Tíðindi
08. apríl 2021
Serligar treytir á ÚSUN økinum

Tá ið tú søkir um stuðul til eina útbúgving uttan fyri Danmark, mást tú kanna um útbúgvingin er SU-góðkend. Kanna fyrst um útbúgvingin er á Fast-Track-listanum. Um hon ikki er har, skalt tú søkja um at fáa hana á Fast-Track-listan. Tað er týdningarmikið at gera hetta í góðari tíð, helst fleiri mánaðir áðrenn lesturin byrjar, tí málsviðgerðin kann taka ógvuliga langa tíð. Tú kann lesa meira á okkara heimasíðu ella á heimasíðuni hjá SU, hvussu tú søkir um SU góðkenning. SU viðger síðani umsóknina og gevur tær boð, um útbúgvingin er SU-heimilað ella ikki.
Tú kanst søkja um CPR-nummar og fáa danskt NemID útflýggjað hjá Ríkisumboðnum. Hetta lættir nógv um umsóknarmannagongdina. 
Tú skalt síðani søkja um stuðul til livikostnað og møguliga skúlagjald frá SU. Á umsóknarblaðnum „ÚSUN-umsókn“ kanst tú samstundis søkja um stuðul til skúlagjaldið og møguligan livikostnað frá Studna, um tú ikki ert vísur í at fáa allan stuðulin frá SU
Um útbúgvingin ikki er SU-góðkend, kann søkjast um góðkenning frá Studna. Studni hevur heimild at góðkenna ikki SU góðkendar hægri útbúgvingar. 

Minst til, at stuðul frá Studna fæst bert frá tí lestrarhálvu, tá søkt verður. So tað ræður um at søkja, áðrenn fyrsta lestrarhálva er runnin, eisini um tú ikki hevur fingið útbúgvingina góðkenda. 

Um tú hevur spurningar ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.


12. apríl 2021

Umsóknarfreistin til kvotu 2 á Fróðskaparsetrinum er 15. apr…

12. apríl 2021

Umsóknarfreist til hægri lestur í Noreg og Svøríki er 15. ap…

12. apríl 2021

Umsóknarfreist til útbúgvingar á Vinnuháskúlanum

08. apríl 2021

Serligar treytir á ÚSUN økinum