Tíðindi
26. apríl 2021
Nordplus

Nordplus ið er undir Norðurlendska Ráðharraráðnum, flytur teg til lærdóm, íblástur og upplivingar í Norður- og Baltalondum. 

Rammuskráin er ein útbúgvingarskipan, sum veitur fíggjarligan stuðul til verkætlanir, flytføri og annað innan útbúgvingarøkið. Ymisku skipanirnar í Nordplus eru ætlaðar til undirvísing, útbúgving og lívlanga læru á øllum stigum. Skipanin vendir sær sostatt til allar útbúgvingarstovnar, felagsskapur og onnur, ið eru áhugað í útbúgvingm lívlangari læru og persónligari menning. 

Umsóknarfreistin er 1. februar til verkætlanir. 

Nordplus gevur møguleika fyri, at hava fyrireikandi vitjanir. Umsóknarfreistin til fyrireikandi vitjanir er 1. oktober.

Hevur tú spurningar ella ynskir tú meir kunning, kanst senda ein teldupost til: vegleiding@uvs.fo ella sí heimasíðuna hjá Nordplus: https://www.nordplusonline.org/ 


07. mai 2021

Vit leita eftir avloysara fyri útbúgvingarvegleiðaran

07. mai 2021

IELTS royndin í Føroyum er avlýst

06. mai 2021

Hvat er og hvat ger Vegleiðingarstovan?

05. mai 2021

Nýggj leiðsluútbúgving á masterstigi