icon-search
icon-close
No results found
icon-chevron
icon-chevron

Samskipan av førleikameting

Innihald

Førleikameting verður samskipað av Vegleiðingarstovuni í Undirvísingarstýrinum.

Byrjað varð at førleikameta í 2018. Lóg um førleikameting varð samtykt í 2014. Í 2015 varð fólk sett hálva tíð at fyrireika og samskipa førleikameting innan allar føroyskar útbúgvingar.

Fyrsta førleikametingin varð framd innan gymnasialu breytaskipanina, har ein umsøkjari varð førleikamettur upp ímóti einari lærugrein, føroyskum á A stigi.

Árið eftir vóru 11 førleikametingar framdar innan útbúgving til skrivstovufólk.

Sí meira her um gongdina við førleikameting í Føroyum tey 8 árini, skipanin hevur virkað.

Kunning til førleikametarar o.o. starvsfólk

Meira kunning til førleikametarar og onnur starvsfólk, sum arbeiða við førleikameting er at finna her.

Útbúgvingar

Allar føroyskar útbúgvingar eru fevndar av lógini um førleikameting.

Lóg um førleikameting kann lesast her.

Kunngerð um førleikameting kann lesast her.

Meira kunning um førleikameting og útbúgving við førleikameting fæst við at útfylla frymilin á hesum leinki.

Førleikamenning

Førleikameting er eitt tilboð, ið ger tað høgligari hjá vaksnum persónum at lata seg førleikamenna ella taka eina útbúgving.

Endamálið við lógini um førleikameting er, at bjóða fólki útbúgving við førleikameting, at økja um flytføri á arbeiðsmarknaðinum, at kveikja hugin at byrja eina útbúgving og at styrkja støðuna hjá tí einstaka á arbeiðsmarknaðinum.