðinum higartil kemur til sjóndar í hesum skjølum:

  • Álit um vaksnamannaútbúgving og arbeiðsmarknaðardepil frá 5.6.2018
  • Álit um førleikameting og førleikamenning frá 2013
  • Lóg um førleikameting frá 15. mai 2014
  • Kunngerð um førleikameting frá 18. Mai 2018

Hvat er formlig, ikki-formlig og óformlig læring?

Á enskum verður hetta nevnt Formal, Non-formal and Informal Learning.

Formal Learning er læring, ið fer fram innan skúlagátt og sum endar við einum prógvi. Hetta kunnu vit kalla formliga læring.

Non-formal Learning ella ikki-formlig læring er læring, sum fer fram uttan fyri ta formligu skúlaskipanina. Tað kann t.d. vera skeiðsvirksemi, kvøldskúli, ymisk skeið og líknandi.

Informal Learning ella óformlig læring er læring, ið er vunnin í gerandisdegnum, í sambandi við arbeiði ella starv, heima við hús, í frítíðarvirksemi og øðrum líknandi virksemi.

Ikki-formlig og óformlig læring fevnir um allar førleikar, ein persónur hevur vunnið sær við ymiskum sløgum av virksemi, m.a. starvsroyndir, læring í sambandi við arbeiði, ikki-formlig og óformlig læring, felagsvirksemi, frítíðarvirksemi umframt virksemi heima við hús og saman við familjuni.

Endamálið við førleikametingini er fyrst og fremst at staðfesta, meta um og viðurkenna teir førleikar, ið eru vunnir við ikki-formligari og óformligari læring.

Harnæst er endamálið við førleikametingin, at meta um og taka støðu til teir førleikar, ið eru vunnir við formligari læring innan skúlans gátt, tá tað verður mett at hava týdning fyri niðurstøðuna frá førleikametingini og fyri endamálið við førleikametingini

Hvat fevnir ein meting av ikki-formligum og óformligum førleikum um?

Metingin av ikki-formligum og óformligum førleikum fevnir um:

  • at leita fram ella avdúka førleikar,
  • at staðfesta førleikar,
  • at skjalfesta førleikar,
  • at meta um førleikar og
  • at viðurkenna førleikar

hjá tí einstaka og samanbera við førleikar, ið vanliga eru galdandi fyri eina ávísa útbúgving ella eitt ávíst yrki, og halda hesar staðfestu førleikar upp ímóti teimum, sum kravdir verða fyri ávísa yrkið/yrkisgreinina. T.e sjálv førleikametingin.

Hvat munar tað, at varpa ljós á ikki-formliga og óformliga læring?

  • Útbúgvingarstøðið í samfelagnum verður styrkt.
  • Samfelagið sær nyttuna av at tilstuðla fólki í at menna sínar førleikar framhaldandi (lívlong læring, vaksnamannaútbúgving, førleikamenning, eftirútbúgving o.s.fr.).
  • Tann einstaki fær vegleiðing í at staðfesta og skjalfesta sínar førleikar; nakað, ið er tilstuðlandi fyri viðkomandi.
  • Fíggjarligur fyrimunur hjá tí einstaka at fáa útbúgvingina framda eftir styttri tíð.
  • Nýggir møguleikar hjá tí einstaka at fáa nýtt starv og harvið hægri løn.
  • Neyvt yvirlit yvir førleikar gevur eitt betri grundarlag at taka rættar avgerðir út frá.
  • Arbeiðsplássini fáa betri møguleikar at beina førleikatilfeingið tann rætta vegin (fyrimunur hjá leiðslum og starvsfólki).
  • Rætta uppgávan til rætta starvsfólkið.
  • Tillaga læring og venjing eftir tørvinum hjá tí einstaka starvsfólkinum.
  • Yvirlit yvir allar førleikarnar á arbeiðsplássinum.
  • Økja um professionella nøgdsemið við at kunna geva starvsfólkum uppgávur, tey hava førleikar at loysa.
  • Skúlar og útbúgvingarstovnar fáa størri áhuga fyri tilkomnum, ið fáa sær útbúgving
  • Økja professionellu førleikarnar hjá tilkomnum, ið fáa sær útbúgving.
  • Økja um nøgdsemið hjá teimum, sum fáa sær útbúgving.
  • Hjálp hjá skúlum og útbúgvingum at menna og tillaga útbúgvingartilboð eftir tørvinum hjá arbeiðsmarknaðinum.

Hvussu verður ikki-formlig læring og óformlig læring førleikamett?

Tað er umráðandi, at vegleiðari tekur lut í tilgongdini og vegleiðir einstaklingin at fáa eyðmerkt førleikarnar hjá viðkomandi og at fáa teir skjalfestar. Hjá teimum, ið hava nógvar arbeiðsroyndir, er talan um stórarbeiði at fáa sett orð á allar førleikarnar. Fakfólk gera greiningar og góðkenna førleikarnar. Endaliga førleikametingin og staðfestingin av teimum kann verða framd av ymiskum avvarðandi pørtum og myndugleikum, eitt nú skúlum, útbúgvingarstøðum, góðkendum virkjum, samskipanum, stovnum o.s.fr.

1. Kunning og afturmelding um tilgongdina

Einstaklingurin, sum skal førleikametast, skal vera førur fyri at taka eina upplýsta og tilvitaða avgerð viðvíkjandi luttøku í førleikametingini. Viðkomandi skal til eina og hvørja tíð vita, hvar hann er staddur í tilgongdini.

Áðrenn sjálv førleikametingin verður framd, er umráðandi at upplýsa honum/henni um endamálið við førleikametingini, um leiklutin hjá tí, sum førleikametir, um tað, sum møguliga kann væntast at koma burturúr og um rættindini hjá tí einstaka í tilgongdini.

Kunningin og afturmeldingin eru sera umráðandi partar av førleika metingar tilgongdini sambært “Common European principles on the validation”, tá ið talan er um ikki-formliga og óformliga læring. (www.eaea.org)

2. At skjalfesta førleikar

Sera umráðandi er, at tann einstaki umsøkjarin lítur aftur á tíð, sum farin er, og roynir at skjalfesta allar hugsandi førleikar, hann hevur útvegað sær á lívsleiðini gjøgnum arbeiði, útbúgving og í síni frítíð.

Hin einstaki útvegar sær øll við komandi skjøl, so sum viðmæli frá arbeiðsgevara, frágreiðingar um arbeiði, prógv og váttanir, royndir og møguligar uppgávur og verkætlanir. Umráðandi er at hava neyvt samskifti við ein vegleiðara, sum kann vegleiða og stuðla viðkomandi í allari tilgongdini.

Tá ið førleikarnir verða skjalfestir, er umráðandi at nýta eina eftirlitsskrá (kekklista) til hvønn einasta lut (skeið) og hvørt einasta førleikamát, ið verður valt út til at verða førleikamett.

Eftirlitsskráin byggir á skeiðslýsingarnar og kravdu førleikamálini í útbúgvingini ella yrkinum. Við hjálp frá vegleiðara, sum er serútbúgvin í at vegleiða í sambandi við førleikameting, og við neyðugum frá læru tilfari, førleikametir tann einstaki umsøkjarin seg sjálvan, við atliti at teimum førleikum, ið skeiðið ella útbúgvingin krevur.

Á arbeiðsmarknaðinum verða serstøk førleikakrøv nýtt.

3. At greina førleikar

Eftir at hava skjalfest sínar førleikar verður gjørd ein samrøða, har støðan hjá einstaka umsøkjaranum verður umrødd, viðgjørd og greinað. Í samrøðuni koma hin einstaki og førleikametarin inn á spurningin, hvussu førleikarnir hjá tí førleikametta verða hildnir upp ímóti teimum ávísu førleikakrøvunum.

Vegleiðarin, sum hjálpti til við skrásetingini kann eisini vera við í samrøðuni, tí hann hevur innlit í, hvørjar styrkirnar og hvørjir førleikarnir hjá viðkomandi eru. Tann førleikametti og vegleiðarin gjøgnumganga eftirlitsskránna og koma ásamt um eina niðurstøðu, hvørt:

  • førleikin er hóskandi til at førleikameting/viðurkenning kann fara fram
  • førleikin lýkur førleikakrøvini, partar av teimum ella ikki.

Í onkrum førum vísir førleikametingin á hesum stigi, at tann, ið verður førleikamettur, lýkur ávísar partar av teimum førleikakrøvum, ið verða sett til ávísa útbúgving ella yrki. Sum úrslit av hesum, fær viðkomandi sínar førleikar góð kendar og staðfestar, og farast kann víðari til 5. stig. Um ógreitt er, hvørt førleikarnir eru nøktandi, verður skipað fyri einari staðfestandi tilgongd (4. stig). Har verður ein felags niðurstøða gjørd viðvíkjandi:

  • Hvør metingarháttur er best egnaður fyri viðkomandi, so hann ella hon fær víst sínar sonnu førleikar (t.d. við einum viðmæli ella góðkenning frá arbeiðsgevara, ið kunnu vísa á ymisk dømi um avrik, verkætlanir, samrøða, munnlig ella skrivlig viðmæli)
  • Tíðarætlan fyri staðfestingini av førleikunum.

Niðurstøðan frá samrøðuni skal vera ein semja um eina førleikametingarætlan. Tíðin, tann einstaki hevur tørv á at fyrireika seg í, eigur at verða umhugsað. Eisini skal verða víst á møgulig tiltøk og stig at taka, sum kunnu verða góð hjálp í fyrireikingini til víðari førleikametingina.

4 At staðfesta førleikar

Tá staðfest er, hvørjir førleikar hjá umsøkjaranum eru egnaðir til at verða før leika mettir, verður farið undir tann partin av tilgongdini, ið hevur sum mál at staðfesta førleikarnar. Staðfestingin av førleikum verður gjørd samsvarandi eini staðfestingarætlan, sum førleikametarin (assessor) og vegleiðarin (councellor) hava góðkent, sambært teimum mannagongdum, ið eru galdandi fyri viðkomandi útbúgving ella yrki. Førleikarnir verða mettir í mun til endamál og galdandi førleikakrøv í lógum, kunngerðum, námsskipanum og námsætlanum. Serstakir tørvir hjá tí einstaka verða havdir í huga:

  • eitt nú um meira tíð krevst til fyrireiking og til at staðfesta førleikar
  • um t.d. tørvur er á at nýta myndir
  • um tørvur er á at gera verkligar royndir o.s.fr.

alt við støði í tørvinum hjá tí einstaka, ið ger hann ella hana føra fyri at vísa sínar førleikar. Týdningarmikið er eisini at hyggja eftir øðrum evnum og førleikum enn teimum, ið vanliga verða hildin at hava týdning, tá ið royndir ella próvtøkur verða hildnar, ið skulu staðfesta førleikar. Alt hetta fyri at geva tí einstaka møguleika at velja hóskandi háttalag at verða førleikamettur eftir.

At enda kunnar førleikametarin tann einstaka um niðurstøðuna frá førleikametingini. Um úrkoman lýkur ásettu førleikakrøvini fyri ta ávísu útbúgvingina ella tað yrkið, ið talan kann vera um at førleikameta í, fær tann einstaki eitt próvskjal, sum staðfestir førleikametingina fyri tann partin.

Um úrslitið frá metingini er ónøktandi, skal umrøðast, hvørt neyðugt er hjá viðkomandi at vinna sær teir førleikar, sum vanta (t.d. við fleiri arbeiðsroyndum ella meira útbúgving), ella um hann ella hon skal hava møguleika at endurtaka staðfestingar tilgongdina.

5. At meta og viðurkenna førleikar

Førleikametingin er framd, tá ið tað er skjalfest alment, í navninum hjá tí førleikametta, at tað er avgreitt ella staðið. Týdningarmikið er, at avvarðandi fakligu partar hava viðurkent førleikametingina, og at teir eru væl kunnaðir um framferðina, sum brúkt hevur verið í allari tilgongdini, meðan førleikamett hevur verið.

Almennu evropeisku grundsjónarmiðini um førleikameting av ikki-formligari og óformligari læring

Samanumtikið fevna evropeisku leiðreglurnar um førleikameting um:

  • Endamálið við førleikameting
  • Rættur hins einstaka
  • Ábyrgdin hjá útbúgvingarstovnunum og avvarðandi pørtunum annars
  • Álit og trúnaður
  • Partloysi og gjøgnumskygni
  • Trúvirði og løggildi

Fyri yvirhøvur at kunna gera sær eina mynd av, hvat førleikameting av ikki formligari og óformligari læring snýr seg um, hevur Evropanevndin gjørt grundreglur um nevnda øki.

Tað verður staðiliga mælt til, at avvarðandi partar á økinum kunna seg um hesar grundreglur, áðrenn meting av nevndu førleikum og lærdómi verður sett í verk.

Grundsjónarmiðini eru 6 í tali.

  1. Endamálið við førleikametingini er at avdúka og meta um teir ymisku førleikar, ið einstaklingurin hevur vunnið sær uttan fyri skúlagátt. Endamálið við førleikametingini skal vera greitt frá byrjan: er endamálið at geva atgongd til eina útbúgving, at stytta um eina møguliga formliga útbúgving, at meta førleikar í mun til arbeiðsmarknaðin, ella at eyðmerkja førleikar fyri at fáa eitt yvirlit yvir allar førleikar, sum eru í einum virki o.s.fr.?
  2. Rættur hins einstaka skal altíð verða havdur sum meginregla, og tilgondin í allari førleikametingini skal taka støði í tørvinum hjá tí einstaka. Týdningarmestu partar í tilgongdini eru álit, ognarlutur í niðurstøðuni og rætturin hjá tí einstaka at kæra niðurstøðuna. Áðrenn førleikametingin byrjar, er umráðandi at kunna einstaklingin um hennara/hansara rættindi.
  1. Ábyrgdin hjá útbúgvingarstovnunum og avvarðandi pørtunum annars er m.a. at veita einstaklingum atgongd til rætta og viðkomandi ráðgeving og stuðul í allari tilgongdini, vísa álit, umframt tryggja, at úrslitini hava trúvirði og eru løggildug.
  2. Álit og trúnaður eru grundarlagið undir førleikametingini. Ein og hvør, sum tekur lut, skal vera væl kunnaður. Stigini av førleikum skulu verða greið og væl skilgreinað, eins væl og kunningin um tilgongdina og um, hvussu komið verður til eina niðurstøðu. Endamálið við førleikametingini skal vera greitt, eins og tað, sum kemur burtur úr úrslitunum. Kunningin um almennu fortreytirnar í metingini skal vera greið og atkomilig, m.a. tá tað snýr seg um tíð, kostnað, vegleiðing og stuðul í tilgongdini.
  3. Partloysi hjá teimum, ið taka lut í metingartilgongdini er sera avger andi fyri alla førleikametingina, og tí skal leikluturin og ábyrgdin hjá einum og hvørjum partsluttakara vera greið. Partloysi kann verða styrkt og ment við útbúgving og netvirkan, og avvarðandi partar mugu gera alt fyri at stuðla upp undir hetta.
  4. Trúvirið og løggildi í sambandi við førleikameting kann verða tryggjað við at avvarðandi partar taka lut og gera semjur um framferð og mannagongdir. Løggildi er ikki minst grundað á teirra trúvirði og partloysi.

Leiklutir og ábyrgd, tá ikki-formlig og óformligari læring verður førleikamett

Yvirskipaðu mannagongdirnar, sum evropeiskir myndugleikar hava orðað í sambandi við førleikameting av ikki-formligari og óformligari læring, leggja áherðslu á leiklutin og ábyrgdina hjá avvarðandi pørtunum í førleikametingar tilgongdini. Umráðandi er at fyribyrgja, at somu leiklutir umskarast. Tað er við fyrimuni bæði fyri vegleiðara og førleikametara at teir verða vandir í teimum verkligu mannagongdunum, ið eru galdandi fyri hvørja einstaka førleikameting, og harumframt at verða væl kunnaðir um alla tilgongdina.

Vegleiðarin

Vegleiðarin skal vera útbúgvingarvegleiðari eins væl og yrkisvegleiðari, ella ein, sum er útbúgvin ella lærdur í teimum háttaløgum, sum førleikametingin er grundað á. Vegleiðarin:

  • tekur lut í kunnandi tilgongdini longu í byrjanini av tilgongdini
  • stuðlar einstaklingin í at skjalfesta førleikar. Ger einstaklingasamrøður, endurskoðar upplýsingar og umrøður viðurskifti so sum styrkir, útbúgvingarliga ætlan, útbúgvingarlig mál og viðurskifti, tileggjan og stuðul annars
  • evnar at veita einstaklinginum stuðul í teirri greinandi samtaluni.
  • er við í allari tilgongdini, tekur sær av og hyggur eftir áhugamálunum hjá tí einstaka og fylgir teimum felags evropeisku meginreglunum fyri førleikameting av ikki-formligari og óformligari læring. Ein fyrimunur er tað, um vegleiðarin er útbúgvin sum yrkisvegleiðari.

Førleikametarin

Førleikametarin skal vera fakliga útbúgvin í viðkomandi yrki. Førleikametarin:

  • tekur lut í kunnandi tilgongdini frá byrjan av
  • framleiðir (ger) kekklistar samsvarandi ásettum leiðreglum um førleikar
  • kannar nágreiniliga skjalfestingina av førleikum og sjálvsmeting hins einstaka
  • umrøður førleikarnar, sum eru ætlaðir at verða førleikamettir, við hin einstaka, og fyrireikar metingarætlanina
  • stýrir staðfestingartilgongdini og gevur tí einstaka afturmeldingar um niðurstøðurnar
  • skjalfestir niðurstøðurnar frá førleikametingini samsvarandi teirri skipan, ið útbúgvingarligur veitari ella virki virkar í (viðurkenning av førleikum).

Førleikametarin leggur áherðslu á løggilda partin og trúvirðið í framferðini og fylgir felags evropeisku meginreglunum fyri førleikameting av ikki-formligari og óformligari læring (VNFIL). Førleikametarin er tann, sum er førur fyri at førleika meta læring innan serstakar lærutættir og er góðkendur av avvarðandi fakligu pørtum.

Ábyrgdarhavarar og avvarðandi áhugapartar

Umboð fyri formligu útbúgvingarskipanina, aðrir útbúgvingarligir veitarar, vinnan/fakið ella tey, sum hava myndugleika í hvørjum einstakum føri:

  • taka lut í verkætlanini tíðliga í tilgongdini og hava ávirkan á menning ina og fyrisitingina av skipanini
  • eru við í at orða og áseta krøvini, ið sett verða, í samstarvi við førleikametaran
  • skulu tryggja, at rættur hins einstaka verður virdur
  • skulu tryggja, at hin einstaki fær vegleiðing
  • skulu tryggja, at førleikametingin er løggildug og viðurkend í almenninginum.
  • leggja áherðslu á gjøgnumskygni og løggildi í tilgongdini og fylgir felagsevropeiskum meginreglum fyri førleikameting av ikki-formligari og óformligari læring.