Tíðindi
21. desember 2020
Jobmatch 2020 - uttan landafrøðiligar avmarkingar

29. desember frá kl. 12-17

Korona farsóttin hevur sett dagsskránna í mun til, hvussu vit kunnu ella ikki kunnu vera saman – eisini í Føroyum. Hetta ávirkar, hvussu árliga Jobmatch tiltakið kann haldast. Við at flyta tiltakið yvir á tann talgilda pallin, ger ikki mun um tú ert í Føroyum ella hinumegin knøttin Jobmatchdagin.  

Tann virtuelli Jobmatch pallurin er skipaður eins og tað fysiska tiltakið við forhøll, framsýningarhøll við básum í ymiskum sniðum og samleikum, fyrilestrarhøll og kunningardiski. Talgildi Jobmatch pallurin letur upp 18. desember. Sjálv Jobmatch starvsstevnan verður týsdagin tann 29. desember frá kl. 12 – 17.

Vegleiðingarstovan og Undirvísingarstýrið luttaka á Jobmatch. Tú ert vælkomin í okkara bás og at chatta við okkum. Um tú ert lesandi hevur tú møguleika fyri, at skriva ritgerð í samstarvi við Undirvísingarstýrið ella koma í starvsvenjing í Undirvísingarstýrinum. Vit hava ymisk evni til ritgerðir, eitt nú innan lógarverk, fíggjarstýring og KT-verkætlanin og onnur evni. Eisini eru vit opin fyri øðrum evnum, so um tú hevur spurningar ella hugskot, ert tú vælkomin at vitja okkum á Jobmatch ella set teg í samband við okkum á vegleiding@uvs.fo


03. apríl 2024

Ráðstevna um Nordplus í Føroyum

15. februar 2024

Kunningartiltøk á miðnám - nú innskrivingin til miðnám er læ…

20. november 2023

Væleydnað ráðstevna um vegleiðing og inklusjón

27. oktober 2023

Markleys Útbúgving 2023 - Vit fegnast um enn eitt væleydnað…