icon-search
icon-close
No results found
icon-chevron
icon-chevron

Førleikameting lættir um

Ert tú 25 ella eldri og hevur 3 ára arbeiðsroyndir, kanst tú søkja um at fáa tínar arbeiðsroyndir førleikamettar.

Føroyska skipanin við førleikameting hevur góð 10 ár á baki. Skipanin ger tað møguligt hjá teimum, ið eru fylt 25 ár og hava í minsta lagi 3 ára arbeiðsroyndir, at verða førleikamett, fyri at vita, um tey kunnu taka eina útbúgving eftir styttri tíð enn vanligt.

Hugt verður eftir, hvørjar royndir tú hevur útvegað tær, sum kunnu vera viðkomandi fyri, at fáa eina útbúgving tikna eftir styttri tíð enn annars.

Ein førleikameting kann eisini geva tær atgongd til ávís størv á arbeiðsmarknaðinum, og harumframt geva atgongd til ávísar útbúgvingar.

Hevur tú sum vaksin hús og heim og familju at forsyrgja, kann tað ofta vera bæði tungt og torført at fara undir eina útbúgving.

Endamálið við førleikameting er at gera tað smidligari hjá vaksnum fólki at taka eina útbúgving.

Samla allar tínar førleikar, ið kunnu vera viðkomandi fyri eina útbúgving, bæði verkligar førleikar og royndir frá tínum arbeiði, umframt bókligar førleikar, sum tú hevur útvegað tær við skúlagongd ella øðrum útbúgvingum og skeiðum.