
Markleys Útbúgving
Kemur tú við á Markleys Útbúgving?
Tá fólkaskúlin ella miðnámsskúlin er liðugur, kemur tann afturvendandi spurningurin: Hvat ætlar tú tær so nú?
Og tað er tað ikki altíð nemt at vita. Tí í dag finnast tað so mikið nógvar útbúgvingar, at tað kann vera møtumikið at finna útav, hvør er tann rætta fyri teg. Kom við Á markleys og fáa íblástur til títt næsta stig.
Markleys Útbúgving 2026
Markleys Útbúgving seinastu árini
Her særst tú Markleys Útbúgving síðan 2021 Í Norðurlandahúsinum
Vegleiðing
Freistin fyri at søkja inn til hægri lestur er 15. mars kl. 12 til kvotu 2, tú kanst lesa meira um at søkja inn á universitet í Danmark við kvotu 2 her. Freistin at søkja inn á universitet við kvotu 1 er 5. juli kl. 12.

Út í heim at lesa
Hugsar tú um at fara út í heim at lesa, finn informatión um útbúgvingar um allan heim á www.educations.com ella á www.gribverden.dk um tey ymisku lestrarlondini.
Universitet í Føroyum
Í Føroyum eru allar universitetsútbúgvingar skipaðar á Setrinum.
Hægri útbúgvingar, sum geva í minsta lagi bachelorprógv, eru universitetsútbúgvingar. Til ber at lesa bæði á bachelor- og á masterstigi á Setrinum. Hevur ein áhuga í at útbúgva seg víðari eftir bachelor-útbúgvingina, so er møguligt at lesa víðari á Setrinum ella at taka skiftisútbúgving á øðrum universitetum uttanlands. Eisini er møguleiki at lesa ph.d. eftir lokið masterprógv – ella t.d. at taka hjágreinir, stakskeið, umframt eftirútbúgving og ískoytisútbúgving.
Heintar leinkjur

Um okkum
Vit hava savna verkætlanir, hvussu føroyskir stovnar samstarva við norðurlendskar partar og finna nýggjar loysnir. Hesar kunnu geva tykkum hugskot til, hvussu tit kunnu fáa sum mest burturúr norðurlendska samstarvinum.
Miðnám
Vit hava savna verkætlanir, hvussu føroyskir stovnar samstarva við norðurlendskar partar og finna nýggjar loysnir. Hesar kunnu geva tykkum hugskot til, hvussu tit kunnu fáa sum mest burturúr norðurlendska samstarvinum.

